Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-10, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2015síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 143 33 TÍÐARGREIN Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Jógvan á Lakjuni Løgtingsmaður Tá ið vit so hyggja at hesum upp­skotunum, so má eg siga – tá ið eg hugsi um viðmerkingar o.s.fr., at tey eru ómetaliga hjálparleys og ófull­fíggjað. Her eru nakrar fáar sera grunnar og subjektivar við­ merk­ingar – eingin útgreining av nøkrum sum helst slag. Málini eru ikki so frægt sum send til hoyringar nakra­staðni, heldur ikki til kirkjuna (sjálvt um farið verður inn í eina kirkjulóg at broyta)! Og tá ið tað kemur til at lýsa, hvørjar avleiðingar hetta álvarsmál fer at hava við sær, so stendur bara, at mett verður ikki, at uppskotið hevur nakrar serligar fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar við sær og heldur ikki nakrar av­leið­ ingar fyri umhvørvið ella vinnuna. Men tað fer at hava positivar av­ leiðingar fyri samkynd. Hetta var alt um avleiðingar! Og eg spyrji bara: Skal mann gráta ella grína? – Eftir mínum tykki ein niðurgering og vanvirðing av løg­ tinginum og Føroya fólki! Tí um hesi uppskot verða samtykt, verður tað helst orsøk til størstu mentanarkollvelting nakrantíð í Føroya søgu. Verður hetta samtykt, so hava politikararnir verið orsøk til eina radikala umbroyting av sam­felags­ fatanini av familju, hjúna­lagi og samlívi – grund­kjarnuni í sam­felag­ num! Her verður opnað fyri nøkrum, sum eingin kennir avleiðingarnar av. Og uppskotssetararnir lýsa als ongar avleiðingar! Eg má spyrja, sum eg sá, at onkur spurdi í einum innleggi: Hvørji verða langtíðar árinini, um eitt slíkt uppskot kemur ígjøgnum? Hvørja ávirkan hevur tað, tá vit eftir stuttari tíð og uttan støði í nøkrum vísindaligum samanhangi yvir­ høvur ætla at gera eitt stórt og koll­ velt­andi inntriv í tað, sum í øldir, ja, ártúsund, hevur verið grundsúlan í sam­felag­num? Hetta, haldi eg, at uppskotsetar­ arnir við virðing fyri hesum hátt­ virda tingi áttu at roynt at lýst fyri okkum! Tað eru so nógvir spurningar, sum áttu at verið viðgjørdir og svaraðir her, og eg fari at nevna nakrar av teimum. Hvat er best fyri børnini? Eingin ivi kann vera um, at ein familja, har mamma og pápi eru tilvitað um sína ábyrgd, er besti karmur um ein natúrligan og góðan upp­vøkstur. Júst tað, at maður og kona eru ólik, ger, at mamman og pápin eru teir týdningarmestu identifika­tións-persónarnir og fyri­myndirnar hjá barninum. Tann, sum kennir eitt lítið sindur til barna­sálar­frøði, veit, hvussu stóran týdning hetta hevur fyri menn­ing­ ina av samleika og sjálvsmynd hjá einum barni. So langt sum tað ber til, eiga tey biologisku foreldrini eisini at hava juridiska og sosiala ábyrgd av børn­ unum. Barnakonventiónin hjá ST sigur jú, at barnið skal, so langt sum til ber, hava rætt til at kenna síni foreldur og fáa umsorgan frá teim­ um (Artikkul 7.1) Eg haldi ikki, at vit duga at ímynda okkum, hvørjar avleiðingar ein tulking av hjúnabandinum og ein lóg, sum opnar fyri, at ein mamma líka so gjarna kann vera ein maður, og at ein pápi kann býtast um við eina kvinnu, fer at hava á komandi ættarlið. Eg fari at spyrja uppskots­setarar­ nar, sum allar eru akademikarar: Hvørja ávirkan fer hetta at hava á børn? Hví er hetta ikki umtalað í upp­skotunum? Hvar eru gransk­ ingar­úrslit, tit kunnu vísa á? Álvarsligar avleiðingar Fáa vit hesa kynsneutralu hjúna­ bands­lóg, mugu so lærubøkur, undirvísing og fyrimyndir í skúla og barnagørðum broytast? Fer tað ikki at vera ólógligt at taka ein hjúnalagsform fram um ein annan? Mamma/mamma og babba/babba skal nú javnstillast við faðir og móðir. Fer hetta ikki at skapa ótryggleika og ørkymlan hjá mongum børnum og ungdómum? Av tí at grundleggjandi rammur og leiklutir nú verða upployst, fara so ikki øll føroysk børn, okk­ara kæru børn, ommu- og abba­børn og ungdómar, nú at fáa nýggjar, óneyðugar og krevjandi av­bjóð­ ingar? Vit vita øll, hvussu kenslusom og ivandi mong ung eru, tá ið tey koma í kynsbúningaraldurin. Hugsið tykk­um, hvussu álvarsamt hetta er? Síggja tit ikki, hvørjar byrðar vit leggja á okkara børn og ungu? Og hvat vit kunnu lokka tey útí? Halda tit ikki, at tað fær álvarsligar avleið­ ingar fyri okkum, um vit gera hetta? Føroysk børn skulu nú læra, at tvær mammur ella tveir pápar er líka natúrligt og normalt sum mamma og pápi! Og tær nýtist ikki at vera profetur fyri at síggja, at henda ideologiin kann føra til for­ virring, ørkymlan og ósikkurheit hjá mongum og einum barni í sam­band við identitet, seksualitet og sjálvs­ fatan. – Men her er ikki eitt orð í upp­skotunum um hetta! Javnstøða Næstan allastaðni í samfelagnum verður dentur lagdur á, hvussu neyðugt tað er, at bæði menn og kvinnur eru við. Í øllum almennum nevndum og ráðum hava vit kynskvotering. Í skúlum og barnagørðum verður tosað nógv um, hvussu týðandi tað er, at bæði kynini eru við, o.s.fr. Men í familjuni, sum er grundarlagið undir samfelagnum – ikki minst tá ið tað kemur til at mennast og búnast – har skal tað nú vera í lagi við tveim­um kvinnum ella tveimum monnum. Hvar er logikkurin? Og so kundi eg hugsað mær at spurt hesar fýra kvinnurnar, sum hava lagt hetta fram – hesar, sum stríðast fyri at fáa javnstøðu inn allastaðni – hvussu ber tað til, at javnstøða nú skal takast úr hjúna­lag­num, grundsúluni í sam­ felag­num – hjúnabandinum, har javn­støða sum onga aðrastaðni er natúr­lig – og altíð hevur verið? Vit missa samvitskufrælsið Skuldi tað hent, sum eg ikki vóni, at løgtingið samtykkir hesar lógirnar, so eri eg vísur í, at ein stórur partur av Føroya fólki framvegis fer at halda fast við, at hjúnabandið pr. definisión er eitt samlív millum mann og konu. Fólk kunnu hava ymsar orsøkir til at halda fast við hetta, lív­frøðiligar, mentanarligar, søgu­ligar ella átrúnaðarligar orsøkir. Av samvitskugrundum ella av øðrum orsøkum fara mong ikki at kunna góðtaka parløg millum tvey av sama kyni sum hjúnalag. Og hvussu nógv foreldur fara ikki at nokta fyri, at børn teirra verða undirvíst í hesum slagi av sam­lívs­ideologi? Er hetta kannað? Og sigið mær: Hvussu við lærar­ um? Nógvir lærarar fara at hava stórar trupulleikar við at undirvísa út frá eini slíkari lóg. Og av tí at lógin fer at verða tvingað inn í skúlar og barna­garðar, fer hetta at skapa trupul­leikar, ósemjur og stríð mangastaðni um landið! Fara lærarar at kunna sleppa undan hesum, ella fara teir at verða uppsagdir, um teir ikki fara at hava samvitsku at undirvísa í hesum? Verða teir noyddir til at halda, at tvær mammur ella tveir pápar sum foreldur er natúrligt, positivt og óproblematiskt fyri at fáa starv í fram­tíðarinnar skúla? Og við eini slíkari lóg, verður so ikki stórur vandi fyri, at ein­ stak­lingar og felagsskapir, sum eru ímóti hesum, fara at uppliva burtur­vísingar, uppsagnir, revsing, arbeiðs­forboð, miss av stuðli frá land­inum o.s.fr.? Vilja tær, sum hava lagt hetta fram, veruliga hava eitt samfelag, har fólk bróta føroyska lóg, um tey halda fast við, at hjúnalagið millum mann og konu hevur eina serstøðu? Um nú nýggjar øldir líða Nei, vit mugu ikki gera hetta! Latið okkum heldur halda fast við arvin frá okkara foreldrum og gera, sum Jóannes Patursson yrkir í sínum kenda sangi, »Boðar tú til allar tjóðir«: Um nú nýggjar øldir líða, halt á somu leið várt starv, at vit ikki lata svíða dugna­loysi til hin arv, sum vit ervdu fedrum av, tá skal lyftið, sum tú gav, allan aldur Føroyum tryggja føroyingunum her at byggja. Hvat er tað fyri lyfti, ið Jóannes Patursson sipar til? Jú, tað er lyftið, sum Gud hevur givið okkum um, at fylgja vit hansara boðum, so skal gang­ast okkum og landi okkara væl. Fáa vit hesa kynsneutralu hjúnabandslóg, mugu so lærubøkur, undirvísing og fyrimyndir í skúla og barnagørðum broytast? TILVILDARLIG MYND