Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-10, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2015síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 143 34 JOHAN JACOBSEN B retland og Týskland hava í undanfarnu viku meld­ að seg inn í altjóða sam­ gonguna av londum, sum við USA á odda, gera bumbuálop á IS í Sýria. Endamálið er at basa IS, sum hevur skakað heimin við yvirgangsálopum í vesturlendskum londum seinastu tíðina. Hendan samgongan fevnir nú um tey bæði stóru europeisku lond­ ini, Bretland og Týskland. Kanada, Avstralia, Turkaland og einstøk arabisk lond hava í longri tíð verið partur av stríðnum í Sýria og í sam­ gonguni við USA á odda. Frakland byrjaði sína luttøku í Sýria síðst í oktobur, ein dag frammanundan, at Russland við stórari hermegi fór inn í krígsherjaða landið. Samgongan við USA á odda Eftir yvirgangsálopið í Kalifornia staðfesti Obama í sjónvarpsrøðu, at USA fer at knúsa IS við eini eirinda­ leysari, sterkari og vísari herferð, sum forsetin málbar seg. Hendan vísa herferð snýr seg eftir øllum at døma í høvuðsheitum um bumbuálop og styrk og stuðul til vinaliga sinnaðar herdeildir á jørðini í Sýria og Irak; og ikki amerikanskar herdeildir. Serliga kurdiskar herdeildir hava í hesum føri eina serstøðu, tí hesar hava stríðst ímóti IS við góðum úrslitum og er hetta ein frontur, ið USA vil stuðla. USA setur í hesum døgum inn við fleiri servandum herdeildum í Irak, sum skulu hjálpa irakskum og kurdiskum herdeildum í stríðnum ímóti IS. USA hevur frammanudan hernaðarligar ráðgevar eisini í Sýria og nakað síðan bleiv tað avgjørt at senda 50 servandar hermenn til Sýria. Talan er sostatt ikki um ameri­kanskar hermenn, sum skulu luttaka í beinleiðis bardaga, men stuðla arabiskum uppreistrarbólkum og kurdiskum deildum í samband við burturflytingar, húsarannsóknir og líknandi. Og í undanfarnu viku kunngjørdu bæði Týskland og Bretland, at teirra hernaðaliga luttøka í stríðnum ímóti IS í Sýria er veruleiki. Bret­ land við sínum serútgjørdu bumbu­ flog­førum, og Týskland við at senda ein hernaðarligan starvshópi á upp ímóti 1200 menn, umframt eitt eftir­litsflogfar, eina fregatt, og serligt flogfar, ið kann geva øðrum flogførum brennievni. Talan er ikki um týskar hermenn, ið skulu luttaka beinleiðis í bardøgum, men samskipa, føra eftirlitsflogfør og líknandi. At senda hermenn inn í Sýria er eitt stórt stig at taka hjá einiog­ hvørjari stjórn. Og hetta er enn eitt galdandi mark hjá flest øllum londum. Eygleiðarar hava peikað á, at júst hetta hevur givið IS møgu­ leika at fáa fastatøku í økinum. Irakskar herdeildir og illa skipaðar upp­reistrarherdeildir í økinum hava ikki megnað at staðið ímóti stríðsmonnunum hjá IS. Herumframt hava kurdiskar herdeildir í langa tíð aftra seg í stríðnum ímóti IS, hetta er tó broytt, við at kurdiskar herdeildir hava tikið seg fram í økinum síðstu tíðina. Russar koma inn stríðið Russiska hermegin kom 30. sep­ tembur 2015 inn í stríðið í Sýria. Og russar hava við síni miklu hermegi í Sýria grundleggjandi broytt gongdina í krígnum. Endamálið við russisku luttøkuni er, sum kunngjørt, at stríðast ímóti yvirgangi, og hetta verður gjørt við dyggum stuðli til forsetan í Damaskus og hansara herdeildir. Russland hevur eisini framt bumbuálop ímóti IS, men hesi loft­ álop eru ikki samskipaði við sam­ gonguna, ið USA førir. Sambært BBC eru tað fleiri og fleiri keldur, ið vísa á, at bumbumálini hjá russiskum stríðsflogførum í størri mun hava verið onnur enn støðir hjá IS. Alt hetta kemur undir stríðið ímóti IS og at basa yvirgangs­felags­ skapinum. Hóast ætlanin fyri fram­ tíðina alment ikki er greitt lýst, uttan tað at basa IS, so samlar IS, sum felagsfíggindi, eina møguliga hernaðarliga samgongu tvørturum skilnaðin millum USA og Russland. Men, sanniliga eru viðurskifti, ið seta kílar í eitt møguligt samstarv ella samskipan av bumbuálopum í økinum, millum samgonguna við USA á odda einu megin og russar og stjórnini í Damaskus hinumegin. Hættislig støða - Turkaland og Russland Feskasta dømi um hetta er ákærur hjá sýriskum myndugleikum um at amerikonsk bumbuflogfør hava dripið tríggjar sýriskar hermenn og løsta 13 aðrar. Amerikanskar hernaðarkeldur vístu týsdag í hesi vikuni ákærunum frá sær og vístu til, at tað helst vóru russisk flogfør, sum av misgávum raktu sýrisku her­ støðina. Eitt annað sera álvarsamt dømi er hendingin har turkisk stríðsflogfør skutu eitt russiskt flogfar niður 24. novembur. Viðurskiftini millum Turkaland og Russland eru tí á einum lágmarki. Og síðan hendingina 24. novembur er ein røð av álvarsomum tiltøkum og hvassur orðadráttur farin fram: ákærur um samstarv og keyp av olju frá IS er farnar bæði aftur og fram millum londini, eitt russiskt handilsbann ímóti turkiskum vørum er sett í verk, russisk hernaðarlig tiltøk í økinum júst sunnanfyri turkiska markið eru munandi herd og turkar ákæra russar fyri at føra etniska útreinsan í økinum. Og síðan er tað hendingin farna sunnudag, tá ið ein russiskur hermaður við einum jørð-til-luft missil-avsendara á økslini, bleiv avmyndaður umborð á einum russiskum herskipi, ið sigldi ígjøgnum Bosporus Sundið, og júst framvið stórbýnum Istanbul. Myndirnar blivu almannakunngjørdar í turkiskum miðlum og vaktu mikla øsing hjá turkiskum myndugleikum. Sambært tyriska Hurriyet Daily News, liggja tíggju herskip, um­framt turisk og russisk herskip, í Miðal­ havinum, í økinum út fyri Turkaland og Sýria. Herímillum amerikanska USS Roosevelt og franska Charles de Gaulle og trý NATO-herskip. FLEIRI LOND UPP Í ALTJÓÐA, HERNAÐARLIGU LUTTØKUNA Í SÝRIA Stríðið ímóti IS í Miðeystri er uttan iva ein knortlut og avbjóðandi leið - álvarslig tekin um ólík áhugamál og endamál millum tjóðir vísa seg longu Okkara serfrøðingur í viðurskiftum kring Miðeystur og arabiska heimin Johan Jacobsen, cand. Mag. í arabiskum, við servitan um Sýria og arabiska heimin. MIÐEYSTUR Á veg fram við stórbýnum Istanbul, ígjøgnum Bosporos Sundið, umborð á einum russiskum herskipi, varð ein russiskur hermaður avmyndaður standandi við einum missilavsendara