hósdagur 10. desember 2015síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 143
35
JOHAN JACOBSEN
Frakland er tað vesturlendska
landið, ið søguliga hevur havt størst
tilknýtið til arabiska heimin. Tíðin
við europeiskum hjálandaveldi í
arabiska heiminum byrjar eisini við
Fraklandi og Napoleon Bonaparte,
sum hertekur Egyptaland í 1798. Í
1801 er tað bretar, ið noyða franskar
herdeildir út úr landinum.
Tað er serliga í Norðurafrika, at
fransmenn hava verið til staðar sum
hjálandaveldið, bæði við hermegi og
við franskari fyrisiting og vinnulívi.
Men seinni eisini í Sýria og, í enn størri
mun, í Libanon hevur Frakland havt
ein leiklut - her sum sokallað mandat-
makt undir 1. og 2. Veraldarbardaga.
Í Libanon hevur til dømis franska
málið framvegis ein stóran leiklut í
barnaskúlaskipanini og fleiri libanar
tosa væl franskt. Diplomatiska sam
bandið til Libanon hevur eisini verið
gott.
Og tað er í hesum samanhang
inum, at viðurskiftini millum Sýria
og Frakland blíva fløkjaslig og køld.
Uppíblandingin hjá Sýria í libanska
samfelagnum og so morðið á for
sætisráðharran Rafiq Hariri í 2005
eru grundir til, at Frakland hevur
havt eitt sera vánaligt samband við
stjórnina í Damaskus.
Morðið á libanska forsætis
ráðharran, Rafiq Hariri
Frakland, við Jacques Chirac á
odda, tók stig til at stovna serliga
dómsstólin, hin sokallaði Special
Tribunal for Lebanon, sum kannar
morðið á táverandi libanska
forsætisráðharran. Rafiq Hariri
doyði saman við 21 øðrum, tá ið ein
vøruvognur fyltur við spreingievni
rendi inn í hansara bilafylgi í
miðbýnum í Beirut. Dómstólurin,
reistur av Trygdarráðnum hjá ST, er
framvegis virkin og kannar umframt
hesa atsóknina, eina røð av morðum á
libanskar politikarar og tíðindafólk, ið
vóru atfinningarsom mótvegis Sýria.
Hizbollah og sýriska fregnar
tænastan hava verið sett í samband
við morðið, og fimm persónar úr
shiamuslimsku libansku rørsluni Hiz
bollah eru undir illgruna. Morðið førdi
til friðarligu Sedristræ-kollveltingina
í Libanon, sum førdi til, at tær 14.000
sýrisku herdeildirnar í Libanon
vórðu noyddar at trekkja seg. Fyri
stjórnina í Damaskus var hetta eitt
stórt niðurlag, og harumframt hevur
stýrið, orsakað av hesi tilgongd við
rættarmálinum, kent eitt altjóða
trýst á sær.
Rýmingar fáa
friðskjól í París
Hóast Assad var á almennari vitjan
í Fraklandi hjá Sarkozy, fyrrverandi
forseta, í 2010, so hava viðurskiftini
verið ring. Tað var undir Jacques
Chiraq, at diplomatiska samskiftið
við Sýria fekk ein bráðan enda í tíðini
eftir 2005. Jacques Chiraq og hin
myrdi Rafiq Hariri vóru persónligir
vinir. Tá hansara forsetaskeið var
runnið í 2007 flutti Chiraq við konu
síni inn í íbúðina í París hjá Hariri-
familjuni, ið liggur nærhendis kenda
savnið Louvre.
Herafturat hevur Frakland til
vana at geva friðskjól til andstøðingar
av Assad-stjórnini og somuleiðis eini
røð av rýmingum úr sýrisku stjórnini.
Ein er Rifat al-Assad, sum í 1984 sum
generalur royndi seg við einum
stjórnarkvetti ímóti egna bróðiri
sínum og táverandi forseta, Hafez
al-Assad, tá ið hesin lá á sjúkrahúsi
við hjartatrupulleikum.
30. desembur í 2005 var so talan
um sýriska varaforsetan, Abdul
Halim Khaddam, sum á kendu
arabisku sjónvarpsrásini Al-Arabiya
legði eftir stjórnini. Khaddam er av
kendaru sunni-muslimskari familju
og var tá ein av gamla ættarliðnum
av ráðgevum og generalurm hjá
forsetanum. Stutt eftir hetta kunn
gjørdi hann á tíðindafundi í Brússel
stovnanina av einum nýggjum
andstøðubólki í útlegd, ið arbeiðir
fyri einum stjórnarskifti í sýriska
heimlandinum.
Í 2012 er tað ein av ovastu
generalunum, ið slapp sær og familju
síni óskalaðari úr landinum. Hesin,
Manaf Tlass, var eisini úr eini kendari
og mætari sunnimuslimskari familju.
Og øll familjan fór úr landinum,
bæði pápi hansara, bróðurin, konan
og børnini. At ein so týðandi partur
av kjarnuni kring sýriska forsetan
rýmir, ber boð um ein grundleggjandi
sundurskilnað í Sýria, og serliga
í stjórnini, har flest øll av mætu
sunnifamiljunum í landinum sleppa
sær til rýmingar.
Hesi báðir vóru oddamenn í
stjórnarleiðsluni hjá Assad og umboða
tann lítla partin av sunnimuslimum,
sum eru komnir uppá nakrar av
ovastu rókunum í samfelagnum.
Teir eru tó ikki neyðturviliga líka
so væl lýddir millum vanliga fólkið,
og ei heldur uppreistrarfólk. Men,
teir hava ein felagsfígginda, sum er
stýrið hjá Assad forseta. Báðir búgva
teir í París.
Soleiðis er tað lítið, ið Frakland
og Assad forseti í Sýria hava í felag,
annað enn felagsfíggindan í IS.
Hetta er partur av teimum viður
skiftum, sum gera seg galdandi, tá
ið umræður møguleikarnar fyri
einum samstarvi millum Frakland
og so Russland, sum stuðlar og verjir
illa sperda forsetan í Damaskus.
Hóast bæði londini eru meint rakt
av yvirgangi frá IS, so er nógv sum
talar fyri, at londini framyvir fara at
hava eitt sera avmarkað hernaðarligt
samstarv í Sýria.
Greining: Ivasama sambandið
millum Frakland og Sýria
Russland og Frakland eru londini uttanfyri Sýria, ið meinast eru rakt av yvirgangsálopum. Tó er tað
ikki givið, at talan verður um eitt umfatandi samstarv millum hesi bæði londini í stríðnum í Sýria
Lond við stríðsflogførum
ella hermonnum, ið luttaka
í stríðnum í Sýria:
Gordiski knúturin í Sýria - stutt sagt
Kurdar ynskja fleiri vápn og stuðul í bardaganum ímóti IS.
Turkar ynskja at halda kurdum frá sjálvræði í Sýria - eins og kurdar hava megnað tað við føderala statinum
Irak, har teir hava sín egna stat og herdeildir. Turkar senda herdeildir inn í Irak við sama endamáli.
Saudi Arabia, onnur Golf-lond og Turkaland stuðla sýriskum uppreistrarmonnum við vápnum og fígging, ið
berjast ímóti Bashar al-Assad.
Russland og Iran stuðla sýriska forsetanum við hermonnum, ráðgevum, vápnum og meiri; herumframt berjast
hermenn frá libansku rørsluni Hizbollah lið um lið við hermenn hjá Assad ímóti uppreistrarherdeildum.
Iran og Saudi Arabia eru í einum køldum kríggi yvir ávirkan í Miðeystri, serliga viðvíkjandi Sýria, umframt
Libanon, Yemen og smærru statunum í Persiska Flógvanum.
Millum Turkaland og Russland hevur eitt innanhýsis stríð tikið seg upp. Hetta byrjar av álvara 24. novembur, tá
ið turkisk flogfør niðurskjóta eitt russiskt stríðsflogfar, tveir russar lata lív í samband við tilburðin, ein pilotur
og ein hermaður. Nú er ein russisk handilslig blokada av Turkalandi ávegis, og sunnumorgunin 6. desembur,
eitt slag av provokatión við russiska hermanninum og einum missilavsendara.
Ísrael
USA
Frakland
Bretland
Avstralia
Kanada
Turkaland
Jordan
Katar
Arabisku Emiratini
Bahrein
Saudi Arabia
Russland
Iran
Herdeildir hjá libansku rørsluni
Hizbollah
Týskland
(stuðlar
við
hernaðarligum starvsfólki o.ø.)
Napoleon Bonaparte hertekur Egyptaland í 1798. Frakland er tað vesturlendska
landið við størsta tilknýtinum til arabiska heimin. Framvegis er hetta galdandi við
norðurafrikanskum londum sum Tunesia og Algeria, men eisini Libanon