hósdagur 10. desember 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 143
36
Eyðun Hansen
Yvirskriftin á sein
asta lesarabrævinum
hjá mær, var kanska
nakað ógvuslig, men
alt byrjaði fyrst í
august í ár, tá eg
spurdi, um eg kundi
fáa upprunatekning-arnar av eina
lemminum, sum Magnus Heinason
(MH) brúkar til yvirlitstrolingarnar.
Tað var eingin trupulleiki, eg skuldi
bert kontakta skiparin á MH, og
hann segði eg skuldi fáa tær tá teir
komu innaftur, men seinri staðfesti
skiparin at ongar tekningar vóru
umborð. Eg bleiv so vístur til annan
mann á Havstovuni, og hann fann
heldur ongar tekningar.
Nú bleiv eg bara enn meira for
vitin um, hvussu royndirnar hjá
MH, blivu gjøgnumførdar. Tí spurdi
eg um tekningar av trolinum, millum
stykkinum og posanum. Eg fekk
tekningina av trolinum eina viku
seinri, men ikki fyrr enn hálvan
november fekk eg eina tekning til
lemmin, sum vóru frá 2009. Tað eru
nógvar møguleikar at stilla lemmar,
men tað vísir seg, sum eingin kennir
hvussu uppruna stillingin var.
Tekningina av posanum fekk eg
mánadagin í hesi vikuni, og er hon
er gjørd í oktober í ár. Út frá teimum
tekningum, eg havi fingið, so er
meskastøddin í millumstykkinum
135 mm og í posanum 40 mm.
Nú blívur lesarin í ørviti av øll
um hesum tølunum, men tað er
sera óvanligt ikki at minka meska
støddina líðandi, t.v.s. frá 135 mm
til 100 til 70, fyri síðan at koma til
40 mm, tí annars fær man tað man
kallar “pøsa effektina”, tað er sum
man sleipar ein spann eftir sær og tá
spannin blívur full, verður vatnið so
pressað til síðis frammanfyri.
Tá tú hevur 135 mm beint fram fyri
40 mm, so er vandi fyri, at fiskur kann
fara út aftur gjøgnum millumstykki.
Hetta er ein so stórur feilur, og
man hevur ringt við at trúgva at
tað bleiv gjørt frá uppruna, men
trúgvi heldur at tað er blivið soleiðis,
onkutíð tá ið teir hava skift trol. Men
alt verður bert gitingar, tá ið ongar
upprunatekningar eru til. Eri glaður
fyri at eg fekk teir at tekna posa av,
tað rokni eisini við, at teir eru. Tí um
Magnus Heinason hevði mist posan,
so hevði verið ómøguligt at gjørt ein
eins posa uttan tekningarnar.
Petur Steingrund nevnir í aftur
svarinum til mín, “at tað er ógreitt í
hvønn mun óljóð ávirkar fisk”. Har
haldi eg tey áttu at vitað betur, tí óljóð
órógvar veiðuna sera nógv, og tað
hava nógv skip havt ringar royndir
av. Teir kundu bara ringt umborð á
onkran trolara, og spurt, tí har høvdu
teir fingið eitt greitt svar. Óljóð kann
koma frá degi til annan, og um ein
ikki fiskar saman við øðrum skipum,
er nærum eingin møguleiki, at finna
út av tí, uttan at taka ljóð royndir.
Trupulleikin hjá Havstovuni nú er, at
teir ongantíð hava tikið ljóð royndir,
og tí einki hava at samanbera við, og
tí kunnu teir ikki vitan nær ella um
ljóði hevur broytt seg øll árini. Tað ger,
at serian av royndum, teir hava havt
MH, øll árini kann verða óálítandi, og
serliga um tað møguliga ikki hevur
verið sama innstilling á lemminum
alla tíðina. Trolið hevur, sum skilst,
verið tað sama øll árini, men hvussu
hevur samanspæli verið millum troli,
millumstykki og posan veri.
Men eg vil takka Petur Steingrund
fyri at hava givið mær tekningarnar.
Um eg skal siga tað sjálvur, so
haldi eg at tað er komi nógv burtur
úr hesar seinastu fíra mánaðirnar
eg havi roynt meg sum granskara.
Um hendan skrivingin kundi ført
til, at tá Havstovan fær nýtt skipi, so
verða ljóð roynd gjørd beinanvegin
og fylgdar upp á hvørjum árið, og
at góðar tekningar blíva umborð á
nýggja skipinum av øllum trolinum
og lemmum.
Petur Steingrím nevnir í sínum
svari, at grundin til at eingin fiskur
er, er ikki bara ovurveiða, men eis
ini grunda á umhvørvi, men tað
er sjálvandi bara skipunum farast
kann eftir. Havstovan mælti í ár til,
at taka allar óbrúktar dagar inn hjá
skipinum, sum fiska tosk, fyri síðan
at skera teir brúktu dagarnar niður í
helvt. Tað vil siga, at tað bert høvdu
verið 25% av fiskidøgunum eftir, hjá
hesum bólkum. Hetta nú – tá tað
verður sagt frá, at nógv meira toskur
er til.
Samanumtikið má Havstovan
gera tilmælið undir ábyrgd, og
tryggja sær, at grundarlagið undir
tilmælinum byggir á álítandi data.
Jónleif Johannesen
Javnaðarflokkurin
Pensjónin byggir í
dag á eina sosiala
p e n s j ó n s s k i p a n
og samhaldsfasta.
Meginreglan er, at
í Føroyum hava øll
rætt til virðilig kor
á ellisárum. Grundupphæddin og
Samhaldsfasti eru tvey stykkir av
somu alin. Tey byggja bæði á sosialu
kontraktina millum borgararnar
og millum ættarliðini. Vit gjalda øll
eftir førimuni inn í hesar skipanir
og fáa eins krónutal út. Umframt
grundupphæddina og samhaldsfasta,
ið ikki verða mótroknað, men standa
øllum í boði, er viðbótin partur av
pensjónsskipanini. Viðbótin verður
mótroknað. Fulla viðbót fáa pen
sjonistar, ið hava inntøku minni
enn 60.000 kr um árið við síðunar av
pensjónini og samhaldsfasta. Hevur
ein pensjonistur aðra inntøku, fyri
meiri enn 60.000 kr. verður viðbótin
mótroknað.
Sosiala pensjónin
er slútakslað
Í 1959 kom fólkapensjónin. Tá var
hon goldin eftir sama leisti, sum sam
haldsfasti í dag verður goldin eftir. Í
1973 fór fólkapensjónin inn í fíggjar
lógina og var skattað eins og øll onnur
útgjøld. Í 1999 var fólkapensjónin býtt
upp í tvey. Skattafría grundupphædd
og viðbót. Grundupphæddin er síðani
ikki prísjavna og er minka í virði
á hvørjum ári. Politiska skipanin
hevur í ára tíggju vita av, at tað
verða fleiri pensjonistar fyri hvørt
fólk á arbeiðsmarknaðinum, sum
árini ganga.
Í 1959 vóru fleiri enn 15 fólk á
arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pen
sjonist. Í dag eru fýra og framyvir siga
útrokningarnar, at tað verða einans
tvey fólk á arbeiðsmarknaðinum
fyri hvønn pensjonist. Hetta ger at
skipanin hevur sera stórar avbjóð
ingar.
Umframt at skipanin skal leggja
uppfyri, at vit gerast fleiri eldri, fekk
hon eitt skot fyri bógvin av undan
farnu samgongu. Undanfarna sam
gonga valdi at forskatta pensjónir og
at brúka peningin til ein skattalætta
til hálønt. Hetta gjørdi at sosiala
pensjónin í dag er somikið slútaksla,
at ikki byggist á hennara herðar
aleina.
Samhaldsfasti
breiðar herðar
Í 1992 vóru fyrstu inngjøldini goldin
inn í Samhaldsfasta. Samhaldsfasti
byggir á solidariska prinsippið, har
allir løntakarar rinda sama prosent
part av lønini inn, meðan øll fáa
somu upphædd út, tá ið tey eru pen
sjónistar. Hetta merkir at hálønt
rinda lutfalsliga meiri enn láglønt
inn, men øll fáa somu upphædd út
aftur.
Skipanin er sera einføld og kostar
nærum einki í umsiting. Hetta kemst
av at meginparturin av tí, sum verður
goldið inn frá øllum løntakarum síðst
í hvørjum mánað, verður kanaliserað
beint út aftur til pensjonistarnar,
sum allir fáa somu upphædd. Rest
in verður spard upp í ein grunn,
sum hevur til endamáls at standa
ímóti avbjóðingini við vaksandi pen
sjonistatalinum fyri hvørt fólk á
arbeiðsmarknaðinum.
Undanfarna samgonga kravdi,
at allir løntakarar skuldu spara
upp til egna eftirløn. Kravið var,
at arbeiðsgevari og arbeiðstakarar
skipaðu viðurskiftini á tann hátt,
at øll skuldu spara upp til sín sjálvs.
Uppsparingin skal hækka prosentvíst
eftir hvørjum ári, til hon í 2028 er 15
%. Við at leggja ein part av egnari
uppsparing um til samhaldsfasta,
tryggja vit pensjónsøkinum eitt høgt
grundstøði. Hendan umlegging kann
fremjast uttan at broyta fortreytirnar
á arbeiðsmarknaðinum stórvegis, tí
kravið um uppsparing er stungið út
í korti. At spara ein part upp í felag
og ein part upp hvør sær, kostar tað
sama sum at spara báðar partarnar
upp til sín sjálvs.
Hinvegin kann umleggingin
styrkja og tryggja pensjónsøkið, tí
við at spara størri part upp í felag, er
upphæddin vit øll fáa út væl hægri.
Á tann hátt tryggja vit eitt hægri
grundstøði undir pensjónini, har
eingin dettur niður í millum.
Samhaldsfasti er ein skipan, ið
hevur fleiri fyrimunir.
• Samhaldsfasti verður prísvið
gjørdur
• Samhaldsfasti verður skattaður
við útgjald, og loysir tí partvíst
trupulleikan við forskatting av
pensjónum.
• Samhaldsfasti verður skattaður
við útgjald, so samsvar er millum
skattakrónur og tal av pensjón
istum.
• Samhaldsfasti kostar nærum einki
í umsiting
• Samhaldsfasti verður ikki mót
roknaður, um ein arbeiðir meðan
ein er pensjonist
• Samhaldsfasti ávirkast ikki um ein
sparir upp sjálvur
• Samhaldsfasti mótroknar ikki
millum hjún ella inntøku
• Við samhaldsfasta fer nógv størsti
parturin av pengunum beinleiðis í
umferð í Føroyum
Samhaldsfasti hevur breiðar herðar,
og skulu vit áhaldandi halda megin
regluna, at í Føroyum hava øll rætt
til virðilig kor á ellisárum, so mugu
vit flyta ein part av grundarlagnum
frá sosialu pensjónini yvir á sam
haldsfasta.
Byggja á breiðar herðar
Samhaldsfasti hevur breiðari
herðar og kann lyfta, meðan sosi
ala pensjónskipanin er, orsaka
av forskatting, øktum tali av pen
sjonistum og manglandi politiskari
støðutakan gjøgnum ára tíggju,
vorðin slútaksla.
Sosiala pensjónskipanin skal
áhaldandi verða ein týðandi partur
av okkara pensjón, men fyri at hon
aftur skal kunna rætta ryggin, er
neyðugt at lætta um ábyrgd hennara
í verandi løtu. Hóast vit lætta um
byrðuna hjá sosialu pensjónini, dett
ur eingin niður í millum, tí við henn
ara lið stendur Samhaldsfasti. Sam
haldsfasti, ið megnar at taka takið,
so allir pensjonistar í 2016 fáa meira
at liva fyri.
Slútakslað og breiðar herðar
KJAK
Svar til Havstovuna