hósdagur 10. desember 2015síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 143
37
Ólavur Waag Høgnesen
Fyrisiting av ikki-
søguligum tilfeingi:
Landsstýrismaðurin
Høgni Hoydal má
velja ímillum at
koma í andsøgn við
l ø g t i n gs m a n n i n
Høgna Hoydal ella at koma í andsøgn
við sína egnu fyrisiting
Sosialurin hevði herfyri grein um
Høgna Hoydal, sum er komin á sessin,
har tað leikar harðast á (Sosialurin 27.
nov. 2015 s. 30). Sum landsstýrismaður
í fiskivinnumálum er hann komin á
ein urias-post.
Hann hevur kritiserað frá
farna fiskimálaráðharran, Jacob
Vestergaard, ógvusliga, serliga fyri
fyrisitingina av makreltilfeing
inum í føroyskum sjógvi, og í
2012 kærdi hann táverandi lands
stýrismannin (og løgmann) fyri
landsstýrismálanevndini í sambandi
við fyrisitingina av hesum máli.
Í skrivi til nevndina, dagfest
13. juni 2012, kærdi Høgni Hoydal
Høgni partvís yvirskipaðu fyrisit
ingarligu avgerðirnar hjá landsstýris
manninum og løgmanni, og partvís
sokallaðu makrelkunngerðina.
Hoydal um Vestergaard: Livdi ikki
upp til krøvini til rættarsamfelag?
Og løgtingsmaðurin legði ikki
fingrarnar ímillum. Viðvíkjandi
yvirskipaðu
fyrisitingarligu
avgerðunum skrivar hann, at:
- avgerðirnar hjá landsstýrinum
uppfylla eingi av krøvunum til
fyrisiting í einum fólkaræði og
rættarsamfelag
- fyrisitingin er eyðkend av, at har
eru ongar lógarreglur og heimildir
- har eru ongar grundaðar siðvenjur
- har er einki gjøgnumskygni
- har einki eftirlit við, at lóg og rættur
verða hildin
- sakliga grundarlagið undir avgerð
um ikki kann eftirkannast og kær
ast og
- talan er um tilvildarligar og ymiskar
avgerðir fyri tey, sum skulu virka
undir lógini.
Viðvíkjandi makrelkunngerðini var
Høgni Hoydal eins avgjørdur. Hann
kærir um at:
- hon er ikki í samsvari við greiðar
lógarheimildir, fyrisitingarligar
rættarreglur ella siðvenjur
- hon er greitt brot á grundreglurnar
í lógini um vinnuligan fiskiskap við
víkjandi skipabólkum og bólkabýti
og
- landsstýrismaðurin uttan lógar
grundarlag ásetir sær sjálvum
nýggjar heimildir at býta út og flyta
kvotur og virðir millum fiskifør eftir
tilvildarligum avgerðum
Heimildarloysi?
Høgni Hoydal vildi hava lands
stýrismálanevndina at kanna,
um fyrisitingin er farin fram í
heimildarloysi og um ólógligar
avgerðir er tiknar. Fiskimálaráðið
svaraði atfinningunum frá Høgna
Hoydal í skrivi 18. juli, men 6. mai 2013
– áðrenn landsstýrismálanevndin
var komin við eini niðurstøðu – tók
Høgni Hoydal kæruna aftur. Grund
gevingin var, at Høgni Mohr hevði
kært til Løgtingsins Umboðsmann
og at Pf. Líraberg hevði stevnt Fiski
málaráðnum.
Nú situr Høgni Hoydal so í stóli-
num hjá Jacob Vestergaard og skal
fyrisita ikki-søguligt tilfeingi, t.v.s.
tilfeingi, sum ikki í forhond ligg
ur til ávísar rættindahavarar sam
bært lógini um vinnuligan fiski
skap. Og hann skal eyðvitað liva
upp til tey krøv, ið hann gjørdi seg
til talsmann fyri í kæruni til lands
stýrismálanevndina. At geva sær ráð
hevur eina fyrisiting við løgfrøði
ligum og øðrum fakligum kunnleika
at halda seg til.
Skeri eg teg her ….
Alt bendir á, at fyrisitingin í dag hevur
somu áskoðan um heimildir sum í
2012. At komið við grundleggjandi
øðrvísi ráðgeving hevði verið at
viðurkent, at ráðgevingin í 2012
(og 2013, 2014 og 2015) var skeiv. So
tað er lítil ivi um, at fyrisitingin
streingir á at brúka sama leistin.
Velur landsstýrismaðurin Høgni
Hoydal at halda seg til uppfatanina
hjá fyrisitingini og fylgja tilmælum
hennara, so er tað í stríð við upp
fatanina hjá løgtingsmanninum
Høgna Hoydal, sum í 2012 kærdi Jacob
Vestergaard fyri heimildarloysi …
Hevur landsstýrismaðurin nakað
alternativ?
… so missi eg teg har
Tað kundi verið uppfatanin hjá
Pf. Líraberg. Ímillum uppfatanina
hjá Fiskimálaráðnum og ta hjá Pf.
Líraberg finst einki kompromis: tær
standa steyrrættar upp ímóti hvørji
aðrari. Tá ið Høgni Hoydal í 2013 tók
kæruna til landsstýrismálanevndina
aftur, so var tað við teirri grundgeving,
at rætturin er ein betur egnað skipan
at avgera málið. Trupulleikin hjá
landsstýrismanninum er bara, at
Eystari landsrættur helst ikki tekur
avgerð í málinum fyrrenn til várs.
Landsstýrismaðurin kann velja at
fylgja uppfatanini hjá Pf. Líraberg.
Velur landsstýrismaðurin Høgni
Hoydal at halda seg til uppfatanina
hjá Pf. Líraberg, so kemur hann í
andsøgn til sína egnu fyrisiting …
Yvirlivir Urias …?
Eftir míni bestu sannføring eru upp
fatanin hjá fyrisitingini og tann hjá
Pf. Líraberg einastu alternativini.
So landsstýrismaðurin má velja!
Men livast má og fiskast má, og tíðin
gongur! So landsstýrismaðurin má
taka eina avgerð. Fyrisitingin skundar
undir, landskassanum fattast pengar
og teir sum plagdu at fáa, ótolnast …
Tað er valla nakar, ið øvundar
landsstýrismanninum ta støðu,
hann er í. Munurin á Høgna Hoydal
og Uriasi er bara tann, at meðan Urias
lat seg lokka at fara á útsetta postin
á hermótinum, so hann skuldi falla,
so er Høgni Hoydal borin út á urias
postin eftir egnum ynski.
Spurningurin er, um hann kemur
livandi frá tí …
Hvar er løgmaður?
Urias má høgga – henda veg ella handa veg!
Gleð eitt barn á jólum
Gev eina jólagávu, sum veruliga munar
Í Føroyum eru børn, sum kenna avleiðingarnar av fátækt. Tey føla tað
hvønn dag, og jólini eru serliga svár. Í felagsskapi kunnu vit geva hesum
smáu eina góða gávu og ikki minst eini gleðilig jól saman við familjuni.
Tú kanst hjálpa við at flyta eina upphædd á eina av hesum kontum:
9181 - 998.389.0
9870 - 988.447.6
6460 - 995.133.6
9865 - 988.804.1
ella við gjaldkorti á www.takk.fo
Jólini verða betri, tá ið vit hugsa um hvønn annan!