Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-10, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 143 38 UMMÆLI EFTIR JÚSTINUS LEIVSSON EIDESGAARD T að eru trý ár millum okk­ um, og eg eri eldri, og bók­ in er hugvekjandi fyri meg, tí eg eri ein partur av høvuðshendingunum, standi bert á einum øðrum stað enn høvundurin, síggi tingini frá ikki akkurát sama vinkli, og tað sær ongin. Her er talan um ævisøguligar endurminningar, sum verða settar inn í søguna, sum gongur fyri seg kring okkum og uttanfyri okkum, uttan­fyri landoddarnar. Tað er altíð spennandi at sleppa at kaga inn í lívið hjá einum rithøvunda og tí er ævisøgur ella endirminningar hugtakandi. Tær kunnu eisini vera vónbrótandi, tí vit hava tað við at gera okkara egnu søgu um persónar, og tá vit nú hoyra, hvat høvundurin sjálvur leggur í eina søgu, so er ikki altíð samljóð millum tað vit sjálvi tulka og tað høvundurin hevur langt til grund. Eg eri ikki maður fyri at meta um bókmentaliga virði í eini ævisøgu, tað kann so ongantíð gerast til annað enn mín meting, men eg kann geva eina meting av einum tíðarskeiði, sum eg sjálvur havi upplivað og her er Steintór neyvur og rættuliga sannur. Fyri meg vil Steintór altíð standa sum skapandi ódnin aftanfyri tón­ leikaliga nýbrotið Frændur, og teirra fyrsta útgáva, sum kom út fram í móti miðjuni av áttatiárunum í farnu øld. Her var veruliga talan um nýbrot, sum talaði til hjartað. Nýggir tónar, nýggir sangir, ungdómsins vreiði og uppreistur og ein deiliga óbúgvin og barnslig tilgongd til lívið. “Hundurin brúni” gjørdist eitt “hitt” langt út yvir tað vanliga í føroyskum høpi. Og fyrst og fremst, tí talan er um eitt knallgott lag, evnað av Steintóri og síðan teksturin, sum í føroysku málbúna lýsir klassamunin, nakað sum upptók okkum vinstrahallu uppreistrarsinnaðu, sum so fegin vildu ganga aðrar leiðir, enn undan varð slóðað. Steintór fer í bókini aftur um yrkingarnar, eini hundrað í tali. Yrkingar, sum vit hava gjørt okkum okkara egnu tankar um, ið eru eins berættigaðir og hansara egnu. Og forvitnisligt er at síggja, hvussu hann sjálvur kelar fyri sínum yndisbørnum í teksti. Steintór er 55 ár, eg eri 58 ára gamal, vit hava góðar 1200 felags vinir á facebook. Vit hava nógv til felags og serliga tíðina vit hava livað. Og tíbetur eru vit ymiskir. Meðan Steintor eksploderaði í áttatiárunum í kreativiteti, stríddist eg við at gerast vaksin og stýra lívinum og nú tori eg at skriva, at eg næstan øvundaði honum, at hann fekk so nógv frá hondini. Men sjálvt í øvund kendi eg stóra gleði av tí hann fekk frá honum. Tónleikur og orð hava tað við sær, at tey finna leið inn í sinnið og har liva tey sítt egna lív og tey verða tikið fram og viðgjørd av heilanum, tí stóru telduni, sum enn ongin mannagjørd telda kann kappast við og í hesi telduni hevur tónleikurin livað, síðan eg hoyrdi hann fyrstu ferð. Hann er slitsterkur og dygdargóður og fyri meg eru Frændur við oddamanninum javnmettir við Kim Larsen, Sebastian og Afzelius og enntá uppreistrarróp longur úti í heimi. Eg havi undrast hvussu tað ber til, at tónleikur hevur havt gróðrarbotn í okkara fiskivinnuhøvuðsstaði, sum er so gjøgnumseyraður av hægri málum sum materialismu og Gudi. Tað er ein sannroynd, at uttan ískoytið innan Klakk hevði føroyskur popptonleikur verið munandi fátækari. Her norðuri í okkara parti av landinum varð tú ikki roknaður fyri nakað, uttan at tú sigldi og helst vann gylt av peningi. Og høvundurin tekur hetta fram, tí neyðugt er at fortelja, at hann var nakrar vikur við nótabátinum Durid, fyri at vísa á, at hann eisini er maður og at hann hevur pissað í saltvatn. Eg sigldi eisini sum ungur eitt sindur, og tað var bara fyri at vinna pengar og prógva, at eg eisini var maður. Eg hvørki treivst ella tímdi at vera til skips. Eitt tað besta eg visti sum smá­ drongur, var í føðingardøgum at sleppa at hyggja í myndabøkurnar hjá fólki. Hetta lovar Steintór okkum í bókini. Vit kunnu fylgja høvundan­ um og lívsbókin vekir nógv hugnalig minnir. Og vit sleppa eisini at heilsa upp á ungdómsmentorin hjá Steintór, Helle Heinesen, sum fekk stóran týdning fyri ung í Klaksvík og Eysturoynni, ta stuttu tíð hon fekk loyvi at virka, áðrenn krabbamein feldi hana. Rørandi at lesa um hetta sterka vinar­ band. Eg lesi bókina hjá Steintór sum eina ávegis søgu og tað skuldi ikki undrað meg, um vit fáa eina líknandi søgu aftur at frá hansara penni um eini 20 ár. Virkin er hann sum fáur og hevur dirvið at skapa. Steintór er ein íblástur, tí hann torir at vera tann hann er og hann er ikki bangin fyri at ganga nýggjar leiðir. Soleiðis skuldu øll verið. Eina fullkomna ævisøgu um Stein­tór mugu onnur skriva, men hetta er frískligt, sum 55 ára gamal, at luta lívið á hendan hátt fyri almenn­ inginum. Tað er djarvt av Steintóri. Tann fullkomna bókin er ikki skrivað enn, men eg keddi meg ikki at at lesa um Steintór og vinirnar, um kærleika og frið og so sjálvandi eitt sindur av lívsins døkku síðu eisini. Skaparin úr Grótinum Ein, sum er kreativur, er skapandi, og Steintór Rasmussen hevur verið skapandi sum fáur, nú tímaglasið hevur hevur talt 55 ár í niðaru helvtina av glasinum. 400 síður eru prentaðar upp undir jól í ár, sum vísa brotpettir úr hesum skapandi í bókini »Lívið er mítt listaverk«