Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-10, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2015síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 143 40 ÍTRÓTTUR FÓTBÓLTUR Bayern Munchen er í løtuni besta boðið at vinna Champions League, meðan sponsku risarnir, FC Barcelona og Real Madrid, elta enn ein sigur í meistarakappingini. Vit meta í blaðnum um Champions League kappingina BAYERN ER Champions League TRÓNDUR ARGE B ólkaspælið í Champions League er nú liðugt. Nú eru bara sekstan tey bestu fel­ øg­ini eftir í kappingini. Vit hyggja nærri at bólkaspælinum, og hvør er favorittur at vinna kapping­ ina hesaferð Spania og Ongland eru topp­skor­ arar við trimum feløgum. FC Barce­ lona, Real Madrid og Atletico Madrid úr Spania, og Arsenal, Chelsea og Man­chester City úr Onglandi. Týskland og Italia hava hvør síni tvey við Bayern Munchen og Wolfs­ burg úr Týsklandi, og Juventus og AS Roma úr Italia. Hini feløgini eru PSG, Benfica, PSV, Dynamo Kiev, Zenit og Gent. Lutakastið til 1/8 finalurnar, sum verða spæla í komandi árinum, verða mánadagin 14. desember. Her meta vit um útfallið av Champions League endaspælinum. Bólkavinnarar: Atletico Madrid (Spania) Vit meta: Fjórðingsfinalistar Møgulig mótstøðulið í 1/8 finlauni: Arsenal, PSG, Juventus, Dynamo Kyiv, PSV, AS Roma og Gent Diego Simeone hevur eftirhondini prógvað, at hann kann fáa tað besta úr hópinum hjá Atletico Madrid. Teir komu víðari uttan stórvegis hóva­ sták, men máttu vinna í seinasta dyst­inum, fyri at tryggja sær fyrsta plássið. Atletico Madrid hevur evnini at røkka eini hálvfinalu, men tað krevur helst at sleppa undan feløgum sum Bayern Munchen og FC Barcelona. Teir hava gott taka á Real Madrid, men við Manchester City, Juventus, Chelsea og PSG í kappingini, so er fjórð­ingsfinalan nokk meiri sannlík. FC Barcelona (Spania) Vit meta: Finalistar Møgulig mótstøðulið í 1/8 finaluni: Arsenal, PSG, Juventus, Dynamo Kyiv, PSV, Benfica og Gent FC Barcelona er verandi vinnari, og hevur vunnið Champions League fýra ferðir síðani 2006. Teir hava í Lionel Messi, Neymar og Luis Suarez tríggjar einstaklingar, sum kunnu av­ gera ein hvønn dyst. Trupulleikin hjá Barcelona liggur í breiddini á liðnum. Teir brúka fyri tað mesta bara 13 spælarar, og tað kann fáa sína ávirkan seinni í kapp­ingar­ árinum, tí teir eisini skulu luttaka í World Club Cup. Onki lið hevur megnað at vunnið Champions League tvey ár upp í slag. Barcelona er eitt boð upp á klára tað, men teir eru ikki eins einaráðandi hetta kappingarárið, sum farna kapp­ ingarár. Bayern Munchen (Týskland) Vit meta: Vinnarar av Champions League Møgulig mótstøðilið í 1/8 finaluni: PSG, Juventus, Dynamo Kyiv, PSV, Benfica, AS Roma og Gent Bayern Munchen er í løtuni favorittur at vinna Champions League. Í mun til farna kappingarár tykist liði spæla meiri sum ein eind. Eisini eru fremstu menninir knívskarpir frammanfyri mál­inum. Spælarar sum Robert Lewandowski og Thomas Müller skora nærmast, tá teir hava hug. Sannlíkindini fyri at liðið skramblar saman, sum móti Barce­ lona farna kappingarár, tykjast væl minni. Bayern Munchen er í løtuni besta boðið upp á ein komandi vinn­ ara av Champions League. Chelsea (Ongland) Vit meta: Fjórðingsfinalistar Møgulig mótstøðilið í 1/8 finaluni: PSG, Juventus, PSV, Benfica, AS Roma og Gent José Mourinho er í holt við sítt vána­ ligasta kappingarár sum venjari í longri tíð, men hann er enn við í Champions League. Í 2012 vunnu teir kapp­ingina undir líknandi umstøðu. Tað er ikki sannlíkt hesaferð. Lutakastið verður avgerandi, tí tað er torført at ímynda sær Chelsea vinna á feløgum sum Bayern, Barce­ lona, PSG og Real Madrid. Tó skal José Mourinho ongantíð undirmetast. Manchester City (Ongland) Vit meta: Fjórðingsfinalistar Møgulig mótstøðulið í 1/8 finaluni: PSG, PSV, Benfica, Dynamo Kyiv, AS Roma og Gent Hava fyri fyrstu ferð vunnið ein bólk í Champions League, men tað var ikki sannførandi frá byrjan. Teir eru heldur ikki sannførandi í heimligu kappingini. Serliga er tað verja, sum haltar, men tað eru veik punkt bæði á miðvøllinum og í álopinum. Á einum góðum degi kunnu teir røkka hálvfinaluni, men sleppa teir undan PSG í lutakastinum, so skuldi fjórðingsfinaln verið eitt krav. Real Madrid (Spania) Vit meta: Hálvfinalistar Møgulig mótstøðulið í 1/8 finaluni: Arsenal, PSV, Benfica, Dynamo Kyiv, AS Roma og Gent Hava verið sannførandi í sponsku kapp­ingini, men tað ber illa til at koma uttanum, at Real Madrid vann bólkin sannførandi. Hóast Real Madrid og Rafael Benitez passa ikki saman sum fótur í hosu, men í hes­ um førinum tykjast báðir partar hava sama mál – vinna fyri ein og hvønn prís. Tað kann gera munin í Champions League, í mun til La Liga. Real Madrid hevur hópin, venjarin og søguna, til at kunna vinna kapp­ ingina, men Bayern Munchen og Barce­lona hava munin í løtuni, og tú situr við eini kenslu av, at feløg sum Chelsea, Manchester City, Juventus og Atletico Madrid kunnu pilka við favo­ritt­leiklutin hjá Madrid felag­ num. Zenit (Russland) Vit meta: 1/8 finalistar Møgulig mótstøðulið í 1/8 finaluni: Arsenal, PSG, Juventus, Dynamo Kyiv, PSV, AS Roma og Benfica Hyggja vit eftir møguligum mót­ støðu­liðnum, so eru líkindini hjá Zenit tey ringastu. Hetta tí teir ikki kunnu møta Gent, sum helst er veik­ asta liðið í lutakastinum. Sostatt eru