Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-10, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2015síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 143 41 BESTA BOÐIÐ sann­líkindini hjá Zenit fyri at møta eini sterkari mótstøðu stór. Zenit hevur staðið seg væl í einum, at síggja til, sterkum bólki, men veru­ leikin er, at teir vunnu ein bólk, har Gent bleiv nummar tvey. So tað er ilt at spáa um styrkina hjá Zenit. Wolfsburg (Týskland) Vit meta: 1/8 finalistar Møgulig mótstøðulið í 1/8 finaluni: Arsenal, PSG, Juventus, Dynamo Kyiv, Benfica, AS Roma og Gent Týskararnir kunnu við rætta luta­ kast­inum spæla seg víðari – ongin ivi um tað. Tó hevur Wolfsburg ikki prógv­að, at teir kunnu fáast við tey heilt stóru. Hóast teir í seinasta dystinum í bólka­spælinum vunnu á Man­ chester United, so var sigurin ikki sann­førandi. Taka vit eitt nú Borussia Dort­mund frá 2013, so visti tú longu í bólka­spælinum, at her var okkurt ser­ ligt í gerð. Tað gert tú ikki við Wolfs­ burg, hóast teir í løtum út­spældu Man­chester United. Tvey’arar: Arsenal (Ongland) Vit meta: 1/8 finalistar Møgulig mótstøðulið í 1/8 finaluni: Real Madrid, Barcelona, Atletico Madrid, Zenit og Wolfsburg Er søgan nakað at ganga eftir, so skal Arsenal spæla móti Real Madrid ella Barcelona. So røkka teir helst ikki longri. Sigast skal tó, at Arsenal er sterk­ari enn teir hava verið í eina tíð. Arsenal hevur tó tað við at klokka í tí, tá mest stendur á. Arsene Wenger er ikki sinnur at brúka pengarnar, sum skulu til fyri at vinna. Í besta føri koma teir í fjórðingsfinaluni. Hinvegin, so skal franski venjarin fáa stórt rós fyri, at vinna Arsenal víð­ari úr bólkaspælinum fyri 16. ferð upp í slag. Benfica (Portugal) Vit meta: 1/8 finalistar Møgulig mótstøðulið í 1/8 finaluni: Real Madrid, Barcelona, Bayern Munchen, Chelsea, Manchester City, Zenit og Wolfsburg Royndirnar í Evropa hjá Benfica skulu ikki undirmetast, men tá tú hyggur eftir møguligum mótstøðuliðnum, so er hetta tað fyri portugisiska liðið. Benfica kom víðari sum nummar tvey frammanfyri Galatasaray og FC Astana. Tað nýtist ikki at siga so nógv um styrkina hjá Benfica. Dynamo Kyiv (Ukraina) Vit meta: 1/8 finalistar Møgulig mótstøðulið í 1/8 finaluni: Real Madrid, Barcelona, Bayern Munchen, Atletico Madrid, Manchester City, Zenit og Wolfsburg Fleiri av veddingarfyritøkunum hava Dynamo Kyiv og Gent sum veikastu liðini í kappingini. Tað skal tó eitt sind­ur til, at fáa 11 stig í einum bólki, sum eisini telur Chelsea og FC Porto. So tað er ikki vist, at Dynamo Kyiv skal undirmetast. Serliga ikki ein ísa­ kaldan dag í Ukraina. Tó er sann­lík­ indini, at Dynamo Kyiv hevur tveir dystir eftir í hesi kappingini. Gent (Belgia) Vit meta: 1/8 finalistar Møgulig mótstøðulið í 1/8 finaluni: Real Madrid, Barcelona, Bayern Munchen, Atletico Madrid, Chelsea, Manchester City og Wolfsburg Hava tikið øll á bóli í ár. Tað er ikki smávegis, at leggja bæði Valencia og Lyon aftur um seg í bólka­spæl­inum. Bæði hava drúgvar royndir í kapp­ ing­ini. Til lukku við tí, men tíverri er hetta eisini endin á ævintýrinum. Belgiska liðið hevur at síggja til ongan møgu­leika at takast við nakaran av bólka­vinnarunum yvir tveir dystir. Juventus (Italia) Vit meta: 1/4 finalistar Møgulig mótstøðulið í 1/8 finaluni: Real Madrid, Barcelona, Bayern Munchen, Atletico Madrid, Chelsea, Zenit og Wolfsburg Komu í finaluna seinast, men taptu fyri Barcelona. Eru tó ikki blivnir sterk­ari til hetta kappingarárið. Hóast felagið megnaði at halda fast í Paul Pogba, og Paulo Dybala roynir at taka upp arvin eftir Carlos Tevez, so hevur felagið ikki livað upp til góða kapp­ingarárið seinast. Liðið er sterkt nokk til at arga tey stóru og koma víðari til fjórðings­ final­una. Men so skal talan ikki vera um Bayern Munchen ella Barcelona. Paris St-Germain (Frakland) Vit meta: Hálvfinalistar Møguligi mótstøðulið í 1/8 finaluni: Barcelona, Bayern Munchen, Atletico Madrid, Chelsea, Manchester City, Zenit og Wolfsburg Sterkasta liðið av teimum, sum blivu nummar tvey í bólkinum. Tykjast hava styrkina at vinna á øllum uttan Bayern Munchen, Barcelona og Real Madrid. Passar lutakastið teimum væl, so er ein hálvfinalan er ikki óhugsandi. Tað er heldur ikki óhugsandi, at teir á ein­um góðum degi kunnu bjóða teim­ um trimum favorittunum av. Zlatan Ibrahimovic er gott nokk blivin 34 ára gamal, men hann hevur enn ein a stóra ávirkan á góðu gongd­ ina hjá franska felagnum. PSV (Holland) Vit meta: 1/8 finalistar Møgulig mótstøðulið í 1/8 finaluni: Barcelona, Bayern Munchen, Atletico Madrid, Chelsea, Manchester City, Zenit og Real Madrid Settu Manchester United upp á pláss í bólkaspælinum, men tað var ikki meiri sannførandi enn, at flestu vedd­ingarfyritøkurnar hava PSV til triðj veikasta liðið í kappingini. Ilt at ímynda sær, at teir skulu koppa nøkrum av bólkavinnarunum. AS Roma (Italia) Vit meta: 1/8 finalistar Møgulig mótstøðulið í 1/8 finaluni: Real Madrid, Bayern Munchen, Atletico Madrid, Chelsea, Manchester City, Zenit og Wolfsburg Avrikini eru svingandi. Á heimavølli spæla teir fult upp við Barcelona, fyri síðani at tapa 6-1 á Camp Nou. Eis­ini í Seria A er eitt sindur torført at stað­ festa styrkina á liðnum. Við tí í huga, so er meiri sannlíkt at AS Roma møtir sínum yvirmanni í 1/8 final­unum. Tó tykist liðið hava styrki nokk til at spæla upp móti feløgum sum Zenit og Wolfsburg. TRONDUR@SOSIALURIN.FO MYNDIR: POLFOTO