Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. desember 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. desember 2015 · Nr. 144 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 POLITIKKUR Innanhýsis stríð í samgonguni setti dám á poltiska arbeiðið í tinginum á seianstu fundunum fríggjadagin UPPBOÐSSØLAN GJØRDIST STØRSTA POLITISKA MÁLIÐ HÓAST TAÐ IKKI ER LAGT FRAM Árni Gregersen Tað sá út til, at seinast ting­ fundirnir í farnu viku fyrst og fremst fóru at snúgva seg um avgjøldini, sum sam­ gongan ætlar at leggja á ali­ vinnuna. Tað máliið venda vit aftur til seinni í greinini. Men áðrenn fundur var lokin, var størsti spenn­ing­ ur­in um eitt tingmál, sum als ikki er lagt fram enn – nevniliga eitt uppskot um tey fiskirættindi, sum eftir ætlan skulu seljast um eina uppboðssølu komandi ár. Ætlanin var, at lands­ stýr­ismaðurin við fiski­ vinnu­málum, Høgni Hoydal, Tjóðveldi, skuldi leggja upp­skotið fram, men tað vísti seg út á seinnapartin fríggja­dagin, at tingfólk í sam­gonguni – serliga í Javn­ aðarflokkinum – ikki vóru nøgd við ta kunning, tey høvdu fingið um ætlaða lógar­uppskotið. Hetta skapti órógv í ting­ inum. Ferð eftir ferð vísti tað seg, at fá fólk ikki vóru í tingsalinum tí at tingbólkar høvdu tingbólkafund. Í Javnaðarflokkinum var tað ógvuliga rokaligt, tí har var størsta órógvin um kunningina og um upp­boðs­ søluna sum heild. Kristin Michelsen, sum ikki situr í tinginum júst nú, tí hann hevur biðið um far­loyvi, kom í tinghúsið. Í hansara sessi situr annars Hilbert Elisson. Rokið í Javnaðar­flokk­ in­u­m var so ógvusligt, at løg­maður avgjørdi at kalla samgonguna til fundar, tá ið tingið var liðugt at halda fundir. Løgmaður vildi eftir fund­in vera við, at allar mis­skiljingar eru ruddaðar burtur og at onkrar smávegis broytingar eru gjørdar í upp­ skotinum. – Men uppboðssølan kem­ur og tær krónur sum frammanundan vóru sett­ar á í uppskotinum fara fram­ vegis at fella til lands­kass­an, segði Aksel V. Jo­hanne­sen, løgmaður, eftir sa­mgongu­ fundin. Aðrar keldur, sum Sosial­ urin hevur tosað við, vilja vera við, at enn eru trupul­ leikar, sum skulu ruddast burtur, áðrenn uppskotið um millum annað uppboðssølu verður lagt fram. Kunning Tað er ført fram mangar ferðir, at samgongan hevur havt ógvuliga stutta tíð at arbeiða við fíggjarlógini og teimum uppskotum, sum skulu leggjast fram í sam­ bandi við fíggjarlógina. Innanhýsis í samgonguni eru fleiri av tingfólkunum ónøgd við kunningina, sum landsstýrið letur ting­fólk­ unum. Tey halda, at eftirsum tað er Løgtingið, sum enda­ liga skal samtykkja lógar­ uppskotini, so skal lands­ stýrið duga betri at kunna um tær ætlanir, sum eru handan mongu uppskotini. Hetta er helst orsøkin til samgongufundin seint fríggjadagin, men tað er eis­ ini eitt sindur ivasamt um øll samgongan fult tekur undir við teimum bhroytingum í fiskivinnuni, sum lagt verður upp til. Verður tað, sum sam­ gong­an hevur boðað frá, so verður uppskotið lagt fyri tingið á fundinum, sum er seinna­partin í dag. Aligjald Vit lovaðu at vend aftur til lógaruppskotið um gjald á alivinnuna, sum var til 1. viðgerð í Løgtinginum fríggja­dagin. Talan er upp eitt uppskot frá landsstýriskvinnuni við fíggj­armálum, Kristinu Há­ foss, Tjóðveldi. Uppskotið er um, hvussu alivinnan skal gjalda til landið fyri leigu at firðunum til at reka aling á. Alivinnan hevur goldið áður. Í ár er gjaldið á leið 40 milljónir krónur. Hetta er gjørt eftir ein­ um uppskotið, sum vinn­ an gjørdi saman við em­ bætis­fólki og sum politisku skipanin tók til sín. Vinnan rindar – sum er – eitt loyvisgjald, sum er samansett av tveimum ym­ iskum gjøldum: loyvis­skatt­ ur og tøkugjald. Talan er um gjøld fyri tann framíhjárætt, sum alivinnan hevur til at brúka føroysku firðirnar. Loyvisskattur á 4,5 pro­ sent verður rindaður av skatt­skyldugu inntøkuni sam­bært skattalógini. Tað vil siga, at alivinnan rindar ein hækk­aðan partafelagsskatt. Í viðmerkingunum til nýggja uppskotið stendur, at lands­stýrið heldur at her er talan um eitt slag av serligum partafelagsskatti. Landsstýrið metir, at tað er óhep­p­ið, at føroyskar vinn­ ur rinda ymiskan parta­fe­ lags­skatt. Í viðmerkingunum verður sagt, at tað er betri, at tann parturin, sum í gomlu lógini verður nevndur tøku­gjald, verður hægri og loyvis­skatt­ urin so verður lægri. Løgmaður sigur, at nú er semja um uppskotið og at tað verður lagt fram í dag Uppskotið, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, skuldi leggja fram kom ikki í tingið fríggjadagin