Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. desember 2015síða 5

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. desember 2015 · Nr. 144 Formenn krevja mál burturvíst ella til nýggja 1. viðgerð Formennirnir í andstøðu­ flokkunum ónøgdir við, at teir ikki fingu upprit frá umsitingini Árni Gregersen Formennirnir í teim­um fýra and­støðu­flokk­u­n­um á tingi: Sam­bands­flokk­ inum, Fólka­flokk­inum, Mið­flokk­inum og Nýggj­ um Sjálv­stýri, hava sent for­mans­skap­inum í Løg­ tinginum eitt mó­tmælis­ skriv. Formennirnir eru ó­nøgdir við, at teir ikki hava fingið eitt upprit frá tingsins umsiting um broytingarnar í hjúna­ bands­lógini fyrr enn eftir at tingið hevði havt 1. viðgerð av málinum Formennirnir vilja vera við, at hetta upprit var klárt áðrenn málið fekk 1.viðgerð, men tað høvdu teir onki fingið at vita um. – Tað er ómetaliga álv­ arsligt, at løgtingsmenn ikki hava fingið hesar týð­andi upplýsingar og við­merkingar frá løg­ frøði­ligu ráðgevum Løg­ting­sins, áðrenn 1. við­gerð, skriva for­menn­ ir­nir. – Vit undirritaðu floks­formenn kunnu ikki undirstrikað nóg nógv, at vit góðtaka ikki hesa fram­ferð, ið vís­ir vant­andi virð­ing fyri lóg­ gávu­arbeiðinum og Løg­ ting­inum sjálvum, skriva teir fýra formennirnir, Bárður á Steig Nielseen, Jørgen Niclasen, Jenis av Rana og Kári P. Højgaard- Teir skriva eisini, at teir ikki vóna at tað er er so, at upplýsingar eru duldar fyri løgtings­ monn­um, men av tí, at ivi er um hetta, heita vit á for­mans­skapin um bei­nan­veg at kanna og skriv­liga greiða Løg­ting­ in­um frá hesum spurn­ ingum: • Hví kom uppritið frá Løgtingsskrivstovuni ikki løgtingsmonnum í hendi, áðrenn nevndu uppskot fóru til 1. við­ gerð? • Hvør var tilgongdin í ar­beiðinum við upp­rit­ inum frá tí, at løg­frøði­ liga arbeiðið byrj­aði, og til uppritið brád­liga kom undan kavi? • Hvør hevur ábyrgdina av, at løgtingsmenn ikki fingu uppritið rætt­stundis? Teir meta, at hetta er álv­ arsligt og vilja, at upp­ skotið um broytingar í hjúnabandslógini verður burturvíst – ella at tað fær nýggja 1.viðgerð. Tað er lógaruppskotið um at gera broytingar í hjúnabandslógini, sum gevur samkyndum loyvi at giftast, sum uppritiið er gjørt um. Málið er torført at gjøgnumføra tekniskt, tí talan er í veruleikanum um eitt umvent ríkis­lóg­ ar­tilmæli. Tað vil siga, at tilmæli skal koma úr Føroyum til dansk-ar mynd­ugleikar um at broyta lógina, so sam­ kynd sleppa at giftast. Talan er um eitt danskt málsøki. POLITIKKUR Samanumtikið fer broyt­ ingin at gera, at alivinnan í staðin fyri 40 milljónir krón­ ur skal gjalda 108 milljónir krónur næsta ár. Sjálvt uppskotið er eitt sindu­r tekniskt, men tað snýr seg um, at tøkugjaldið hækk­ar úr einum hálvum pro­senti uppí fimm prosent. Hesi prosent verða rokn­ að í mun til altjóða mark­ n­aðarprísin, sum verður gjørd­ir eftir serligum upp­ gerð­um. Tað er eisini í upp­skot­in­ um, at prosenttalið lækkar úr fimm prosentum til tvey og eitt hálvt prosent um makrnaðarprísurin fer undir 27 krónur fyri kio og niður í ett hálvt prosent, um hann fer undir 23 krónur fyri kilo. Ónøgdin Í alivinnuni er ónøgdin fyrst og fremst um, at vinnan verður skattað hart á ein ser­ligan hátt og at tað kann fara at vísa seg, at skattingin verður órímuliga høg í mun til marknaðarprísin. Eisini í politisku skipanini vóru mong, sum undir orða­ skiftinum funnust at hesi skipanini. Tey hildu, at hetta við at áseta eitt umsetningsgjald ikki á nkaran hátt er rætt, tí tá kann skatturin gerst ómeta­liga høgur í mun til fram­leiðslukostnaðin. Tey vístu eisini á, at í løt­ uni er lúsaplágtan stór. Tað krevur stórar íløgur og ger alingina munandi dýrari. Tí er ikki rætt at áseta eitt høgt umsetningsgjald. – Hetta er ein vinna, sum er í besta blóma í løt­uni, men sum hjá øðrum vinn­um, so eru hóttanir av mong­um slag, millum annað sjúkur og lúsa­plága, segði Bárð­ur Niel­ sen, formaður í Sam­bands­ flokkinum Hann fanst serliga at, at eitt fast gjald verður lagt á umsetningin, uttan mun til um vinnan vinnur pening ella ei. Bárður Nielsen segði, at var hetta gjørt sum ein loyv­ is­skattur saman við ein­um lágum tøkugjaldi, so vildi Sambandsflokkurin tikið und­ir við hesum. Bill Justinussen, Mið­ flokk­urin, ivaðist í um framí­ hjárætturin hevur so stórt virði uttan alararnar. – Hetta virðið var ikki til fyrr. Nógvar familjur fóru á heysin, tá ið aling var á hvørj­ um tanga. Nú hevur vinn­an fótað sær, so orðið framí­hjá­ rættur nærmast er at kalla eitt rakstrarróp, segði hann. Hann nevndi eisini, at tann skatting, sum alivinnan hevur havt, var gjørd av em­ bætisfólkum og vinnuni. – Hon var bara so góð, at politiska skipanin tók hana til sín. Ja, hon var so góð, at tosað var um at skatta pelag­ isku vinnuna á sama hátt, segði Bill Justinussen. – Framíhjárætturin er bert til, tá ið yvirskot er í vinn­uni, so tað er har vit eiga at áleggja skattin, segði hann. Landsstýriskvinnan við fíggj­ar­málum, Kristina Há­ foss, Tjóð­veldi, skilti væl at­ finning­arnar, men hon segði, at aftur í hesum sam­bandi hevur manglað tíð at viðgera málið út í æsir. Hon segði, at samgongan er til reiðar at gera broyt­ ingar eftir ynskjum frá and­ støðuni, men ikki í ár, tí nú rennur tíðin undan og landið hevur brúk fyri inntøkunum. – Men eg vil gjarna geva eitt lyfti um, at vit longu í vár koma við einari nýggjari lóg, sum vit vónandi fáa semju um. Tað hevði verið gott um vit á ólavsøku kunnu leggja uppskot um nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap fram saman við einari lóg um avgjald frá alivinnuni, segði Kristina Háfoss, lands­stýris­ kvinna. Alingin er ikki nøgd við, hvussu avgjaldið verður gjørt uipp – og tað er partur av politsku skipanini heldur ikki. Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin, var eina v teimum fýra, sum mótmæla, at tingið ikki fekk allar upplýsingarnar Samgongufundur var hildin seint fríggjadagin um uppboðssøluna