mánadagur 14. desember 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. desember 2015 · Nr. 144
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
GEYTIN
Barbara Holm
»Andrias Høgenni, er hetta
tú?"
spurdi
fremmanda
kvinnurøddin í telefonini
fríggjakvøldið. Tað var um
22 mundið, og Andrias hevði
júst ein steðg á arbeiðspláss
inum á Schulstad bakarínum.
Tað tók eina løtu, áðrenn tað
gekk upp fyri Andriasi, hvat
gekk fyri seg. »Mamma« stóð
á telefonini, tá hon ringdi,
men tað var ikki mamma,
sum tosaði. Hví? Tí mamm
an stóð á pallinum í Norður
landahúsinum, og tók ímóti
virðislønini fyri sonin.
»Ja, hetta eri eg«, svaraði
Andrias, og fekk boð frá
fremmandu røddini um, at
tað var hansara filmur, sum
hevði vunnið virðislønina
fyri stuttfilmin Stina Karina.
– Eg trúði tí næstan ikki.
Eg hevði als ikki væntað, at
eg fór at vinna Geytan, sigur
Andrias, nú vit hitta hann
umvegis telefon úr Keyp
mannahavn.
Vinnarin av Geyta virðis
lønini hevur nú havt eitt
lítið samdøgur at sodna
stóru hendingina, og tað
fyrsta, sum hann spyr um
er: Hvussu riggaði Geyta til
takið?
Tað er eingin ivi um, at
hesin 27 ára gamli films
framleiðarin hevur ein ser
ligan tokka til Føroya, og tað
er ikki við nøgdsemi, at hann
var burturstaddur fríggja
kvøldið, tá ið Geyta tiltakið
var á skránni.
– Fyri meg hevur tað
stóran týdning at gera før
oyskar filmar á føroyskum.
At vit menna hesa listagrein,
og skapa okkum siðvenju
fyri føroyskan film, hevur
ótrúliga stóran týdning fyri
okkum sum tjóð, heldur
Andrias.
Men at seta orð á hvussu
føroyskum filmur hevur tað í
dag, vil Geytavinnarin treyð
ugt. Orsøkin er púra einføld
– okkara filmsvinna er í so
stórari menning, at torført
er at fáa orðini at fylgja við.
– Føroyskur filmur hevur
tikið meg á bóli ferð eftir
ferð. Tað er eingin ivi um, at
vit hava nakað spennandi í
væntu á hesum palli, sigur
Andrias.
Til dags dato hava før
oyskir
filmsframleiðarar
framleitt stuttfilmar, meðan
teir sokallaðu spælifilmarnir
enn ikki eru latnir úr hond
um. Men tann tíðin kemur
eisini.
– Vit hava so nógvar fan
– Eg vildi vísa ta kensluna, eg mangan sjálvur havi, tá eg skal keypa klæðir.
Hvussu ein lítil viðmerking ella hending kann viðføra destruktivar tankar
um seg sjálvan, sigur Andrias Høgenni, vinnari av Geyta virðislønini 2015
VINNARIN AV GEYTANUM:
SUMMI FÓLK
BLANDA SEG
OV NÓGV UPPÍ
Andrias Høgenni