mánadagur 14. desember 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 14. desember 2015 · Nr. 144
GEYTIN
tastiskar filmsframleiðarar
í Føroyum, og eg ivist onga
løtu í, at vit í framtíðini fara
í biograf regluliga, fyri at
síggja føroyskar spælifilmar,
sigur Andrias.
Framtíðin er bjørt fyri
okkara filmsvinnu, spyrt tú
nýkosna Geytavinnaran.
– Tann dagin vit fáa
eina veruliga vinnu upp at
standa, so fara okkara films
framleiðarar eisini at røkka
út um landoddarnar. Tað er
bara ein spurningur um nær
tað hendir, sigur Andrias.
Vildi vísa á tað ósagda
0valdsspælið
Stina Karina eitur filmurin,
sum vann Geytan. Stutt
filmurin hjá Andriasi er ein
verkætlan, sum hann gjørdi
í samband við undirvísing á
skúlanum Super16 í Keyp
mannahavn, har Andrias
hevur gingið síðani í summ
ar.
– Hetta er tann bíligasti
filmurin eg havi gjørt, og
hann tók bert átta tímar av
konsentreraðari upptøkur á
einum vesi, sigur Andrias.
Hann hevur upplivað, at
hava sent ein dýrt framleidd
an stuttfilm inn til Geytan,
fyri síðani at fáa filmin av
vístan. Og tí var veruleikin
sum Geytavinnari fjarur frá
hugaheiminum.
– Eg trúði heilt vist, at
onkrir av hinum framleið
arunum fóru at vinna. Vit
vóru fýra fólk, sum gjørdu
hendan filmin, meðan eg
veit hvussu tað kennist,
at hava eitt stórt filmslið
handan eina framleiðslu,
so eg hevði væntað, at tann
størsti sigurin fór at vera
sjálv luttøkan, sigur Andrias.
Áður hevur hann gjørt
stuttfilmar um serlig evni,
so sum neyðtøku millum
menn, ótrúskap millum ein
mann og eina handikappaða
kvinnu. Og hesaferð var
avbjóðingin hjá Andriasi at
royna at siga eina einfalda
søgu, uttan at hava tað stóra,
dramatiska
evnið
undir
liggjandi.
– Eg vildi vita, um eg
dugdi at siga søguna um tað
ósagda valdsspælið, og bert
nýta eitt ves sum karm, sigur
Andrias.
Avbjóðingin í at finna tað
stóru søguna í tí lítla evn
inum, var eisini nakað, sum
dró Andrias.
– Eg havi altíð verið drigin
at evnum, sum føra meg
heilt út til kantin. Men tað
var læruríkt at royna meg
við einum minni evni, sigur
Andrias.
Stuttfilmurin hjá Andriasi
gongur fyri seg á vesinum í
íbúð á Oyrasundsnæminga
heiminum. Ein genta býr
har, og ein onnur kemur á
vitjan. Og beinan vegin sæst
hvør hevur valdið í hesum
vinalagi. Ánarin av íbúðini
spyr
vitjandi
vinkonuna,
hvussu hon skal seta hárið
hjá sær hetta kvøldið, tær
báðar skulu í býin. Og hesin
spurningur leiður til, at
vitjandi vinkonan finst at
klæðunum, hárinum og øðr
um, hjá hesari gentuni.
– Vit kenna helst øll ein
slíkan
persón.
Ein,
sum
blandar seg ov nógv uppí,
sigur Andrias.
Við hesum vildi hann vís á
tað ósagda valdsspælið, sum
altíð er millum tvey fólk. Í
hesum førinum var tó talan
um eina heldur ójavna valds
javnvág.
– Tað er hetta við at vera
eitt offur fyri meiningarnar
hjá øðrum, sum eg royndi at
fáa fram, sigur Andrias.
Og so var tað umráðandi
fyri hann, at søgan endaði
við at vísa, at tað væl ber til
at taka valdið aftur í egnar
hendur.
– Tað endar við, at tann
kúgaða vinkonan tekur vald
ið aftur, letur seg í tað sum
hon vil og fer sjálv í býin,
sigur Andrias.
Halt munn
Hóast stuttfilmurin snýr
seg um hvat tann kúgaða
vinkonan
skal
lata
seg,
hvussu hárið skal vera og so
framvegis, so eru mong løg
av ymiskum týdningum í
hesum filmi. Eitt av teimum
er boðskapurin um at læra at
halda munn onkuntíð.
– Sum yngri hevði eg
mangan sera vánaligt situa
tiónsfornemmilsi, og segði
alt ov ofta mína hjartans
meining. Eg blandaði meg
uppí viðurskiftini hjá øðrum,
sigur Andrias.
Í dag er hann tó tilvitaður
um nær hann vil blanda seg
uppí og ikki.
– Eg haldi fólk skulu
hugsa seg um, áðrenn tey
blanda seg í viðurskiftini hjá
øðrum.
– Eg havi mangan varnast,
at hugurin til at blanda seg
uppí tað, sum ikki viðkemur
einum sjálvum, hendir javn
an og serstakliga á sosialu
miðlunum, sigur Andrias.
Framhald á næstu síðu