Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. desember 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. desember 2015 · Nr. 144 Áskoðaravirðislønina til Geyta tiltakið fríggjakvøldið, fekk spælifilmurin Tunnan, sum Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge, hava gjørt. Tað vóru 22 filmar við í kappingini, men dómsnevndin valdi 11 burtur úr, sum vóru við í kappingini. GEYTIN Tilnevnd í 2015 21 filmar, sum vóru í mesta lagi 30 minuttir langir, vóru sendir inn til kappingina um Geytan og Áskoðaravirðislønina. Millum hesar 21 filmar valdi filmsnevndin 10 filmar burturúr, sum vórðu sýndir fram í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið. Filmarnir vóru hesir: Alda - Franklin Henriksen og Rúna Ingunardóttir, stuttfilmur, 7:15 min At liva við tí - Ása Pálsdóttir og Rebekka Eliasen, dokumentarfilmur, 10:17 min Birting - Leo Lávík, stuttfilmur, 10:14 min Mítt navn er Adam - Rói Davidsen, 3D animatiónsfilmur, 5:30 min Gakk tú tryggur - Dávur Djurhuus, stuttfilmur, 4:00 min Tunnan - Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge, stuttfilmur, 28:00 min Slitið saman - Sára Wang og Maria Winther Olsen, stuttfilmur, 8:00 min Boys - Sunniva Sundby og Julia í Kálvalíð, dokumentarfilmur, 6:45 min Stina Karina - Andrias Høgenni, stuttfilmur, 10:00 min Dalur - Heiðrikur á Heygum, stuttfilmur, 30:00 min Vinnarin av Geyta virðislønini verður kosin av einari serligari dómsnevnd við Birgiri Kruse á odda. Ein samd dómsnevnd grundgav soleiðis fyri valinum: - At halda seg innan givnar karmar kann vera størsta filmslist. At vera avmáldur, ella rættari avmáld, kann vera størsta filmslist. At vera fluga á vegginum, tá tvær kvinnur ætla sær í ball, og eingin annar er til staðar, enn guli liturin á hurðini, kann eisini vera størsta filmslist. Tað heldur Geytadómsnevndin. Mest heilskapti filmur í ár hevur ongar náttúrumyndir, men bjóðar upp til kompaktan kamardans við kamera á vesinum á Oyrasundskollegiinum. Við støði í teim trimum metingarvirðunum søgu, filmsmáli og tøkni, heldur Geytadómsnevndin, at vinnarin í 2015 er universella søgan Stina Karina hjá Andriasi Høgenni. Hon er betri enn hinar, fyri at brúka ein setning úr sjálvum filminum. Birgir Kruse er formaður í Geytanevndini. Regin Hammer, stjóri á Tryggingarfelagnum Føroyar, handaði heiðursgávuna upp á 25.000 krónur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar býráð handaði Jónfinni Stenberg áskoðaravirðislønina