mánadagur 14. desember 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. desember 2015 · Nr. 144
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Á fjarðaráðstevnuni, sum
stevnan eisini verður rópt,
luttóku 57 granskara úr sjey
londum.
– Framløgurnar viðgjørdu
umhvørvisbroytingar í firð
unum, vistfrøðina hjá plank
ton og botndjórum, sam
spælið millum tara, igulker
og
fiskastovnar,
innsløg
av nýggjum djórum sum
kongakrabba,
sild,
toski,
kópi og hvali á firðirnar, ár
in av aling og umsiting av
firðunum.
Tað veit Fiskaaling at
siga í dag.
Virðismikið data
Umleið helvtin av framløg
unum viðgjørdu gransk
ingarúrslit
frá
Porsan
gerfjorden
norðan
fyri
Tromsø, har eitt sera um
fatandi granskingararbeiðið
er farið fram.
– Í fleiri av firðunum í
Norðurnoregi eru mátingar
framdar fleiri ferðir árliga
langt aftur í tíðina. Hesar
mátingar lýsa broytingar i
sjónum og í fiskastovnunum
– í fleiri førum heilt aftur til
1923, og í einstøkum førum
heilt aftur til 1850.
Fiskaaling vísir á, at slíkt
datagrundarlag er sera virð
ismikið í samband við at
staðfesta avleiðingar av veð
urlagsbroytingum.
– Umframt firðir í Norð
urnoregi, vórðu úrslit løgd
fram fyri firðir á Svalbard,
Íslandi,
Grønlandi,
Ný
Foundlandi og Føroyum.
Gunnvør og Knud
Tvey umboð fyri Fiskaaling
høvdu fyrilestrar á Fjarða
ráðstevnuni í Tromsø.
Gunnvør á Norði greiddi
frá úrslitum og mátingum
av náttúrliga gróðrinum á
Kalbaksfirði, sum er væl
størri enn í firðunum í
grannalondunum, og hvussu
og hvar tilfar frá gróðrinum
fellur niður á botn.
Knud Simonsen greiddi
frá
streymmátingum
í
Sundalagnum og Kalbaks
firði og ábendingunum um,
at veðurdrivnað rákið kann
lyfta tøðsaltir upp í sjógvin,
og soleiðis verða ein orsøk
til stóra náttúrliga gróðurin
í Føroyum.
Granskingarúrslit fyri firðir í norðurhøvum vórðu løgd fram á verkstovu, sum
Universitetið í Tromsø var vertur fyri í døgunum 25.-27. november
Virðismikil gransking av firðum
Aftur saltfiskur á Eiði: Vaðhorn á Strondum hevur keypt
Norðís á Eiði frá dananum, Peter V. Nørgaard, sum eigur
og rekur fyritøkuna Valhalla. Ætlandi verður farið í gongd
á Eiði 1. januar 2016, tá brúk verður fyri 15 fólkum á Eiði.
Fólkatalið í Sjóvar komm
unu er aftur farið at veksa,
og framtíðin sær spennandi
út
– Tá Eysturoyartunnilin
nærkast, fara vit væntandi
at skapa eitt ídnaðarøki á
leiðini, har tunnilin kemur
upp.
Tað sigur Artur Johansen,
borgarstjóri í Sjóvar komm
unu.
Hann heldur, at tað er ein
spennandi tíð, sum liggur
fyri framman við Skála
fjørðin og í Eysturoynni sum
heild.
– Okkara kommuna er
í einari góðari støðu við
spennandi framtíðar møgu
leikum,
og
hesir
gerast
ikki minni við Eysturoyar
tunlinum, sigur borgarstjór
in í Sjóvar kommunu.
Fólkatalið í Sjóvar komm
unu er aftur farið at veksa,
eftir at eitt dykk var í fólka
talinum í 2010 og 2011, tá
fleiri ungfólk fóru burtur at
lesa, og fleiri eldri fullu frá.
– Tá fólkatalið í Sjóvar
kommunu árini eftir 2010
var minst, vóru vit niðri á
umleið 920 íbúgvum, men í
dag eru vit komin upp aftur
á 960. Talið veksur spakuliga,
men støðugt við millum 10
og 15 fólkum um árið, sigur
Artur Johansen.
vilmund@sosialurin.fo
Missiónshúsið á
Strondum, sum er í
gerð og verri enn so
ikki er liðugt enn, var
sunnukvøldið karmur
um stórfingið sangtiltak
við lokalum sangarum
og tónleikarum
Í Porsangerfjorden norðan fyri Tromsø er eitt sera umfatandi granskingararbeiði farið fram í mong ár
Trý
línuskip
landa í dag
– Trý línuskip koma
inn at landa í dag,
og fleiri koma seinni
í vikuni. Skipini hava
eina blanding av toski,
hýsu, longu og brosmu.
Á Fiskamarknaði
Føroya vita tey at siga,
at tá skipini, sum nú
koma inn, hava landað,
verður helst lagt stilt
til eftir jólahøgtíðina,
og nøkur línuskip eru
longu givin til jólar.
Útlitini til útróður
eru góð teir næstu
dagarnar. Streymurin
verður brúkiligur,
og líkt er til, at
veðurútlitini eru
rímiliga góð.
- Vit vænta tí nógvan
útróður í vikuni, og
útróðrarbátarnir fáa
næstan bara tosk
og hýsu, verður lagt
aftrat.
vilmund@sosialurin.fo
– Okkara kommuna er í einari góðari støðu við spennandi
framtíðarmøguleikum, sigur Artur Johansen
Ídnaðarøki við tunnilsmunnan