Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. desember 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. desember 2015 · Nr. 144 Vilmund Jacobsen Seinasta hósdag skip­aði Føroya Hand­verks­meist­ ara­felag fyri áhugaverdum tema­degi um arbeiðstrygd. Fe­lag­ið hevur saman við Arb­eiðs­eft­irlitinum ynskt at seta fokus á arbeiðstrygd. Ynski er at seta inn fyri­ byrgj­andi og at gera trygd á arbeiðsplássum til ein eyð­ sædd­an hugburð. Fleiri framløgur vóru á tema­degnum í Vinnu­hús­ in­um, har Leivur Persson, leið­ari á Arbeiðseftirlitinum, greiddi frá, hvørjar aftur­ vend­andi manglar tey síggja, og hvussu hesir kunnu fyribyrgjast. Leivur greiddi eisini frá, hvussu tú kem­ur í gongd at arbeiða við arb­eiðs­ trygd – um hvørji atlit skulu takast, og hvørji fyrstu stig­ ini eru. Á temadegnum luttók eis­ini Karina Nattestad Nols­øe, HTU-samskipari á Landsverk. Hon greiddi frá, hvussu byggiharrin sær heilsu, trygd og umhvørvi. Kar­ina segði, at tey seta somu krøv til arbeiðstakarar, sum tey seta sær sjálvum. – Hetta hevur havt við sær, at eisini fleiri av smærru arb­eiðstakarunum hava sett størri fokus á trygdina, segði Kar­ina Nattestad Nolsøe.   Ment eina app Á Mest hava tey ment eina app, soleiðis at øll starvsfólk lætt kunnu boða frá arb­eiðs­ skað­um. Jens Hansen, HTU- leið­ari hjá Mest, greiddi á temadegnum frá um arb­eiðs­ trygd – at appin hevur givið teim­um gott yvirlit yvir, hvørj­ir skaðar koma fyri. Á henda hátt kunnu tey á Mest betri seta inn á røttum staði. Somuleiðis hava tey á Mest gjørt av at heiðra árs­ ins trygdarfólk, sum er ein stór­ur heiður millum starvs­ fólk­ini. Ansni Tilbúgving stendur fyri nógvum av teimum skeið­um, sum fyrireika starvs­fólk at fyribyrgja arb­ eiðs­skað­um. Jógvan Hansen, leiðari fyri tilbúgvingina, minti eitt nú á at seta fokus á sálarliga arb­eiðs­umhvørvið – nak­að, sum hevur givið góð úrslit við lærgi sjúkrafráveru. Á temadegnum um arb­ eiðs­trygd greiddi Evelyn Gaard, HTU-leiðari hjá Arti­ con, frá um tær royndir, tey hava gjørt sær við at seta HTU-poli­tikkin í verk. Hon vísti á, at hugburðurin hjá stjóranum smittar ígjøgnum fyritøkuna. Eisini tosaði Evelyn um arbeiðstrygd í útboðstilfarinum. – Tað er ein andsøgn, at fyri­tøkur skulu kappast í prísi, har trygd er ein postur. Tað er kostnaðarmikið at seta fyribyrgjandi tiltøk í verk, og tí verður tilboðið hjá tí fyritøkuni, sum brúkar meira uppá trygd, møguliga hægri enn hjá fyritøkuni, sum ikki brúka eins nógv uppá trygd, segði Evelyn Gaard hjá Articon. Tað skrivar heimasíðan hjá Vinnuhúsinum í dag. Vilmund Jacobsen – Fleiri partrolarar eru til fiski­skap, men fiski­skap­ ur­in er einki at reypa av. Tó hev­ur okkurt parið havt hampi­ligan fiskiskap. Tað vita tey á Fiska­ markn­aði Føroya at siga. Tað eru ikki bara par­ trol­ar­ar, sum eru til fiski­ skap, nú veðrið roynist so væl – Fimm djúp­vatns­trol­ ar­ar eru eisini til fiskiskap. All­ir fiska upsa og koma inn at landa, sum vikan gong­ur.  Umframt partrolarar og djúpvatnstrolarar, vóru eis­ini smáu trol­bát­ar­nir til fiskiskap, tá Fiska­markn­ að­ur Føroya gjørdi sínar met­ingar fríggja­dag­in.  – Teir seks trolbátarnir, sum eru til fiskiskap, fiska all­ir havtasku og koma inn at landa miðskeiðis ella síðst í hesi vikuni. Fríggjadagin vóru eisini tvey garnaskip til fiskiskap.   – Annað fiskar svart­ kalva, og hitt fiskar hav­ tasku. Skipið, sum fiskar svart­kalva, landar síðst í vik­uni. Hitt skipið selur veið­ina beinleiðis. Lagt verður aftrat, at fiskiskapurin hjá garna­ skip­un­um er smáligur. Á Mest hava tey ment eina app, soleiðis at øll starvsfólk lætt kunnu boða frá arbeiðsskaðum Veðrið er gott, og tað hevur við sær, at flestu ísfiskatrolarar eru til fiskiskap Ein app til at boða frá arbeiðsskaðum Nú bara 16 dagar eru eftir harutíðini, er samlaða veiðan einans ein fjórðing av tí, hon var um somu tíð í fjør. 1.436 harur eru skotnar ímóti 5.051 somu tíð í fjør Í heyst hevur Krabba­ meins­felagið skipað fyri skeiði í tí, sum rópt verður “lívssamrøðu”. - Skeiðið varð hildið yvir fýra dagar og eydnaðist sera væl. Luttakarar vóru úr ymiskum fak­ bólk­um, sigur felagið Ársins Rósa í Klaksvík Aftur í ár skipar Føroya Sjómannadagur fyri tiltakinum – Jólaskipið – og harvið skal eisini Ársins Rósa latast. Jólaskipið er eitt sera vælumtókt tiltak, sum savnar nógv fólk, bæði børn og vaksin, ommur og abbar. Úr Klaksvík verður sagt, at uppskot um persónar, ið áttu at fingið heiðurin – Ársins Rósa – eru kærkomin, nú freistin at lata inn uppskot nærkast endanum. Tað eru tey, sum standa aftan fyri Sjómannadagin, ið bæði skipa fyri Jólaskipinum og tiltakinum, Ársins Rósa. Viðurkenningin Ársins Rósa verður latin fyri vælgerandi arbeiði í Klaksvíkar kommunu. Í reglugerðini fyri tiltakið stendur í grein 1: “Í ljósinum av heilaga boðnum um, at tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg, er endamálið við tiltakinum at stuðla undir hjálpararbeiði og annars alt gott og gevandi arbeiði, sum fólk í Klaksvíkar kommunu gera fyri onnur menniskju og/ella fyri kommununa sum heild uttan at fáa nakað ella stórvegis afturfyri…” – Uppskot kunnu eitt nú sendast við telduposti til oliver@ nordlysid.fo við heitinum – Ársins Rósa – og seinasta freist at senda inn uppskot til tiltakið er mikudagin 16. desember á middegi. Í Klaksvík verður vónað, at fleiri uppskot koma inn, nú Ársins Rósa skjótt skal finnast. vilmund@sosialurin.fo – Mest hevur gjørt av at heiðra ársins trygdarfólk, sum er ein stórur heiður millum starvsfólkini í fyritøkuni, sigur Jens Hansen Meginparturin av ísfiskatrolarunum eru til fiskiskap í løtuni, men skjótt verður lagt stilt til jólar Flestu trolarar til fiskiskap