Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. desember 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. desember 2015 · Nr. 144 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 VINNA NÚ VERÐUR AFTUR LÍV Á NORÐÍS Á EIÐI Fyritøkan Vaðhorn á Strondum hevur keypt Norðís á Eiði og yvirtekur virkið 1.januar Árni Gregersen Eini 15 fólk fáa arbeiði á Norð­ís, tá ið Vaðhorn á Strond­um fer til verka á flaka­virkinum á Eiði. Vaðhorn hevur keypt Norð­ís frá Valhalla og yvir­ tek­ur virkið 1.januar. Vaðhorn heldur til á Hulki á Strondum og hevur ser­ kunn­leika í framleiðslu av salt­fiski til suðurevropeiska markn­aðin. Virkið keypir fisk frá føroyoyskum skipum, men hevur eisini seinnu árini innflutt frystan fisk úr Noreg. Eisini hevur Vaðhorn keypt nakað av frystum fiski frá føroysku trolarunum, sum veiða av føroysku kvot­ uni í Barentshavinum. Virkið hevur eisini keypt fryst­an fisk frá føroysku línu­skipunum. Jógvan Gregersen, stjóri á Vað­horn, sigur, at ætlanin er skjótt at fara til verka á Eiði. Hann roknar við, at arbeiðið fyrstu tíðina fer at vera fyri eini 15 fólkum har. Hann sigur eisini, at ein av orsøkunum til at Vað­ horn hevur keypt virkið er, at Norðís hevur aðra fram­ leiðslu­útgerð enn Vaðhorn hev­ur á Strondum. Fegin á Eiði Á Eiði eru tey fegin um,m at tað nú av ávlara aftur kemur lív í á Norðís. Valhalla hevur havt eitt sind­ur av virksemi har, men sum skilst hevur alt ikki ging­ið eftir ætlan. – Arbeiðið hevur verið ógvu­liga óstøðugt seianstu tíð­ina, so vit fegnast um,at lív aftur kemur í virkið, sig­ ur Jógvan í Skortini, borg­ar­ stjóri á Eiði. Hann sigur annars, at lítð arb­eiðs­loysi er á Eiði. Eini 100 arb­eiðs­pláss eru í bygdini og nógv koyra til arbeiðis aðra­ staðni. – Men vit gleða okkum til at fáa ferð á aftur í bygdini. At lív er á keiini sæst væl og gevur sum oftast góðan trivn­að í bygdini, sigur Jógv­ an í Skorini, borgarstjóri á Eiði. VIÐMERKINGAR Skerd jólaheilsan frá orðafragd í Sosialinum Regin Eikhólm Í Sosialin­ u m 09.12.2015 h u g ­l e i ð ­ ir Marjun Arge Sim­ on­sen, mál­ frøð­ing­ur og cand. phil. í føroyskum, um rætt og skeivt um jólini og nýggjárið. Lítla jólaaftan/ tollaksmessudag Vit fáa at vita, at lítla jóla­ aftan av røttum eitur tollaks­ messudagur, og hon bið­ur handlar og fyritøkur hava hetta í huga, tá lýst verður. Hetta er kanska rætt fyri teir fáu bekennandi kato­ likk­arnar her á landi, men fyri vanliga føroyingin eru katólsku messurnar ein doyggj­andi rasa, og dagurin verður nú á døgum mest rópt­ur lítla jólaaftan, og tað má tí eisini roknast fyri full­ gott føroyskt navn fyri dag­ in. Fyrsta og annan dag Sami málfrøðingur mælir frá, at vit siga fyrsti jóladagur. Tað nevnist jóladagur og ann­ar jóladagur, sigur mál­ frøð­ingurin. Tað kann við­ hvørt tykjast sum um ávísir mál­frøðingar hava ein loyni­ ligan facitlista, ið loyvir teim­ um óátalað at skerja móður­ málið? Cand. phil. ella ei, so er vanligt í Føroyum eisini at siga fyrsta og annan dag. Av tí at tað er á jólum, so er tað undirforstaðið, at talan er um fyrsta jóladag og annan jóladag. Tað sama er galdandi á páskum og hvítisunnu – fyrsta og annan dag. Gott nýggjár/ nýttár/nýár Seinast í jólaheilsuni fáa vit at vita, at rætta heilsanin er gleðiligt (ella: gott) nýggjár. Á skrivt hevur tó ofta eisini verið at sæð: gott nýttár ella gott nýár. Lat okkum – sam­ an við málfrøðingunum - hjúkla um variantarnar, heldur enn at avhødda teir eins og puristarnir royna at gera við móðurmálsalfabetið, so málfrøðingurin fram­hald­ andi kann sleppa at skriva sín tittul CAND. PHIL. á før­ oyskum! Annars eini gleðilig jól – bæði fyrsta og annan dag og gott nýggjár / nýttár / nýár 10.12.2015 Jógvan Gregersen, stjóri á Vaðhorn Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði, fegnast um,a t lív aftur kemur í Norðís.