mánadagur 14. desember 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 14. desember 2015 · Nr. 144
NØVN
Í gjár, 13. desember, fylti Óluva
Skaale 75 ár.
Óluva er dóttir Marius og Fridu
Absalonsen úr Vági. Sum ung fór
hon til Havnar at ganga í studenta
skúla og síðani á Læraraskúla. Har
hitti hon Jóannes, sum hon giftist
við. Hann doyði í 2012. Óluva eigur
fýra børn og tíggju ommubørn.
Síni
bestu
arbeiðsár
nýtti
Óluva til at undirvísa næmingum,
sum antin høvdu tað trupult í
fólkaskúlanum ella bóru likamlig
ella mental brek. Henda uppgáva
var fyri hana nógv meira enn eitt
starv. Hon knýtti tøtt og lívslong
bond til hesi børn og teirra familjur,
og í mong ár hevði hon eisini næm
ingar búgvandi við hús, og undir
vísti teimum heima í køkinum.
Úrslitini vóru góð, og hjá fleiri
mundi ídnið og tolið hjá Óluvu gera,
at tey, hóast truplar fortreytir,
komu væl fyri í lívinum.
Hetta kundi ofta vera stutt
ligt. Næmingarnir vóru ikki allir
so vanir við disiplin, og tí kundu
onkrir smærri samanbrestir vera.
Einaferð hevði ein drongur hug at
sovna niður á køksborðið.
– Tú kanst ikki leggja teg at sova
nú, sigur Óluva.
– Nei, tað kann eg ikki - men tað
hevði eg kunnað vissi tú helt tín
kjaft eina løtu, svaraði drongurin.
Ein annar bannaði og blótaði
niður yvir lesibókina, sum skuldi
tveitast av svarta heitanum til.
– Nú nú sigur Óluva. Tú nýtist
ikki at bannast so illa.
– Jú for svartasta. Eg noyðist,
svarar drongurin.
– Noyðist? Hví noyðist tú tað?
– Tí annars halda fólk meg bara
vera babtist!
Hóast hon er ikki er av størstu
kvinnum, tók Óluva sær ofta sær
av teimum mest buldraligu dreingj
unum - sum viðhvørt eisini kundu
vera harðligir.
– Teir vita, at eg eri góð við teir.
Tí gera teir mær einki, segði hon
einaferð. Hetta var tann grund
hugsan, sum hennara pedogogikkur
hvíldi á.
Hóast hon er komin upp í árini
er áhugin fyri lívinum og um
støðunum hjá øðrum - um tað er
familja, kenningar ella treingjandi
fólk burturi og heima - tann sami
sum altíð. Og ynskið um at gera ein
mun er líka sterkt sum tað var.
Umframt
lærarayrkið
mann
Óluva vera best kend fyri kóki
bókina Matur og Matgerð, sum
hon skrivaði saman við Mariusi Jo
hannesen. Hon ger framvegis nógv
an mat. Mest klassiskan føroyskan
– men0 henni dámar eisini væl at
royna ymist nýtt.
Av øðrum kann nevnast at hon
hevur staðið fyri barnaútvarpinum,
týtt barnabøkur, og verið uppi
ymiskum sosialum arbeiði - m.a.
í sambandi við brekalegurnar á
Zarepta.
Í fjør greiddi Óluva frá sínum
virkna lívi í fimm Meg minnist-
sendingum, sum Jógvan Arge legði
til rættis.
Tey, sum hildu at hon fór at
binda frið tá hon kom upp í sjeyti
árini, fóru skeiv. Hon er virkin frá
morgni til myrkurs. Farnu árini er
hon eisini farin at ferðast meira
enn áður, bæði innlendis í Føroyum
og uttanlands. Føðingardagin helt
hon til dømis í Edinburgh saman
við dóttrini.
Óluva Skaale 75
80 ára føðingardagur
Týsdagin 15. des. fyllir Johannes
Mortensen á Tvørabakka, 80 ár.
Dagurin verður hildin á Segl
loftinum týsdagin 15. des. frá kl
12.00 til 16.00, har øll eru hjartaliga
vælkomin at heilsa uppá Johannes.
Silvurbrúdleyp
Nú eru 25 ár liðin síðan vit ja orð
góvu hjartans glað. Tað hevði tað
glett okkum at familja, vinir og
kenningar komu ein túr forbí, at
hátíðarhalda dagin saman við okk
um. Øll eru hjartaliga vælkomin
á Landavegi 77 millum kl. 13:30 og
19:00 týsdagin 15. desember.
Vinarliga heilsan
Kristbjørg og Joen Eriksen
Brúdleyp
Hósdagin 17. Desember giftast
Tóra Winther Reinert, Tórshavn
og Andrias Joensen, Argir. Vígslan
verður í Vesturkirkjuni kl. 16:00.
Veitslan verður hildin saman við
familjuni.
Diamantbrúdleyp
30. desember hava hjúnini Sonja og
John Mikkelsen diamantbrúdleyp.
Í tí samband eru opið hús 11-14 í
Eldraheimi Heima við Vánnina
Særvargøta 1 Klaksvík.
Gullbrúdleyp
Nú hava vit verið gift í 50 deilig
ár 21. desember. Dagurin verður
hildin saman við børnum og barna
børnum.
Anna og Jákup á Rógvu
Samkoman Marknagil
Fjalsg.2, Tórshavn
Mánakvøldið kl.20 bønar- og
uppbyggingarmøti.
Øll hjartaliga vælkomin.
Ebenezer
Mikudag kl. 10-12 møtast mammur
og børn.
Mikukvøld kl. 20: Bønar- og
uppbyggingarmøti.
Hóskvøld kl. 20: Ungdómsmøti.
Hjartaliga vælkomin.
www.Ebenezer.fo
KFUM & KFUK í Havn
Mánadagur 14. desember kl.18.00
í KFUK: Adventshugni við nátturða,
inngangur við Jógvan Fríðrikson.
Kristiliga sangkórið luttekur.
Upplestur við Eydnu Djurhuus.
Jólaaftan 24. desember kl. 18.00
í KFUK: Jólaaftanshald. Tilmelding
og hoyr nærri á 311928 / 211824.
Húsið er opið frá kl. 17.00.
Frá Filadelfia
Landavegur 22, Tórshavn
Mánadagin 14. des. Kl. 20.00
Bønarmøti
Frá Kirkju- og missiónshúsinum
á Argjum
Týsdagin 15. desembur kl. 20.00:
Argjakórið
Sunnudagin 20. desembur kl. 11.00:
Gudstænasta.
Sunnudagin 20. desembur kl. 18.00:
Møti v/Bárður K. Nielsen, Skála.
www.koma.fo
Nazaret Kaldbak
Týsdag kl. 16: Frítíðararbeiði fyri
børnum í skúlaaldri. Týskvøld kl. 20:
Bønar- & uppbyggingarmøti
Mikukvøld kl. 20 ungdómsmøti
Kollafjarðar Missiónshús
Týsdagur 15. desembur
kl 19:30 Bønarløta
kl 20:00 Bíbiltími v/Gullak Hansen
Missións og -ungdómshúsið
á Glyvrum
Týsdagin 15. des. kl. 20:00 Todos
venur
Mikudagin 16. des. kl. 19:30 Bøn og
bíbliutími
Verið hjartaliga vælkomin
www.glyvra.fo
Lívsins Orð, Runavík
Týskvøldið kl.19,30 Bønarmøti
Mikukvøldið kl.20.00 Jólaveitsla fyri
ungdómin Sunnumorgun einki møti
Soli Deo Gloria
Hósdagin kl. 19.00 jòlafest fyri teim
ungu
Sunnudagin kl. 18.00 sangcafé á
miðhæddini, Heðin Askam, Rebekka
Fuglø, Signa Andersen og Útikórið
syngja
KFUM & K Klaksvík
Mikudag Kl.20.00 Bíbliutími. Niels
Andreassen hugleiðir um jólasangir.
Aftaná er kaffi og rísalamande
Hósdag Kl.19.00 - 20.30
Gospelkórið "Sola Gratia" venur.
Sunnudag
Kl.14.00 Sunnudagsskúli. Vit fara
syngja hoyra bíbliusøgu, fara at baka
og hugna okkum saman. Barnakórið
venur eftir sunnudagsskúlan
Kl.18.00 møti við Frans Jensen. Kaffi
eftir møti. Av tí at Jólakonsert er
kl.20.00 í Christianskirkjuni verður
møti ikki langt. Barnaansing er undir
møtinum.
Kl.20.30 Ungdómsmøti, vit fara at
syngja, andakt og hava jólahugna.
Vitja okkum eisini á facebook
kfum&kklaksvik
Missiónshúsið í Skopun
Mikudagin 16. dec.
Kl. 19.30 bønarløta.
Kl. 20.00 bíbbliutími.
Sunnudagin 20. dec.
Sunnudagsskúlin er farin í jólafríð.
Kl. 17.30 bøn-& lovsangur.
Kl. 18.00 møti. Innsavnan til húsið.
Hjartaliga vælkomin.
Pensionistafelagið í Havn
Mikudagin 16. dec. kl. 18,00 verður
jólaborðhald á Skúlaheiminum í
Marknagili. ( kostnaður 250,-kr).
Seinasta freist at tekna seg og at
gjalda er 11. dec.
tlf. 313281 - 278080.
Gjaldast kann til formannin ella á
konto okkara í Eik Banka, nr. 9181 -
4543590. ( viðmerkja navn ).
NB! Í komandi árið byrjar virksemið
aftur við fundi í Losjuni tann 6.
januar kl. 19,00. Fundarskáin verður
lýst seinni!
TILTØK