Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. desember 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. desember 2015 · Nr. 144 ÍTRÓTTUR STUTTSØGD ÍTRÓTTARTÍÐINDI Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Mario Balotelli skal ikki vænta sær at sleppa við til EM-enda­spælið. Italski lands­liðs­venjarin, Antonio Conte, sigur við Football Italia, at AC Milan-áleyparin skal prógva ógvuliga nógv um hann skal verða úttikin. Stefan Kiessling umhugsar at fara úr Bayer Leverkusen, har hann hevur spælt síðani 2006. 31 ára gamli áleyparin hevur ikki fingið nógva leik­tíð seinastu tíðina, men skeyt um vikuskiftið tvey mál. Hann hevur skotið 17. flest mál í Bundesliguni nakran­tíð. Real Madrid dragnar í odd­ inum í sponskum fótbólti. FC Barcelona snávaði við javn­leiki, men Real Madrid tók ikki av og tapti 1-0 ímóti Villarreal. FC Barcelona og Atlético Madrid eru á odda við 35 stigum, meðan Real Madrid hevur 30. Gary Neville fekk um viku­ skiftið sín fyrsta dyst sum Valencia-venjari í sponsku La Liga. Eftir 0-2-tapið ímóti Lyon í Champions League fyrr í vikuni, eydnaðist tað ei­heldur at vinna á útivølli ímóti Eibar. Dysturin endaði 1-1. PSG er nú einki minni enn 17 stig frammanfyri nummar tvey í fronsku deildini, sum eru Angers og Monaco. PSG vann um vikuskiftið 5-1 ímóti Lyon. Serge Aurier, Edinson Cavani og Lucas Moura skutu hvør sítt mál, meðan Zlatan Ibrahimovic skeyt tvey. BOKSING 24 ára gamla stórtalentið, Patrick Nielsen, vann leygar­ kvøldið danska boksi­brakið ímóti 38 ára gamla veteran­ inum, Rudy Markussen. Ein ser­stakliga álopskendur dystur endaði við, at Markussen mátti geva seg í 3. um­fari. FLOGBÓLTUR Kvinnurnar hjá KÍF eru í hálvfinaluni í steypa­kapp­ ingini. Tað er greitt, eftir at tær í gjár vunnu 3-0 ímóti SÍ. Næsta sunnudag hittast SÍ og Dráttur í grannauppgerð á Giljanesi, og vinnarin fylgir við KÍF í hálvfinaluna. HONDBÓLTUR Danmark er í HM-fjórðings­ finaluni í kvinnuhondbólti. Heima í Danmark vunnu tær 26-19 ímóti Svøríki, og nú skulu tær møta Rumenia. Hini londini í fjórðings­final­ unum eru higartil Noreg og Holland. Hinar fjórðings­ final­urnar verða leiktar í kvøld. Íslendska hondbólts­sam­ bandið hevur kært av­gerð­ ina hjá altjóða hond­bólts­ sam­band­inum um at útihýsa íslendska dómaraparinum frá fram­tíðar altjóða døming, eftir at teir ikki dømdu eitt av­ger­andi mál í HM, har bólt­urin var greitt innanfyri strik­una. KURVA­BÓLT Heili fýra lond verða vertir fyri EM-endaspælinum í kurva­bólti í 2017. Altjóða sam­gongan, FIBA, hevur nýliga roynt hesa skipan, og hon hevur eydnast so­mikið væl, at hon verður endur­ tikin. EM verður tá í Finn­ landi, Rumenia, Turka­landi og Ísrael. Sigursrøðin hjá Golden State Warriors í NBA er at enda komin. 24 sigrar á rað er besta byrjanin upp á eitt kapp­ingarár nakrantíð, men liðið náddi ikki at sláa metið á flest sigrar á rað, sum LA Lakers setti í 1972 við 34 sigr­ um á rað. Warriors taptu 108- 95 ímóti Milwaukee Bucks. SVIMJING Eitt illa mannað evropeiskt svimjilið tapti greitt ímóti USA í árligu kappingini Duel in the Pool. Støðan gjørdist 155-107 til USA. Evropa var uttan fleiri profilar, sum hug­savna seg mest um at fáa best møguligu fyrireiking til OL næsta summar. SÚKKLING Russiski ríkmaðurin, Oleg Tinkov, gevst sum parta­ eigari og stuðul hjá Saxo- Tinkoff, og eftir næsta kapp­ ingarár gevst hann eisini heilt í súkklu­heim­inum. Hann pakkar saman eftir at hann hevur funnist hvassliga at al­tjóða samgonguni, UCI. TRIATHLON 14. árið á rað skipar Føroya Triathlon Felag fyri nýggjárs­fleir­kapping á Rossa­gøtuni, sum verður nýggjárs­aftan kl.10.00. Møgu­leiki er fyri at melda seg til í duathlon, fjalla­súkkl­ ing og renn­ing. Aldurs­bólk­ ar­nir eru ung­dómur, elita og vete­ranar. albinus@sosialurin.fo Mario Balotelli skal ikki vænta sær at sleppa við til EM-enda­spælið Kvinnurnar hjá KÍF eru í hálvfinaluni í steypa­kapp­ingini Gary Nevile