Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. desember 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. desember 2015 · Nr. 144 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR HONDBÓLTUR H71 vann í gjár, uttan stórvegis trupulleikar, oddabrakið móti KÍF. Stórskjúttin hjá hoyvíkingum, Peter Krogh, var mipunkið serliga í fyrra hálvleiki Tróndur Arge – Hoyvíkshøllin Tað resta nakrir fáir minuttir av fyrra hálvleiki, tá høllin eina løtu steðga upp. H71 er í álopi og er um at slíta frá KÍF. Eftir Peter Krogh verð­ur steðgaður av verjuni hjá koll­ firðingum og fær frísk­ast. Áðrenn dysturin verður tikin upp aftur fær Peter Krogh eina átalu, sum ljóðar um alla høllina. Dómaraparið tímir ikki at hoyra upp á Peter Krogh grenja meir. Fram til tá hevur danski stórskjúttin skotið fleiri mál, brent tveir risa møguleikar, gramt seg um hvørja avgerð hjá dómarunum og við­spæl­ arunum, og verið útvístur tvær ferðir. Jú, Peter Krog var av álvara miðpunktið í fyrra hálvleiki. Petur saknar verju av Peter Petur Mittún, venjari hjá H71, hevur ikki tað við at tosa um dómaran. Í gjár gjørdi hann tó eitt lítið undantak, tá hann tosar um Peter Krogh, sum fekk tvær útvísingar longu fyrstu tjúgu minuttirnar. – Tað er ongin orsøk at grenja og tosa við dómaran, fyri síðani at fáa óneyðugar útvísingar. Tað er nakað vit kunnu arbeiða við, sigur Petur Mittún og leggur aftur­ at. – Men tá vit hugsa um hvør hann er, so fær hann kanska meiri móti sær, og lítið hinvegin. Tað er onkr­ar støður, har eg haldi at verju­ spæl­ararnir kundu fingið okk­urt, sigur Petur Mittún um Peter Krogh. Tað vóru nakrar støður, har H71 hevði brúk fyri, at Peter Krogh bara avgjørdi álop­ini einsamallur Tað eydn­aðist í nøkrum førum, men heldur óvanligt, so brenndi hann eisini onkrar risa møgu­leikar. Í verjustøðu var hann fleiri í tvídysti við Andrias Nielsen, og har fekk hann tvær útvísingar. Einu ferðina vísti kviki vongurin hjá KÍF, Teitur Joensen, at danski stórskjúttin eisini hev­ur veikleikar. Í verju­ støðu bleiv hann settur av skjótu bein­rørslunum hjá Teiti. Avgjørt í seinna hálvleiki Bara nakrar fáar minuttir inn í seinna hálvleik stóð 16-10 til H71. Tá mundu tey flestu halda, at 12. sigurin var í hús. H71 skifti nakað út, men KÍF bara í løtum vísti til­tikna FM spælið frá 2013 og 2014 við nógvum góðum skjót­álopum, har Hans Eli Sigur­bjørnsson gongur á odda. Tað kom ongantíð veru­ ligur spenningur í seinna hálv­leik. H71 hevur nú vunn­ ið tólv dystir upp í slag. Debutantar á Skála StÍF vann í gjár 35-24 á Team Klaksvík. Sermerkt fyri dystin var, at strandingar høvdu ikki færri enn tríggjar debu­tantar á vøllinum. Dávid Danielsen, Tummas Simonsen og Arnold Berg spældu allir fyri fyrstu ferð. Har í millum fekk Dávid Davidsen sítt fyrsta mál eis­ ini. Hjá kvinnunum spældi StÍF og VB. Her endaði tað við javnleiki 24-24. trondur@sosialurin.fo PETER KROGH Í BRENNI- DEPLINUM