mánadagur 14. desember 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 14. desember 2015 · Nr. 144
ÍTRÓTTUR
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
Leygardagin var lutakastið til EM enda
spælið í Fraklandi komandi summar.
Tá Ísland úr fjórða styrkisbólki kom úr pottinum,
endaði teir í bólki við Portugal. Her er vert at hugsa
um annað enn bara Cristiano Ronaldo, tí Portugal
hevur fyrr mist stig móti væl veikari mótstøðu.
Somuleiðis, so hava teir avrikað illa í onkrum av
endaspølunum. Serliga til HM endaspælið í Brasil
gekk teimum illa Tí skal Ísland ikki ræðast teir.
Úr styrkisbólki trý kom so Ungarn. Vit kenna
alt til Ungarn. Vit vóru í bólki við teimum til
undankappingina, og skuldu havt fingið kanska
upp í fýra stig móti teimum. Ungarn prógvaði við
sigrunum á Noreg í Play-off dystunum, at teir kunnu
meir enn teir vístu móti Føroyum. Tó skal Ísland als
ikki ræðast Ungarn.
Úr styrkisbólki tvey kom Eysturríki. Her kann
nevnast, at tá tveir bóltar vóru eftir í skálini
vóru møguleikarnir Italia og Eysturríki. Í so máta
var eisini talan um eitt gott lutakast fyri Ísland,
hóast styrkin á teimum flestu londunum í øðrum
strukisbólki er rímiliga jøvn.
Hetta merkir so, at Ísland brádliga hevur ein
møguleika at gera seg galdandi til eitt EM endaspæl.
Nummar eitt og tvey koma víðari úr bólkinum,
meðan fýra av teimum seks, ið enda nummar trý,
eisini koma víðari. Er tað ein møguleiki, at Ísland
leggur okkurt av Portugal, Eysturríki og Ungarn
aftur um seg. Eg havi hug at siga ja.
Eg væntaði annars, at Zlatan Ibrahimovic hevði
spælt sær av við sín endaspælsmøguleika, tá Svøríki
ikki kom til HM í Brasil. Hann hevur tó prógvað, at
hann hóast hann er ein stórur maður, so er hann
førur fyri at fylgja við enn. Og meir enn so. Svøríki
kom hinvegin í ein torføran bólk saman við Belgia,
írlandi og Italia.
Her eru bólkarnir:
Bólkur A: Frakland, Albania, Rumenia, Sveis
Bólkur B: Ongland, Wales, Slovakia, Russland
Bólkur C: Týskland, Norðurírland, Póland, Ukraina
Bólkur D: Spania, Turkaland, Tjekkia, Kroatia
Bólkur E: Belgia, Írland, Svøríki, Italia
Bólkur F: Portugal, Ísland, Ungarn, Eysturríki
Ísland til
EM við einum
møguleika
Ítróttar
KLUMMAN
Tróndur Arge
ARSENAL SKAL
MØTA GOMLUM
BANAMANNI
Tróndur Arge
Aftur í ár skal franska
stórliðið PSG spæla móti
Chelsea, meðan vit fáa eina
endurtøku av finaluni í 2006
millum Arsenal og Barce
lona.
Harumframt
skal
italski risin, Juventus, brýna
seg móti týska stórfelagnum
Bayern München.
Hetta er triðja árið á rað
at PSG og Chelsea møtast.
Chelsea vann fjórðingsfinal
una í 2014, meðan Paris vann
áttandapartsfinaluna í vár.
Arsenal
og
Barcelona
hava spælt fleiri ferðir móti
hvørjum
øðrum
seinastu
árini. Í finaluni í 2006, í
fjórðsfinaluni í 2010, og í
áttandapartsfinaluni í 2011
var tað Barcelona, sum kom
víðari.
Manchester
City
skal
spæla móti Dynamo Kiev,
meðan Real Madrid skal
spæla móti Roma. Dystirnir
verða spældir í seinni helvt
av februar og fyrru helvt av
mars næsta ár.
trondur@sosialurin.fo
Áttandapartsfinalur
í Champions League:
Gent - Wolfsburg
Roma - Real Madrid
PSG - Chelsea
Arsenal - Barcelona
Juventus - Bayern München
PSV - Atletico Madrid
Benfica - Zenith
D Kiev - Manchester City
Lutakastið til áttandapartsfinalurnar hevur verið á middegi
í dag, og har vóru fleiri dystir millum stórlið
Mynd: Polfoto