Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. desember 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. desember 2015 · Nr. 144 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR Gunnar Nielsen, tú er hálvur íslendingur og spælir í Íslandi, hvat siga ís­lend­ingar um EM luta­ kastið, har mótstøðuliðini eru Portugal, Eysturríki og Ungarn? – Eg haldi fyrst og fremst, at tey eru spent. Tað er ein kensla av, at rakar Ísland formin, so kunnu teir koma víðari úr bólkinum. Portugal er favorittur, men teir hava fyrr mist stig móti verri lið­ num. Eg vil siga, at Ísland kann vinna á øllum liðnum, um teir spæla til sítt besta. Vit hava akkurát spælt móti Ungarn, er tað ongin úr Íslandi, sum hevur spurt hvussu teir skulu takla ungarar? – Tað eru ikki nógvir íslendskir lands­liðsspælarar, sum spæla í íslendsku kappingini. So ongin hevur ringt enn. Sum hálvur íslendingur, so hevði tú væl slatrað? – Ja, sjálvandi eri eg til reiðar at hjálpa íslendinum Vit áttu at vunnið á Ungar, so teir klára íslendingar teir væl? – Ja, teir hava avgjørt møguleikan, men tað krevur at teir eru væl fyri, tí vit komu hóast alt undir trýst. Hvussu langt kemur Ísland? – Eg velji at siga, at Ísland kemur víðari úr bólkinum. Síðani er ilt at siga hvat kann henda, men eg sigi teir koma víðari. Vikan ið fór Gilli Rólantsson Sørensen fær tjúgu minuttir móti Viborg í Superliguni. AaB vinnur 2-0. Stutt seinni boðar AaB frá, at ein av kappingarneytunum hjá Gilla, Henrik Dalsgaard, er seldur til Zulte Waregem í Belgia. Íslandskt dómarapar og danskur eygleiðari kolldøma av órøttum mál hjá Suðurkorea í EM fyri kvinnur í hondbólti. Bólturin rakti yvirleggjaran og er greitt innanfyri málstrikuna, men onkrari orsøk fær dómaraeygleiðarin ikki tað. Bæði dómaraparið og danski eygleiðarin verða sendir heim. Manchester United er stóri taparin, tá bólkaspælið í Champions League kemur at enda. Hóast innkeyp fyri hálva triðja milliard krónur seinnu árini, so er liðið lagt frá stórheitstíðini undir Sir Alex Ferguson. Alex Troleis verður góðkendur sum FIFA- dómari, meðan Andrew Christiansen og Dan Højgaard hava fingið góðkenning sum FIFA- hjálpardómarar. Tórshavnar kommuna samtykkir at útbyggja høllina á Hálsi til dupulthøll, og høllina í skúlanum á Argjahamri verður útbygt til fulla stødd. Alt arbeiði skal verða liðugt innan tvey ár B36 vinnur trætuna móti HB, og skal ikki gjalda uppalingpengar fyri Jógvan Skeel Nolsøe. HB kærir ikki avgerðina hjá FSF. ...við ítróttinum Venjarin: Handan leiktjøldini við leiðarunum í fótbólti ÍTRÓTTAR UMMÆLI 5 SKJÓTIR Hetta er ein bók um leiðslu, sum hevur útgangsstøði í fótbólts­ venj­aranum. Bókin gevur tær ein kenslu av, at nú fara Sir Alex Ferguson, José Mourinho og Arsene Wenger at greiða frá, hvussu teir hava gjørt fyri at leiða Man­chester United, Chelsea og Arsenal. Soleiðis sær tað út á forsíðuni, men tað kundi eins væl verið Mick McCarthy og Neil Warnock. Tí sannleikin er, at vit fáa nógv meiri innlit í arbeiði og leiðsluháttin hjá venjarnum, sum eru nakað undir toppinum í Premier League. Hetta er tó ikki líka væl, men ger upp­ livingina eitt sindur verri. Í fleiri før­um er hetta talan um ein venj­ara, sum greiðir frá hvussu hann hevur loyst ein trupulleika. Trupul­leikin við tí er, at vit ov sjáldan fáa báðar síðurnar av søguni, tá tosað verður um ávísar støður. Ert tú fótbóltsáhugaður og hevur fylgt Premier League í eina tíð, so er ikki neyðugt at vilja leiða í tí dagliga lívinum, fyri at fáa nakað burturúr bólkini. Eg keypti hana fyri 300 krónur í Kastrup og væntaði mær minst eina fimm stjørna bók, men kanska keypti eg hana undir skeivum fortreytum. Eg burdi vitað, at legendan Sir Alex, taktikarin José Mourinho og »professarin« Arsene Wenger vistu betur, enn at selja sínar loyni­dómar til Michael Carson. Eg var líka við at geva bókini tvær stjørn­ur, men kanska var tað bara mítt vónbrot av forsíðuni, sum liggur í bakhøvdinum. LES HANA UM: tú er ein Premier League áhugaður fótbóltsvenjari, ella hevur ein venjara í búkinum. IKKI LESA HANA UM: tú væntar at sleppa at pilka í høvdinum hjá Sir Alex, José Mourinho og Arsene Wenger. HVUSSU ER HON AT LESA: Kann vera eitt sindur fløkjaslig, men ann­ars væl skrivað. Tað bilar als ikki. HVAT SIGUR TÚ: Míni ráð eru fyrst at keypa »Leading« hjá Sir Alex Ferguson, so kanst tú keypa hesa aftaná, um tú hevur hug til meir. Ert tú ein venjari og manglar íblástur, so kanst tú eisini keypa hesa. Í hesum táttinum umrøða vit ítróttarbøkur. Hetta eru bøkur, sum vit hava lisið og meiningarnar eru allar okkara egnu... ★★★★★★ FAKTA Michael Carson er sum so ikki ítróttarskrivari. Hann er serfrøðingur í leiðslu, og tí skrivar hann eisini út frá tí vinklinum. – Vit eru betri enn máltalvan vísur í dag. Rógvi Weyhe, KÍF, eftir at hava tapt 24-19 fyri oddaliðnum, H71 – Eg haldi framvegis at Mesut Özil hevur nakað at prógva. David Moyes helt fyri, at Mesut Özil ikki hevur prógvað seg enn Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Gunnar Nielsen Føddur: 7. Oktober 1986 Ítróttur: Fótbóltur (FH í Íslandi) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1 Hvar er EM fyri kvinnur í hondbólti? 2 Hvørjum londum er Ísland í bólki við til EM í fótbólti komandi summar? 3 Hvussu eitur føroya sterkasti maður? 4 Hvussu eitur spanski áleyparin hjá Villareal, sum í gjár skoraði einsamalla málið í sigrinum á Real Madrid. Í fjør spældi hann við Tottenham? 5 Hvussu eitur danski landsliðsvenjarin í kvinnuhondbólti? 6 AC Milan vinnur 4-0 á FC Barcelona í Champions League finaluni, Brasil vinnur HM og Grand Slam vinnararnir í tennis eru tvær ferðir Pete Sampras, Andre Agassi og Sergi Bruguera. Hvat er árið? 7 Vit skulu hava navnið á italskum ski-snillingini. Hann er føddur í 1966 og hevur vunnið trý olympisk gull heiðursmerki, tvey HM gullheiðursmerki og ikki færri enn 50 sigrar í World Cup kappingum. Hann var aktivur fram til 1997. 8 Hvør er á myndini? ? 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Quizzin, svar: 1: Danmark 2: Portugal, Eysturríki og Ungarn 3: Bjarni Nielsen 4: Roberto Soldado 5: Klavs Bruun Jørgensen 6: 1994 7: Alberto Tomba 8: Lionel Messi