Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. desember 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. desember 2015 · Nr. 144 ÍTRÓTTUR SVIMJING KRISTA Í GULLRÚSI Krista Mørkøre hevur um viku­skiftið vunnið heila fýra heiðurs­merki í stórari kapping í Manchester. Trý teirra vóru gull Pætur Albinus Meðan flestu føroysku svimj­ararnir hava lut­ tikið í NM og NJM í Bergen, so hava tveir av okkara svimjarum roynt seg aðrastaðni. Óli Mortensen hevur lut­ tikið í Amsterdam Swim Cup 2015 í Hollandi, með­an Krista Mørkøre hevur luttikið í British National Para Swimming Champion­ships 2015 í Man­chester, Onglandi. Óli gjørdist nummar sjey í 800m frí við tíðini 8:25.26, meðan hann í 1500m frí fekk eitt 8. pláss við tíðini 15:52.60. Krista Mørkøre gjørdi ein sannan vørr í Ong­ landi, har hon vann heili trý gullmerki og eitt silvur­merki í British National Para Swimming Championships. Gull­ merk­ini vórðu vunnin í 400m frí við tíðini 5:17.07, 100m frí við tíðini 1:08.49 og 50m frí við tíðini 31.69. Silvur­merkið vann hon í 100m bringu við tíðini 1:31.00. Leggjast kann afturat, at allar fýra tíðirnar hjá Kristu vóru persónligt met. albinus@sosialurin.fo Krista Mørkøre Róland Toftum setti við tíðini 1:04.43 nýtt juniormet í 100m bringu Savnsmyndir