Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. desember 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. desember 2015 · Nr. 144 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR SVIMJING Føroyskir svimjarar hava um vikuskiftið luttikið í norðurlandameistarakapping í Bergen, har tað gjørdist til eina ørgrynnu av nýggjum føroyskum metum Pætur Albinus Um vikuskiftið hava fleiri før­oy­ingar lut­tikið í norður­ lendsku meistara­stevnuni (NM) og norður­lendsku junior­meistarastevnuni (NJM) í Bergen, Noregi. Fyrsti kappingardagurin var fríggjadagin, og hann hepn­aðist bara væl hjá føroy­ ing­unum. Tvey heiðursmerki vórðu vunnin henda dagin. Sára Nysted vann bronsu í junior­bólkinum í 200m blandað við tíðini 2:16.52, sum var nýtt føroyskt met. Marius Gardshodn vann silvur í juniorbólkinum í 1500m frí, har hann við tíðini 15:35.23 setti persónligt met við umleið 14 sekundum. Eitt annað føroyskt met varð sett hendan dagin. Tað fekk Róland Toftum, tá ið hann við tíðini 1:04.43 setti nýtt juniormet í 100m bringu og svam seg í finaluna. Heiðursmerki Leygarmorgunin byrjaði við enn einum meti hjá Rólandi Toftum, sum í 200m bringu setti nýtt føroyskt juniormet við tíðini 2:19.52. Við hesi tíðini svam hann seg eisini í finaluna, har hann dagin eftir svam tíðina 2:19.37 og harvið betraði um sítt ný­ sligna met. Alvi Hjelm og Sára Nysted vóru bestu føroy­ingar leygar­dagin hvat heiðurs­ merkjum viðvíkur. Alvi svam seg til bronsu í 400m blandað (NM) við tíðini 4:21.26, sum var per­sónligt met við útivið trim­um sekundum. Sára Nysted var í juniorfinaluni á sama teini, 400m blandað, og hon vann eisini bronsu. Tað var við tíðini 4:50.30, sum er nýtt føroyskt met. Metið átti hon sjálv frammanundan- tá var tíðin 4:51.57. Eisini onnur met vórðu sett leygardagin. Føroyska gentu­stafettin, sum var mannað við Signhild Joensen úr Ægir, Sáru Nysted úr SuSvim, Janu Thomsen og Barbaru Debes úr Ægir, setti met í 4x200m frí við tíðini 8:29.72. Gamla metið var 8:37.77. Eisini ein dreingjastafett setti met. Marius Gardshodn úr HS, Rói Bech og Róland Toftum úr SuSvim og Rókur Trygvason úr Ægir svumu 4x200m frí við tíðini 7:58.75. Tíðin var fýra sekund betri enn verandi met frá 2006. Eisini dagin fyri settu hesar báðar gentu- og dreingja­stafettir føroysk junior­met. Tað var í 4x100m frí, har genturnar svumu tíðina 3:56.68 (gamla metið var 4:02.35), meðan dreingir­ nir svumu tíðina 3:38.37. Hetta var met óansæð hvat, tí har var einki føroyskt junior­met skrásett framman­ undan. Fleiri met Í gjár, sunnudagin, vóru sein­ astu finalurnar í kappingini avgreiddar. Hóast tað ikki gjørdist til fleiri føroysk heiðursmerki, so vórðu fýra føroysk met og jonior met sett afturat. Umframt fyrr nevnda met hjá Rólandi Toftum, so gjørdi Sára Nysted aftur um seg við ein­ um meti. Hesaferð var tað í 400m frí, har hon við tíðini 4:18.31 tók metið frá Monu Simonsen, sum hon átti við tíðini 4:21.27. Gentustafettin í 4x100m blandað, mannað við Signhild Joensen og Ásbjørg Hjelm úr Ægir, Vár Eidesgaard úr HS og Sáru Nysted úr SuSvim, settu nýtt junior­met við tíðini 4:21.80 Dreingjastafettin setti nýtt føroyskt juniormet í 4x100m blandað, men aftur her var tað óansæð hvat, tí har var einki juniormet skrá­ sett frammanundan. Metið er nú 4:05.71. albinus@sosialurin.fo NÓGV NÝGGJ FØROYSK MET Meistarakapping í Bergen