mánadagur 14. desember 2015síða 34
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 51 • 14. DESEMBER 2015
10
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Hevur gingið sum eitt klokkuverk
Vilmund Jacobsen
M
ong munnu kenna deksbáta
navnið, Ólavur VN 138, og líka
nógv munnu kenna navnið,
Alfred J. Olsen í Vestmanna, sum eig
ur bátin.
Ólavur er gamli postbáturin, smíð
aður á Vestmanna Skipasmiðju í
1930, sum í mong ár sigldi við ferða
fólki, farmi og posti.
Tað var pápi núverandi eigaran,
Samuel Jacob Olsen, vanliga róptur
Sam, sum læt Ólav smíða.
Bátasmiðjurin var Jógvan Hansen í
Skálum, róptur. Hann var bóndasonur í
Vestmanna og fór seinni á Tórshavnar
Skipasmiðju at arbeiða.
Jógvan smíðaði nakrar deksbátar í
Vestmanna og nøkur størri skip í Havn,
eitt nú Norðlýsið, sum er smíðað á
Tórshavnar Skipasmiðju í 1945.
Søgan um ferðafólka,- farma-og
postflutningin við Ólavi er drúgv, men
deksbáturin hevur øll árini verið og
er framvegis heimahoyrandi í Vest
manna.
Ólavur varð eisini boðsendur til
sjúkraflutning, tá neyðugt varð við
bráðfeingis sjóvegis flutningi.
Alfred J. Olsen, sum gjøgnum
mong ár var eitt kent andlit í sigling
um Vestmannasund, tók yvir flutn
ingin við Ólavi í 1945, tá pápi hansara
gjørdist sjúkur.
Sam doyði í 1947, bert 50 ára
gamal.
Alfred hevur átti fleiri bátar og
skip gjøgnum árini, bæði til flutnings,
men eisini til útróður.
Ólavur sigldi sína rutu í Vest
mannasundi og loysti av á øðrum far
leiðum kring landið fram til 1965, tá
Bragd kom í staðin.
Fyrimunirnir við Bragd vóru serliga,
at hetta var eitt nógv størri skip, eins
og Bragd eisini kundi hiva bilar.
Tá Sam kom í 1975 gjørdust um
støðurnar uppaftur betri.
Tað var í umleið 1980, at Føroya
landsstýri tók yvir siglingina um Vest
mannasund, sum annars hevði verið
á privatum hondum øll árini undan
hesum.
Tá Vikublaðið hitti Alfred á máli
um dagarnar, segði hann, at Ólavur
hevur havt somu maskinu síðan 1975.
– Hetta er ein Volvo Penta 150
HK, og hon gongur framvegis sum eitt
klokkuverk, sum hann tekur til.
Alfred J. Olsen sigur, at Ólavur
hevur verið lítið brúktur seinnu árini,
men tá bátastevna er í Vestmanna,
hevur báturin eina fasta uppgávu, ið
er at sigla fremstur av Fútakletti og
inn á Vestmanna.
Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir
saman við stuttum teksti og upplýsingum til:
maggi@sos.fo
Bilurin er ein Austin Cambridge
stationcar hjá Celiu Brockie Dam.
Myndin er tikin úti í Tinganesi.
Bilurin er ljósur við svørtum taki.
Legg til merkis at hann er høgrastýrdur
og hevur sókskerm oman fyri forrútin,
sum fleiri bilar brúktu tá í tíðini. Hesir
Austin Cambridge A55 Mark II vórðu
gjørdir frá 1959 til 1961.
Smádrongurin er Tommy Jørgen
sen, sum seinni flutti til Danmarkar
at búgva.
Celia Brockie Dam hevði í mong ár
klædnahandlin Vogue í Havn.
Myndaeigari: Celia Brockie Dam
SKIPASØGA
BILASØGA
Deksbáturin Ólavur VN 138, sum er smíðaður á Vestmanna Skipasmiðju í 1930, hevur øll árini verið
heimahoyrandi í Vestmanna – og heilt síðan 1975 hevur báturin havt eina Volvo Penta 150 HK
Austin
Cambridge
hjá Celiu Dam
Tað var Jógvan Hansen, bóndasonur í Skálum, sum smíðaði
deksbátin Ólav á Vestmanna Skipasmiðju í 1930
Mynd: Málningur eftir Martin Joensen
Fakta um Ólav
Smíðistaður-/
ár: Vestmanna
Skipasmiðja (1930)
Tilfar: Eik/ fura
BRT: 14,24
Maskina: Volvo
Penta 150 HK
Eigari: Alfred
Jacobus Olsen