mánadagur 14. desember 2015síða 42
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 51 • 14. DESEMBER 2015
18
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Hybridbilarnir selja
sum ongantíð áður
Edmund
á leikpalli
Nógv bíligari
hjá foreldrum
í Havn
Heimleys og fyrrverandi heimleys sýna í
hesum døgum leik í Keypmannahavn
Leikurin »Heim svára heim«, ella »Hjem svære
hjem«, hevur 12 leikarar, ið spæla sjónleik fyri
fyrstu ferð.
Leikararnir eru heimleysir, ella fyrrverandi
heimleysir, og á donskum greiða tey frá egnum
upplivingum og verður hetta gjørt við rap-tón
leiki.
Søgur, løgnir jólasangir, yrking og skemt eru
á skránni í leikinum. C:NTACT stendur fyri ætlan
ini, og persónarnir hava uttan himpr játtað at
vera við og siga góðu og ektaðu søgurnar.
14 sýningar eru á skránni í desember og leikt
verður á Edison Teater á Edisonvej 10, Frederiks
berg. Sýningarnar eru ókeypis.
Mett verður, at aldursmarkið er frá 7. flokki
og uppeftir. Edison leikhúsið er kent fyri at hava
vítt til veggja og høgt til loftið, og sterkar og
djúpar myndir verða settar á pall, men eisini er
skemt og hugni á skránni.
Yrkisfólk standa aftanfyri ætlanina, og góð
fólk stuðla eisini hesum verkinum, ið er stuðlað
av Bikuben Grunninum.
Á palli eru: Cathrine, Edmund, Emilie, Erik,
Jamal, Josefine, Orla, Steen og Susana
Á myndini sæst hoyvíkingurin Edmund Sofus
Jacobsen, sum hevur roynt lívið sum heimleysur
í Keypmannahavn, og sum hevur verið í bæði
donskum og føroyskum sjónvarpssendingum
hesum viðvíkjandi.
Sølan av hybridbilum økist sum ongantíð áður,
og talið av hybridbilum á føroysku vegunum
hevur aldri verið hægri. Talan er um hybrid
bilar við bæði beinsin- og elmotori
Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at
gera tað nógv bíligari hjá foreldrum at
hava børn í barnaansing í kommununi
Toyota hevur í heimshøpi selt langt oman fyri 7
mió. hybridbilar síðani fyrsti hybridbilurin Toyota
Prius kom á marknaðin í 1997. Toyota markn
aðarførir um allan heimin umleið 30 ymiskar
hybridbilar.
Tað er einfalt og lætt at koyra ein hybridbil.
Bilførarin setur seg við rattið, heldur fótin á
bremsupedalini, trýstur á startknøttin og setur í
Drive (hybridbilarnir hava allir automatisk gear).
Síðan fara motorarnir og battaríini til arbeiðis.
Hybridkonseptið virkar soleiðis, at bensin
motorurin og el-motorurin supplera hvønn
annan, og syrgja fyri at bilurin altíð koyrir
optimalt, bæði hvat kraft, økonomi og um
hvørvisvernd viðvíkur. Battaríini geva streym til
el-motorin og verða lødd upp av bensinmotor
inum.
Her hjá okkum økist sølan av hybridbilum
alsamt. Tað er í størstan mun privatpersónar,
ið koyra hybridbil, men eisini økist talið av fyri
tøkum, ið av álvara hava fingið smakk fyri nógvu
fyrimununum við hybridbilum.
Toyota er av tí fatan, at hybridtøknin er eitt
tað mest realistiska boðið uppá ein optimalan
umhvørvisvinarligan familjubil.
Í hesum sambandi er ein skipan við systkina
avsláttri nú sett í verk. Men skipanin, sum
nú verður sett í verk í Tórshavnar kommunu,
ber í sær, at frá á nýggjárinum skulu foreldur
bara rinda fyri tað yngsta barnið, tey hava í
vøggustovu, barnagarði, ella í frítíðarskúla.
Tað merkir, at hava foreldur fleiri børn í
ansingarskipanini, skulu tey bara rinda fyri
tað yngsta barnið, tí øll hini børnini eru
ókeypis.
Sostatt koma foreldur ongantíð undir at
rinda meiri enn 2.546 krónur um mánaðin fyri
barnansingina, sama hvussu nógv børn tey
hava. Hetta er tað, sum tað kostar at hava
eitt barn í vøggustovu.
Hetta merkir, at tess størri barnaflokkurin
er, sum er í barnaansing, tess størri er spar
ingin.
– Vit halda, at tað er umráðandi, at Tórs
havnar Kommuna tryggjar barnafamiljum
so góð viðurskifti sum møguligt, og at tað
skal vera hugaligt at búseta seg í Havn sum
barnafamilja, sigur Helena Dam á Neystabø,
forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar
Býráð.