mánadagur 14. desember 2015síða 46
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 51 • 14. DESEMBER 2015
22
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Fá pulsin upp í Bergen
Bergen City Marathon
Ein hvør stórbýur við virðing fyri sær sjálvum má
hava eitt maraton, og Bergen er einki undantak.
Og í Bergen er Bergen City Marathon ein verulig
fólkafest. Øll kunnu vera við. Eldri fólk og smá
børn, mótabloggarar og fótbóltsidiotar, norskir
nasjonalistar og tilflytarar. Har renna fólk við
alt ov nógvum kiloum á kroppin, og eisini onkur,
sum burdi fingið sær eina ferð aftur at upp á
tallerkin. 9.000 luttakarar vóru í Bergen City
Marathon í 2015, har av gott 1.000 vóru út
lendingar.
30. apríl 2016 er Bergen City Marathon á
skránni fyri sættu ferð, og væntandi vera enn
fleiri luttakarar við í ár, og nú hevur tú møgu
leikan at renna saman við luttakarum um allan
heimin gjøgnum ein av vakrastu maratonteinum
nakrastaðni. Byrjan og málstrika eru á Bryggjuni í
Bergen og teinurin fer eftir fjallavegnum, gjøgn
um gamla býarpartin og tvørtur um Fiskatorgið.
Umframt sjálvan maratonteinin, verður eisini
skipað fyri hálvmaraton, einum 5 kilometrateini,
eini barnarenning á 2 kilometrar og stafett.
Stafettin hevur 10 partar, sum tilsamans eru
sami teinur sum hálvmaratonrenningin.
Bergen City Maraton hevur heimasíðuna
www.bergencitymarathon.no. Har er øll neyðug
kunning at finna, eins og uppskot til støð at
gista, hjá teimum, ið ferðast til býin í samband
við renningina.
Um renning ikki er tín koppur
av te, so freistar ein túrur í
fjøllunum kanska meiri?
Bergen bjóðar tær eisini at luttaka á fýra- og
sjeyfjallatúrinum, fyri 62. ferð. Tiltakið er
vorðin siðvenja í býnum og mong eru tey, bæði
úr Bergen og aðrastaðni, sum taka lut og gera
fjallatúrarnar til eina veruliga fólkaveitslu.
Túrurin gongur gjøgnum stórar partar av
bergenska fjallaheiminum við vøkrum útsýni yvir
býin ein stóran part av teininum. Eingin tekur tíð,
men allur sunnudagurin fer aftur um bak, meðan
tú gongur 3,5 kilometra langa teinin við 2.400
hæddarmetrum í alt.
Skalt tú luttaka, krevst at tú hevur góða
konditión, men um tú hevur gingið reglugligar
túrar, er hetta eingin trupulleiki. Saft er at fáa
á túrinum, men mati mást tú sjálvur syrgja fyri.
Túrurin byrjar um sjeytíðina á morgni frá
Gravdal. Síðani gongur leiðin til Lyderhorn,
Damgårdsfjallið, Løvstakken, Ulriken, Fløyfjallið,
Brussmáttuna og Rundemanen, víðari til
Sandviksfjallið og aftur til túraskrivstovuna í
Markini. Luttakarakortið skal klippast á øllum
fjallatoppunum og latast inn á skrivstovuni, tá
komið er á mál.
Bergen-Voss súkklukapping
Tykist sjeyfjallatúrurin tær ov langur, kanst tú
ganga fýrafjallatúrin, sum fer frá skúlanum í
Årstad upp á Ulriken, Fløyen, Rundemanen,
Sandviksfjallið og so aftur á skrivstovuna.
Tímir tú heldur ikki at ganga? So er at seta
seg á súkkluna og taka lut í Bergen-Voss
súkklukappingini, nú fyri 40. ferð, leygardagin
4. juni.
Vestlandsklassikarin, sum teinurin eisini
verður nevndur, er 165 kilometrar úr Bergen til
Voss, men tað eigur ikki at halda nøkrum aftur.
Bæði fólk, ið einans súkkla til stuttleikar og tey,
ið nýta súkklingina sum part av síni venjing,
seta seg á súkkluna, saman við meiri royndum
súkklarum og kappingarsúkklarum. Fyri tey
flestu er málið tó at njóta nakrar góðar tímar
á súkklubaki, meðan súkkla verður gjøgnum
bergtakandi náttúruna í vesturnoregi, millum
annað gjøgnum vakra Hardangerfjørðin. Besta
tíðin á teininum er 3 tímar, 55 minuttir og 57
sekund.