Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-14, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. desember 2015síða 62

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 51 • 14. DESEMBER 2015 38 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Eysturoy Vilmund Jacobsen F ólkatalið í Nes kommunu, sum í eina tíð var minkandi, er aftur farið at veksa, og tað eru serliga barna­familjur, ið eru komnar til bygd­ ar. Hin 1. oktober í ár búðu 1.227 fólk í kommununi. Borgarstjórin, Jóhannus Danielsen, fegnast um gongdina og heldur, at tað í fyrsta lagi er gongdin í sam­ felagnum sum heild, ið speglast aftur í økta áhuganum fyri at seta búgv í kommununi. – At vit lækkaðu prísin á grund­ stykkjum í útstykkingini á Lýð­ars­vegi og tann veruleiki, at Eystur­oyar­ tunnilin nærkast, er ivaleyst saman við samfelagsgongdini orsøkin til áhug­an og bjartskygni. Hann vísir á, at í útstykkingini við Lýðarsveg vóru upprunaliga 24 grund­ stykki. Í dag eru fimm av hesum seld, harav trý eru seld eftir príslækkingina á 100.000 krónur. – Við Gaddaveg og onkra aðra­ staðni kring um í kommununi eru onkur grundstykki, men tað er Lýðarsveg vit í fyrsta lagi vísa á, tá fólk spyrja seg fyri. Jóhannus Danielsen sigur, at Lýðarsvegur liggur í vøkrum umhvørvi við góðum útsýni, og her eru øll grundstykkini gjørd byggibúgvin. Í Nes kommunu verður eisini ar­ beitt við eini verkætlan um leigu­bú­ staðir. – Vit hava fingið tilsøgn frá Bú­ støðum um, at stovnurin vil byggja leigubústaðir á Toftum, og í løtuni verður teknað upp á, hvussu henda bygg­ing kann koma at síggja út. Hugs­ að verður í fyrsta lagi um ein blokk við tilsamans átta leiguíbúðum, og ætl­anin er, at íbúðirnar skulu standa lidnar um tvey ár. Allar tænstur Jóhannus Danielsen vísir á, at Nes kommuna hevur nógv at bjóða sínum borgarum og familjum, ið vilja seta búgv í kommununi. – Vit hava ein góðan og lutfalsliga nýggjan barnagarð, sum nú eisini fær vøggustovu. Vit hava nýggjan skúla við stórari fimleikarhøll og svimji­hyli, og vit hava góðar umstøður til frí­ tíðaraktivitetir við stórari fim-leikar­ høll og ikki færri tveimum fótbólts­ vall­um og rennibreyt á Svangaskarði. Haraftrat hava vit ungdómshús. Borgarstjórin sigur, at á eldra­øki­ num er kommunan væl fyri í Skála­ fjarðarsamstarvinum. – Vinnuliga stendur eisini væl til við ymiskum virkjum og tænastum á havnalagnum og einum skipa-og deks­bátaflota, ið framvegis hevur stór­an týdning fyri økið. – Vit hava teir fasilitetir og grund­ leggjandi tænasturnar í kommununi, sum allir aldursbólkar eftirspyrja, og tí er framtíðin hjá okkum bjørt. Hann vísir á, at eins og í flestu kommunum eru inntøkurnar hjá Nes kommunu eisini veksandi. Eysturoyartunnilin Jóhannus Danielsen sigur seg vera sera spentan upp á Eysturoyartunlinum. – Ein sera spennandi tíð liggur fyri framman hjá okkum her við Skála­ fjørðin og í Eysturoy sum heild, og tað er ógvuliga trupult at ímynda sær, hvat hetta ítøkiliga fer at merkja. Borgarstjórin sigur, at Eystur­oyar­ tunnilin verður stívliga 10 kilometrar langur, og tað merkir, at teinurin av Toftum og inn til høvuðsstaðin fer at taka minni enn eitt korter. – Okkara kommuna verður soleiðis sera væl plaserað landafrøðiliga, og vit sleppa beint úr Saltnesi í undir­ sjóvartunnilin og inn til meginøkið. Eg síggi ikki hesar nýggju møguleikar sum nakran trupulleika, men heldur sum nakrar veldugar møguleikar. Nýggja farleiðin til meginøkið fer at geva okk­um nógvar nýggjar møguleikar, sum vit ikki duga at ímynda okkum í dag, sigur Jóhannus Danielsen. Ein spennandi tíð fyri framman – Nes kommuna er í einari góðari gongd, og fólk ynskja aftur at seta búgv í kommununi. Eftirspurningur er aftur eftir grundstykkjum, og trupult er í løtuni hjá fólki, sum hava hug at leiga ella keypa, at finna nakað at búgva í, sigur borgarstjórin, Jóhannus Danielsen – Nes kommuna hevur nógv at bjóða sínum borgarum og familjum, ið vilja seta búgv í kommununi, sigur borgarstjórin, Jóhannus Danielsen Mynd: Vilmund Jacobsen Leirvík · Norðragøta · við Gøtugjógv · Syðrugøta · undir Gøtueiði Vit ynskja øllum borgarum og viðskiftafólki okkara eini gleðilig jól