mánadagur 14. desember 2015síða 63
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 51 • 14. DESEMBER 2015
39
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Eysturoy
Vilmund Jacobsen
S
amlaði fíggjarkarmurin hjá Sunda
kommunu við einum skattapro
senti á 21,5, barnafrádrátti á
5.000 krónur fyri hvørt barnið og
óbroyttum brúkaragjøldum er á til
samans 86,9 miljónir krónur. Av
hesum er eldraøkið 14,6 miljónir og
barnaverndarsamstarvið 4,8 miljónir
krónur.
Eftir kommunala rakstrinum á
48,4 miljónir eru 17,9 miljónir eftir
at ráa yvir.
Sunda kommuna hevur samtykt at
seta 11,1 miljónir av til íløgur, 1,8 til
ábøtur og 6,3 miljónir krónur til av
dráttir.
Av íløgunum og ábótum eru settar
av: 4,9 miljónir (spillivatnskipan í
Hvalvík, Haldórsvík, Hósvík og Tjørnu
vík),
3 miljónir (nýtt reinsiverk til vatn
veitingina við Norðskála, á Oyrarbakka
og á Oyri), 2,7 miljónir (vegir, gongu
teigar og brúgvar), 0,8 miljónir (havnir,
bátahyljar og lendingar), 0,6 miljónir
(ítróttarøkið, sparkivøllir og kamp
ingøkið), 0,6 miljónir (umhvørvistiltøk
og bilur) og 0,3 miljónir (kirkjugarðar).
Góð gongd
Heðin Zachariasen, borgarstjóri í
Sunda kommunu, sigur, at kommunan
er í einari góðari fíggjarliga og í aðrar
mátar mennandi gongd. Skattainn
tøkurnar í ár hava verið væl hægri
enn mett, og kommunan hevur gjørt
nógvar íløgur í 2015 yvir raksturin.
– Vit hava keypt Felagsskúlan
fyri 12,5 miljónir krónur, og vit hava
brúkt nógv meira pening til kloakkir
enn ætlað, men alt hetta er eisini
fíggjað yvir raksturin í árinum og uttan
lántøku. Haraftrat hava vit goldið
nógv niður á skuld, tó at skuldin hjá
kommununi bert er umleið 18 miljónir
krónur.
Heðin Zachariasen sigur, at tann
stóra verkætlanin hjá Sunda komm
unu, sum nú liggur fyri framman, er
nýggi skúladepilin.
– Vit ætla at fíggja íløguna í skúl
an við lántøku yvir eini 10 ár, men
annars eru allar aðrar íløgur fyri 2016
fíggjaðar yvir raksturin, eins og gjørt
hevur verið í ár.
Framtíðarskúli
Borgarstjórin vísir á, at enn liggur
skúladepilin ikki í føstum kørmum, tí
fyrst skulu tekningarnar gerast.
– Vit fara nú at seta ein arbeiðsbólk
at arbeiða við, hvørjir karmarnir í
skúladeplinum skulu verða. Hetta
verður ein framtíðarskúli, har verandi
skúlabygningar á Oyrarbakka ganga
inn sum partur av nýggja deplinum.
Vit skulu eisini hava eina ítróttarhøll
knýtta at skúladeplinum.
Hann vísir á, at Felagsskúlin á
Oyrarbakka varð høvuðsumvældur
fyri nøkrum árum síðan fyri 23 mil
jónir krónur, so hann er í besta standi.
Haraftrat hevur kommunan Norð
skála/ Oyrar skúla, sum eisini verður
partur av skúladeplinum.
– Vit fara at byggja saman, og vit
fara at byggja aftrat, og eingin ivi skal
vera um, at vit fáa ein góðan fram
tíðarskúla her í økinum til næmingar
heilt úr 1.flokki og upp í 10. flokk.
Bestu umstøður
Heðin Zachariasen væntar, at samlaða
íløgan í skúladepilin fer at liggja um
einar 60-65 miljónir krónur.
– Hetta verður ein depil við øllum
skúla-og hallarfasilitetum, góðum
ferðsluviðurskiftum og parkerings
møguleikum, bæði fyri næmingar,
lærarar og onnur, sum koma at brúka
depilin.
Borgarstjórin er onga løtu í iva
um, at nýggi skúladepilin fer at geva
kommunu og tess borgarum nógv
betri møguleikar, enn teir, sum eru
í dag – fyrst og fremst við sjálvum
skúlanum, men so sanniliga eisini
við teimum møguleikum, sum eitt nú
ítróttarhøllin og nýggja bókasavnið
fara at hava, bæði til gamans og álv
ara, frítíð og mentan.
Skúladepilin verður framtíðin
– Vit fara nú at seta ein arbeiðsbólk at arbeiða við, hvørjir karmarnir í skúladeplinum
skulu verða, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu
– Vit fara at seta ein arbeiðsbólk at arbeiða við, hvussu skúladepilin
skal síggja út, men ikki minst, hvørjir karmarnir skulu verða,
sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu
Við tøkk fyri gott samstarv í brátt
farna ári ynskja vit í Sunda
kommunu eini gleðilig jól og
gott nýggjár
Sunda Kommuna - Oyrarbakkavegur 3 · Postbox 10 · 400 Oyrarbakki · telefon 667271 - sunda@sunda.fo – www.sunda.fo