fríggjadagur 13. august 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 152 - 13. august 2004
3
Nr. 152 • fríggjadagur • 12. august 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Bárður Johannsen,
sum fyri stuttum kom
fyri seg eftir drúgvan
skaðasteðg, fekk í gjár
boð um, at hann skal
vera við ímóti Malta
LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Jákup Mikkelsen hevur
givið avboð til landsdystin
ímóti Malta. Vøddaskaðin,
sum hann fekk, tá ið ein
ikki so long løta var eftir at
dystinum ímóti B36 sunnu-
dagin, er so mikið álvar-
samur, at hann fer at halda
Jákupi burturi frá fótbólti í
hvussu so er í einar tvær
vikur afturat.
- Eg havi ikki rættuliga
verið førur fyri at ganga.
Nú havi eg verið hjá fysio-
terapeuti tvær ferðir, og tað
kennist dagamunur á. Í
morgun havi eg fingið
gingið, og fysioterapeut-
urin sigur seg rokna við, at
tað í vikuskiftinum fer at
bera mær til at jogga. Men
tað ganga nakrir dagar,
áðrenn eg aftur fari at verða
førur fyri at venja og spæla
fótbólt, segði Jákup Mikk-
elsen fyrrapartin í gjár.
Í steypakappingini tíðliga
í vár varð Jákup plágaður
av sama skaða. Tá gekk tað
skjótt fyri seg hjá honum at
koma fyri seg aftur. Ongan-
tíð frammanundan hevur
hann havt hetta slagi av
skaða. Í síni tíð í Herfølge
og eisini í Molde hevði
Jákup okkurt skifti trupul-
leikar við aðrari mjødnini,
men nú er langt síðani, at
hetta darvaði.
Verður tú førur fyri at
spæla ímóti Sveis og Frak-
landi í HM undankapp-
ingini?
- Tað vóni eg, men í løt-
uni hugsi eg fyrst og fremst
um at verða klárur aftur, so
eg kann hjálpa KÍ. Tað er
greitt, at eg verði ikki førur
fyri at spæla á Eiði nú
sunnudagin, og eg verði
neyvan førur fyri at spæla í
Gøtu
annan
sunnudag.
Andreas Johannesen hevur
staðið seg væl í 2. deild.
Hann hevur ikki nógvar
royndir í 1. deild. Hann
spældi fimm minuttir ímóti
FCK, men vit hava álit á
honum og vóna, at tað fer at
ganga væl hjá honum, sigur
Jákup Mikkelsen.
Bárður næstur í
røðini
Eftir at Jákup Mikkelsen
hevur boðað landsliðsvenj-
aranum frá, at hann ikki
verður førur fyri at spæla
ímóti Malta mikudagin,
hevur Henrik Larsen gjørt
av, at Bárður Johannsen,
málverjin hjá HB, skal
møta saman við hinum
landsliðsspælar unum
mánadagin. Saman við
honum er Jens Martin
Knudsen málverji.
Bárður hevur verið triði
málverjin á landsliðnum
seinastu árini. Tað mesta av
hesum
kappingarárinum
hevur hann verið skaddur.
Nú er hann komin fyri seg
aftur. Hann vardi HB málið
í steypafinaluni, og hann
hevur verið í HB málinum í
teimum báðum landskapp-
ingardystunum, sum hava
verið síðani summarsteðg-
in.
Bjarni Johansen hevur
staðið seg ógvuliga væl í
VB málinum í ár. Ikki
minst ímóti NSÍ var hann
rættuliga
stinnur.
Men
venjarin hevur valt at halda
fast við sama triðja mál-
verjan, sum seinastu tíðina
hevur havt henda kjansin.
Jákup hevur givið avboð
Fyri fyrstu ferð í
mong ár eydnaðist
tað mikukvøldið
Fremad Amager at
spæla seg víðari í
donsku
steypakappingini
ÚTISETAFELAG
Jóannes Hansen
Mikukvøldið var Fremad
Amager í øðrum umfari í
donsku steypakappingina
inni á Sjællandi. Mótstøðu-
liðið var Sorø Freja, sum
spælir í Sjællandsseriuni.
Fremad Amager vann 4-
1, og Hjalgrím Elttør skor-
aði tvey av málunum.
Hjalgrím var annars ikki á
besta liðnum, tá ið Fremad
Amager í vikuskiftinum
spældi í landskappingini.
Hjalgrím skoraði til 2-0 í
22. minutti. Miðskeiðis í 2.
hálvleiki økti hann til 4-0.
Andrew av Fløtum varð
settur inn á liðið beinan-
vegin eftir steðgin, og Jann
Ingi Petersen var á mið-
vøllinum í umleið ein tíma,
áðrenn hann varð tikin út.
- Eg var uttast á miðvøll-
inum í høgru í 1. hálvleiki
og uttast á miðvøllinum í
vinstru í 2. hálvleiki. Fyrra
málið skoraði eg við vinstra
beini eftir uppspæl í vinstru
og diagonalsending. Seinna
málið fekk eg eftir returbólt
frá málverjanum. Vit vóru
væl betri enn teir, og vit
kundu havt vunnið størri
sigur, eitt nú um eg hevði
havt verið skarpari. Eg
hevði fleiri aðrar møgu-
leikar at gera mál, sigur
Hjalgrím Elttør.
Tú vart als ikki við í
vikuskiftinum?
- Nei, tað eru nógvir við í
kappingini, og venjarin
skiftir nógv út. Eg dugi ikki
at siga, hvussu nógv eg
sleppi at spæla, men nú
vóni eg sjálvandi, at eg
sleppi upp í part í viku-
skiftinum.
Fremad Venjarin sigur, at
hann hevur umleið tjúgu
spælarar, sum allir eru mest
sum eins góðir. Fyrr í vik-
uni fóru tveir spælarar úr
felagnum og til onnur
feløg. Teir hava ikki verið á
besta
liðnum
síðani
summarsteðgin, og teir sóu
sær ikki møguleikar at
koma á besta liðið.
Mikukvøldið var Vejle á
útivølli í Odense. Tað eydn-
aðist felagnum hjá fram-
vegis
skadda
Christian
Høgna Jacobsen at vinna 2-
1 á OKS ella Odense
Kammeraternes
Sports-
klub, sum spælir í Fyns-
seriuni.
Mikudagin 25. august
verður triðja umfar á
skránni, og tá skulu Jón Rói
Jacobsen og Frem og Johan
Byrial Hansen og Horsens
upp í leikin. Todi Jónsson
og FCK skulu fyrstu ferð
spæla í fimta umfarinum,
sum verður 27. oktober.
Seks av teimum átjan
spælarunum, sum hava
fingið landsliðsboð, eru
útisetar í Danmark. Teir eru
Hjalgrím Elttør, Andrew av
Fløtum og Jann Ingi Peter-
sen úr Fremad Amager,
Johan B. Hansen úr Hors-
ens, Jón Rói Jacobsen úr
Frem og Todi Jónsson úr
FCK. Hesir skulu í viku-
skiftinum spæla í donsku
landskappingini,
og
so
koma teir heim fyrrapartin
mánadagin. Landsdysturin
verður mikudagin ímóti
Malta.
Hjalgrím skoraði tvær ferðir
Taptu stórt á
heimavølli
MK Gorica gjørdi í síðstu viku enda á
europeiska ævintýrinum hjá FCK. Tað
gjørdu teir við at vinna við ikki minni
enn 5-0 í Parkini í Keypamannahavn.
Men einki bendir á, at slovenska
meistaraliðið skal røkka milliónunum,
sum eru at vinna í bólkaspælinum í
Europa Cup kappingini fyri meist-
arlið. Mikukvøldið høvdu teir vitjan
av Monaco, sum vann 3-0. Hóast
Gorica ímóti FCK vísti, at teir eru
førir fyri at vinna tað aftur á útivølli,
sum teir høvdu mist á heimavølli, so
man tað vera lítið sannlíkt, at Monaco,
sum í fjør rakk finaluni í hesi
kappingini, ikki fer at verða ført fyri at
steðga slovenska liðnum.
jh
C
M
Y
K
3
2
– Okkara royndir
vísa, at samanlegging-
ar økja um møguleik-
arnar at gagnnýta fel-
ags tilfeingi meiri
effektivt. Við at økja
um samstarvið mill-
um útvarp og sjón-
varp fæst eitt fakliga
sterkari umhvørvi við
meiri kvalitativum
journalistikki, sigur
aðalstjórin á Dan-
mark Radio, Christ-
ian S. Nissen, nú Út-
varp og Sjónvarp Før-
oya leggja saman
SAMANLEGGING
Heini í Skorini,
heini@sosialurin.fo
Danmark Radio (DR) hev-
ur seinastu fimm árini økt
munandi um samarbeiðið
millum útvarps- og sjón-
varpsframleiðslu. Fram til
fyrst í 90´unum arbeiddu
útvarps- og sjónvarpsfólk
tætt saman. Síðani vórðu
framleiðslurnar
skildar
sundur fyri tíggju árum síð-
ani, áðrenn leiðslan á DR
fyri fimm árum síðani aftur
tók eina vend og integrer-
aði útvarps- og sjónvarps-
framleiðslu við øktum sam-
starvi.
DR hevur stórt sæð sama
budget í dag sum fyri 10 ár-
um síðani, men kortini
verður í dag framleitt tvífalt
so nógv tilfar. Sambært
Christian S. Nissen, aðal-
stjóra á DR, er økta sam-
starvið og integratiónin
millum útvarp og sjónvarp
ein orsøk til framburðin, og
hann metir, at samanlegg-
ingin av ÚF og SVF kann
skapa ein betri loftmiðla-
heim í Føroyum.
Góðska framum
kapping
Christian S. Nissen sigur
fyrst og fremst, at hann ikki
hevur nakra kategoriska
støðu til samanleggingina
av ÚF og SVF, tí alt veldst
sjálvsagt um, hvussu upp-
gávan í praksis verður hag-
reidd eftir 1. januar og
komandi árini.
Men Nissen hevur nógv-
ar royndir frá sínum arb-
eiðsumhvørvi á DR, og har
hevur talan sambært honum
verið um økt samstarv og
alsamt tættari tilknýti mill-
um útvarp og sjónvarp
seinnu árini.
- Okkara royndir eru, at
vit hava fingið eitt fakliga
sterkari umhvørvi, tá vit
hava lagt redaktiónir og
deildir saman. Vit hava t.d.
eina felags mentanardeild
við útvarps- og sjónvarps-
framleiðslu, og úrslitið er
einfalt betri og meiri gjøgn-
umarbeiddar
mentanar-
sendingar, tí vit í felag
gagnnýta alt okkara til-
feingi meiri effektivt, sigur
Christian S. Nissen. Hann
heldur, at við felags sam-
starvi á praktiska og tekn-
iska økinum, samstundis
sum øll vitan verður gagn-
nýtt til fulnar, fær kundin
borðreitt kvalitativari jour-
nalistikk.
Men tað er ikki bert á
mentanarøkinum, at sam-
starvið á DR er økt. Tíð-
indaredaktiónirnar hjá út-
varpi og sjónvarpi arbeiða í
ein mun saman, hóast fram-
leiðslurnar í løtuni fara
fram í hvør sínum bygn-
ingi. Nýggir bygningar
standa í løtuni í gerð, og tá
teir eru lidnir um hálvt ann-
að ár, verða tíðindaredakti-
ónirnar eisini undir sama
taki.
- T.d. hava vit í løtuni fel-
ags research umhvørvi og
felags arkiv á tíðindaøki-
num, og um vit hava stór-
tíðindi at bera í sjónvarps-
tíðindunum, fær útvarpið
eisini somu tíðindini og fer
mangan í luftina við teim-
um áðrenn sjónvarpið, sig-
ur Christan S. Nissen.
Júst á hesum øki íkemur
ein viðkomandi spurningur
fyri loftmiðlaleiðsluna og
politiska myndugleikan í
Føroyum, nevniliga kapp-
ingin og tíðindafjølbroyt-
nið. Aðalstjórin ásannar, at
økt samstarv millum út-
varps- og sjónvarpsfólk
skerjir kappingina og skað-
ar fjølbroytnið, men hin-
vegin er vinningurin við
øktum samstarvi kanska
størri, enn missturin er.
- Tað týdningarmiklasta
og mest avgerandi er fak-
liga góðskan á vøruni, sum
kundin fær. Hóast vit ikki
hava sama fjølbroytnið við
økta samstarvinum á redak-
tiónunum, eru sendingarnar
betri,
meiri
gjøgnum-
arbeiddar, meiri upplýsandi
og meiri avdúkandi, og hó-
ast kostnaðurin er meiri
einstáttaður tíðindaflutn-
ingur, er betri journalistkk-
ur ein sigur fyri fólkaræðið,
sigur Christian S. Nissen.
Men aðalstjórin leggur
dent á, at kapping eisini
kann varðveitast, hóast út-
varp og sjónvarp verða
framleidd í sama bygningi
og sama stovni.
- Vit vilja varðveita tvær
sjálvstøðugar tíðindaredak-
tiónir, eisini undir sama
taki um hálvt annað ár, og
hesar skulu sjálvsagt kapp-
ast. Men tá vit meta, at
kundin fær ágóðan og betri
góðsku við samstarvi fram-
um kapping, samstarva vit
heldur, sigur Nissen.
Hann undirstrikar, at
kapping er neyðug, men at
talan skal vera um eina
javnvág. Journalistikkurin
kundi
sambært
Nissen
mangan verið betri, um
man ikki stardi seg blindan
í kapping og í staðin dugdi
betri at samarbeiða.
Føroyskt samstarv
Aðalstjórin á DR ynskir
ikki at sita niðri í Keyp-
mannahavn og kommentera
føroysk viðurskifti, men
hann veit, at bæði sjónvarp
og útvarp arbeiða undir
sera trongum fíggjarkarm-
um í Føroyum, og tí ímynd-
ar hann sær, at felags arb-
eiði og økt samstarv kann
betra um loftmiðlagóðsk-
una og harvið vera gagnligt
fyri føroyingar.
- Talan verður sjálvsagt
ikki um somu kapping eftir
1. januar í Føroyum, men
hinvegin kann journalist-
ikkurin gerast betri, og tá er
kundin - fólkið - stóri vinn-
arin. Vinningurin við sam-
starvi kann á henda hátt
vera størri enn tapið, og tað
kann gerast ein sigur fyri
tykkara land, sigur aðal-
stjórin, hóast hann er tilvit-
aður um, at eingir aðrir
veruligir kappingarneytar
eru á føroyska loftmiðla-
økinum.
Málið skal sjálvsagt vera,
at framleiðslan borgar fyri
bæði góðsku og fjølbroytni,
men tá fíggjarliga rásarúmi
ikki ger hetta gjørligt, má
raðfestast og veljast.
- BBC kann saktans seta
400 fólk av til nakrar
náttúrusendingar,
har
góðskan er í topp. Sam-
stundis hava teir orku og
tilfeingi til eina ørgrynnu
av øðrum tilfari. Vit hava
ikki hesar møguleikar í
Danmark, og tit hava teir
enn minni í Føroyum. Tí
má man í hvørjum føri vur-
dera, hvat tænir fólkinum,
og tá hava mínar royndir
verið, at økt samstarv elvir
til betri góðsku, og júst
hetta - vøran til kundan - er
tað týdningarmiklasta, sig-
ur Nissen.
Nógv kann sparast
Eitt høvuðsargument at
leggja saman hevur verið
umsitingarligar sparingar.
Spurdur, hvussu nógvan
pening hann ímyndar sær,
føroyingar kunnu vinna við
eini samanlegging, sigur
Nissen, at hann enn eina-
ferð ikki kennir nóg væl
føroysk viðurskifti at svara
hesum. Men aðalstjórin
hevur tó eina meting.
- Mínar royndir siga mær,
at nógv kann sparast við
samanleggingum. Møgu-
leikarnir gerast betri at
gagnnýta tilfeingi til fulnar,
og orkan kann koordinerast
effektivari. Vit á DR høvdu
stórt sæð sama budget fyri
tíggju árum síðani, sum vit
hava í dag, og vit framleiða
tvífalt so nógv tilfar. Hetta
sigur eitt sindur um, at
bæði meiri og betri tilfar
kann fáast til vega, um nøk-
ur felags tøk verða tikin,
sigur aðalstjórin á Danmark
Radio at enda.
DR-stjórin um ÚF/SVF:
Samstarv betrar um góðskuna
- Við samanleggingum økjast
møguleikarnir at gagnnýta
tilfeingi til fulnar, og orkan
kann koordinerast effektivari.
Vit á DR høvdu stórt sæð
sama budget fyri tíggju árum
síðani, sum vit hava í dag, og
vit framleiða tvífalt so nógv
tilfar. Hetta sigur eitt sindur
um, at bæði meiri og betri
tilfar kann fáast til vega, um
nøkur felags tøk verða tikin,
sigur aðalstjórin á Danmark
Radio, Christian S. Nissen
Mynd: Jan Müller