fríggjadagur 13. august 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 152 - 13. august 2004
Nr. 152 - 13. august 2004
5
Ein 100 árs
markering
Thomas S. Anders-
sohn Rithøvundur av
bókini »Komponisten
Hans Jákup Høj-
gaard…« 2003
Tað eru í ár 100 ár síðani
ein av teimum týdningar-
mestu persónunum í før-
oyskum tónleikalívi varð
borin í heim - nml. kórleið-
arin og tónlistamaðurin
Hans
Jákup
Højgaard.
Hetta verður markerað m.
a. við eini konsert í Fríð-
rikskirkjuni inni á Toftum
sunnudagin
tann
15.
august.
Højgaard byrjaði virk-
somu breyt sína í einari
gróðrartíð, bæði í mentan-
arlívi og samfelagsgongd.
Við tónasmiði sínum, út-
setingum og broytingar-
starvi sínum nøktaði hann
ein tørv eftir tjóðskapar-
ligum tilfari á móðurmál-
inum. Útlendsk tónaløg og
tekstir vórðu býtt burtur
fyri føroysk ella løg við
føroyskum eyðkenni/ser-
merki.
Hann bar komandi ættar-
liðum vísusiðvenjuna í kór-
búna. Skrivaði niður sálmar
og vísur, sum vóru um at
doyggja, og lærdi fleiri
ættarlið, hvat sangur og
kórsangur kunnu hava at
týða í øllum liðum sínum.
»Burtur úr einum lítlum
óvitaflokki og einum - væl
størri - flokki av ungfólki
skapar hann eina harpu
sum hann spælir á og fær at
lýða tær minstu rørslur við
skjarmu sínum. Tað er rætt
og slætt lystiligt at hoyra«.
Virksemi hansara byrjaði
undir hóvligum og lítillát-
num viðurskiftum í heim-
bygdini og menti seg, sum
árini gingu, so stórliga, at
nakar neyvan hevði droymt
um tað. Sanginspektørens
Stedfortræder Ejnar Boe-
sen, sum gjørdi eina kunn-
ingarferð til føroyskar skúl-
ar várið 1936, gav fylgjandi
úttalilsi til inspektionen í
Danmark um Højgaard og
sangundirvísing hansara:
»Jeg kan udtale, at hans
elever - Børnene i Tofte
Skole - sangligt stod højt
over Børnene i samtlige
andre færøske Skoler (ca.
20) som jeg besøgte, og at
de i flere Henseender stod
Maal med de bedste i det
egentlige Danmark…«
Sum
kórleiðari
bleiv
hann gjøgnum sínar kon-
sertferðir við Toftakórinum
- ikki minst tær, ið man
gjørdi til Havnar um jólatíð
í tíðarskeiðinum 1937-
1953 - ein fyrimynd og
undangongumaður
fyri
onnur; bæði fyri kórleið-
arar og kórsangarar afturat
vakti ans fyri kórsangi mill-
um manna.
Í ummælinum sínum av
konsertini í sjónleikarhús-
inum í 1937, har Højgaard
og sangkór hansara fyri
fyrstu ferð sungu, skrivaði
William Heinesen fylgj-
andi:
»Vit Tórshavnarar hava
mest sum vant okkum til ta
hugsan, at tað finst einki
nýmótans sanglív í Før-
oyum uttan í høvuðsstað-
num; men avgjørt er tað, at
vit hava verið á skeivari
leið… Sum dirigent hava
vit valla sæð hans líka fyrr
í Føroyum, hann var alla
tíðina eldur og sál og tykist
vera tónleikari til botns.
Ongantíð áður… er tað
komið so týðuliga fram
sum hetta kvøldið, at før-
oyingar eru eitt sangfólk«.
Tað hjá Højgaard og
kórum hansara, ið vakti
ans, var tann stóra tóna-
gávan, tey vístu, og tann
reini songurin.
»Det må straks siges, at
korets kunstneriske stand-
ard er forbavsende høj. At
sangglæden og dens ægte
indlevelse var højst be-
mærkelsesværdig og meget
smittende« skrivaði recen-
centen K. Ø. um konsertina
hjá Havnar Sangfelag í
Sønderborg í 1958 og helt
áfram: »Der blev sunget
rent indtil det pinagtige, og
intonationerne
var
flotte…«
Sum skilst vann Høj-
gaard ikki einans viður-
kenning heima í Føroyum
uttan eisini uttanlands sum
umboð fyri føroyskan kór-
sang.
Ein onnur síða av hansara
listarliga virksemi var iva-
leyst tónasmíð - sum vit
kunnu ásanna hevur givið
fleiri føroyingum fleiri
perlur til felagssangin. Eg
kann t. d. nevna »Einki er
sum
summarkvøld
við
strendur«, »Hon stóð har
við rokkin og spann«,
»Tórshavn« o. s. fr., o. s. fr.
Meginparturin av tóna-
verkum
Højgaards
eru
savnað og givin út í søvnini
Føroysk
Songløg
sum
komu út í 1951 og 1977.
Áhugi hansara fyri at
smíða løg rakk um ein
mansaldur, líka frá tí at
hann var 24 ára gamal og
las til lærara festi eyguni
við nótaarkið á fyrsta sinni
- við sanginum »Tíðin
rennur sum streymur í á« til
hann um 80 ára aldur
orsakað av viknandi eygum
kendi seg noyddan at gev-
ast.
Hjá Højgaard var »før-
oyski tónin« eitt lykla-
hugtak: av fleiri orsøkum.
Skuldi ein fáast við tóna-
smíð var siðvenjan ikki
týdningarleys. At hann
hinvegin eisini tók undir
við donsku tónasmiðunum
Thomas
Laub,
Carl
Nielsen, Thorvald Aagaard
og Oluf Ring - sum gingu
undir heitinum »firkløv-
eret« var einki hindur fyri
sannføring
Højgaards.
Hann ynskti v. ø. o. at føra
»føroyska tónan« aftur til
fólkið - ein uppalingarligur
tanki hann helt fast við alla
ævi sína. Eitt sera gott
dømi har hesin føroyski
tóni lýsir ígjøgnum er
vígslukantatuni »Fedranna
tala« Højgaard skrivaði til
vígsluna av kommunuskúl-
anum í Havn í 1956. Orðini
átti Heiðn Brú.
»Hann loftaði hini stev-
føstu rytmu í hinum før-
oysku kvæðunum og tjóð-
løgunum, og hann flutti
hetta fram á slíkan hátt at
nútíðarmaðurin steðgaði á,
lurtaði og fataði gongu-
lagið hjá farnum ættar-
liðum, havið og gjálvið og
alt tað, sum føroyskt er - og
ikki minst ervalýsið, guds-
óttan og forleikan«. Ólavur
Michelsen í 14. september
1969:56.
Kórleiðarin og tónasmiðurin:
Hans Jákup Højgaard 1904-1992
Kim Simonsen
Í 1950’inum sóu vit væl-
ferðasamfelagið í Norðan-
londnum menna seg. Ar-
beiðararrørslan var sterk,
og ein kollvelting tók ferð.
Nú skuldu øll Norðanlond
hava vøkstur og vælferð.
Tryggleikin skuldi setast í
hásæti. Serliga Svøríki
gjørdist kent um allan
heimin sum landið, ið
gjørdist eitt sætt »Fólka-
heim«. Nú varð ikki tosað
um stættir, men um fólka-
ítrott, fólkaleikhús o.s.fr.
Undir hesi tíð broyttist
áhugin frá ognarrætti til
hvussu samfelagsbúðskap-
urin skuldi skipast á besta
hátt.
Vælferðasamfelagið
skuldi skapast við at fáa
fólk at hava ein vilja og
eina stáltrúgv á framburð. Í
Noreg gjørdist almuniums-
verkið í Årdal sett fram
sum ein fyrimynd. Hetta
var ein góð tíð fyri tekno-
kratar. Hetta var tiðin fyri
homo faber & verkfrøð-
ingin.
Norski filmurin »Salmer
fra
køkkenet«,
er
ein
skemtilig søga um, hvussu
ein teknokratisk nevnd í
einari serligari tíð í søguni,
gerst til skammar, tá hon vil
granska lívið hjá gomlum
dreingjum, serliga hvussu
teir brúka køkin við posi-
tivistiskum og behaviorist-
iskari
ástøði.
Svenska
stjórnin hevur sett eina
nevnd, ið skal bøta um
virkisføri hjá svenskum
heimagangandi
konum.
Teir eru komnir á, at
svenska
heimagangandi
húsmóðirin á hvørjum árið
gongur ein tein, ið svarar til
túrin frá Svøríki til Kongo.
Kunnu teir bøta um hetta,
kann túrurin styttast til
teinin: Svøríki - Norður-
italia. Á ein ella annan
máta eru hesir serfrøðingar
komnir fram til, at teir mest
effektivu
kokkarnir,
ið
finnast eru gamlir dreingir í
Noreg. Sviar fara tí í holt
við at senda eina fylgi av
bilum við húsvognum til
Noregs at kanna gamlar
dreingir í bygdini Land-
stad. Hvør eygleiðari skal
sita í køkinum á einum
høgum eygleiðarastóli í
seks vikur hjá einum goml-
um dreingi og niðurskriva
alt teir gera.
Einabúgvin og
eygleiðarin
Eygleiðarin Folke skal sita
hjá gamla dreinginum Ivar.
Hugurin er tó lítil hjá Ivari
at lova Folke inn at byrja
við. Ivar er ein sannur eina-
búgvi. Spakuliga kemur
Folke tó innum og hann og
einabúgvin byrja eitt langt
og mangan stuttligt spæl
um at tiga longst.
Tað er ikki so ofta vit
hoyra um norskan film.
Seinastu árini eru tó komn-
ir nakrir nýggir og góðir
filmar úr Noreg. Eitt stórt
frambrot var filmurin Ȯll-
ing«. Í mun til Danmark og
Svøríki er Noreg eitt film-
menningarland. Danir hava
t. d. Carl. T. Dreyer og Lars
von Trier. Sviar Ingmar
Bergmann, Bo Widerberg
og Roy Andersson os.fr.
Norsk filmsøga er í mun til
hetta í altjóða høpi eitt
óskrivað blað. Tað var t. d.
danin Henning Carlsen, ið
vann palmurnar við filma-
tiseringini av Hamsunsa
»Sult«. Men nú byrja norð-
menn so smátt at reiðrast.
Norski leikstjórin Bent
Hamer, ið hevur leikstjórn-
að »Salmer fra køkkenet«
hevur fyrr leikstjórnað væl-
dámda filmin »Æg«, ið
hevði ein serligan norskan
humor. Í hesum filminum
hevur hann lagt seg eftir at
lýsa eina dámliga søgu um
stórar misskiljingar. Film-
urin snýr seg eisini um tveir
einsamallar menn og teirra
vaksandi vinalag. Í løtuni
ger Hamer eina filmatiser-
ing av søguni »Factorum«
eftir amerikanska bohémin
Charles Bukowskis.
Tekniskur
rationalitetur
Filmurin er ein stuttlig
keipumynd av einari tekno-
kratiskari nevnd, ið við
positivistiskari atferð við-
ger menniskju sum hundar.
Gamlir dreingir í Noreg eru
alt annan enn hundar og
gera ikki hvat ein rationel
tulking annars kann siga
frammanundan. Øll verk-
ætlanin gerst til skammar,
tá gomlu dreingirnir byrja
at tosa við eygleiðarnar og
spurningurin er nú hvør
eygleiður hvønn?
Hamer hevur funnið fram
ein stuttligan metafor, ið fer
aftur um okkara norður-
lensku mentanarsøgu og
stóra álitinum vit hava til
vælferðasamfelagið. Onk-
unsvegna eru individua-
listisku gomlu dreingirnir
ikki ein partur av nýggju
tíðini. Teirra áhugi er ikki at
gerðast teir mest effektivu
kokkarnir, men at hava
onkran at tosa við.
Tað sum er serliga stutt-
ligt er 50'ara-estetikkurin
og stóri mentanarsaman-
stoyturin. Hetta er ikki ein
stórur filmur, meiri ein fín
lítil norsk skemtisøga.
Salmer fra køkkenet
Noreg, 2003. 92 min.
Havnar Bio 13 august - 14
august, kl. 17 & sunnu-
dagin 15 august kl. 16.30
Bent Hamer.
Við eru:
Joachim Cal-
meyer, Tomas Norström,
Bjørn
Floberg,
Sverre
Anker Ousdal m.fl.
Sálmar frá køkinum
- Norskir køkskallar
og gamlir dreingir
C
M
Y
K
5
4
OLJA
Jan Müller,
jan@sosialurin.fo
Um nakrar fáar mánaðir,
móti endanum av hesum
árinum, byrjar fyrsta olju-
framleiðslan frá tí risastóra
oljufeltinum Clair, vestan
fyri Hetland. Hetta er
størsta fundið, er gjørt á
bretska
landgrunninum
yvirhøvur og varð fundið
gjørt í 1978. Ikki fyrr enn
nú 25 ár seinni hevur borið
til við nýggjastu tøknini at
menna ein part av oljufelti-
num. Talan er um eina íløgu
uppá fleiri milliardir kr.
Fyri stuttum varð sjálvur
oljupallurin fluttur út á felt-
ið og settur á beinini. Talan
er um eina konstruktión,
sum vigar 11.000 tons.
Hetta er samtíðis heimsins
tyngsta konstruktion, sum
er flutt á hjólum á landi
nakrantíð. Oljupallurin er
settur saman á skipasmiðj-
uni í Wallsend í Bretlandi.
Tað er fyritøkan, AMEC,
sum hevur staðið fyri arb-
eiðinum. Tað var serút-
gjørdi kranabáturin Saipem
7000, sum flutti tunga pall-
in á endaastøðina á leiði-
num millum Hetland og
Føroyar.
Um henda fyrsta royndin
at menna Clairoljufeltið
eydnast til fulnar, so verður
av álvara tosað um at
byggja út við enn einum
oljupalli
og
møguliga
tveimum.
Altjóða oljuvinnan hevur
stórar vónir til Clairfeltið,
sum loksins fer undir fram-
leiðslu. Framleiðslan fer at
fáa stóran týdning fyri leit-
ing á Atlantsmótinum, tí nú
er infrasstrukturur tøkur.
Keldur í oljuverðini vilja
vera við, hetta kann koma
at skunda undir aðrar út-
byggingar eisini. Framman-
undan eru bara tvey øki far-
in undir framleiðslu, nevni-
liga Foinaven og Schie-
hallion. Nú er so Clair
komið aftrat og helst verður
eisini Suilvenfeltið nær før-
oyska markinum eisini bygt
út.
Um vit so gita, at
Cambofeltið við markið er
so mikið lønandi, at tað eis-
ini verður bygt út, tá má
sigast, at Atlantsmótið hev-
ur fingið ta tyngd og tann
týdning, sum londini og
oljuvinnan hevur havt ynski
um. At fleiri øki á Atlants-
mótinum eru og verða boð-
in út bæði á føroyskum og
bretskum øki kann so eisini
vera við til at seta heilt nýtt
ljós á hetta økið, sum fyri
ikki so nógvum árum síð-
ani var mett at vera alt ov
váðiligt og ókent til at gera
størri íløgur í.
Clairfeltið er risastórt Tað var funnið í 78, og nústaðni er tøknin so framkomin at farast kann
undir framleiðslu. Longu nú er rørleiðing løgd frá Clair til Sullom Voe. Vit síggja eisini
gassleiðingina, sum er løgd frá Schiehallion við føroyska markið víðari framvið Clair og til
Sullom Voe. Ein infrastrukturur er við at gerast veruleiki á Atlantsmótinum, og kann hesin
eisini fáa stóran týdning fyri framtíðar fund á føroyska landgrunninum. Oftani er nettupp
infrastrukturin grundarlagið undir metingum hjá oljufeløgunum, skulu tey byggja felt út.
Oljurisin Clair úr dvala:
Nýggj oljuleið nærkast á Atlantsmótinum
Børnini fara í skúla
mánadagin - í Suður-
oynni hendir ein
rúgva leygardagin
FERÐAVINNA
Tíðindaskriv
Leygarmorgunin gongutúr-
ur Øravík - Porkeri:
Bussur koyrir av Kunn-
ingarstovuni í Vági kl.
10.00 og av Kunningarstov-
uni á Tvøroyri kl. 10.30 til
Øravíkar.
Gingið verður inn til
hagaportrið omanfyri Øra-
vík. Gingið verður framvið
Tinggilinum Uppi mill-
um Stovur, har suðuroying-
ar í gomlum døgum hildu
ting. Landslagið er ser-
merkt við gilum og hvøss-
um ryggum. Her er eisini
Tingborðið og helst fer
onkur at fortelja søgnina
um Snæbjørn sum dømdur
at arbeiða 4 ár í bolti og
jarni á Bremerholm.
Gingið
verður
um
Mannaskarð og her er
framúr gott útsýni ein góð-
veðursdag yvir Dalin og
Hovsvøtnini. Vit ganga
eystanfyri Laganfellið og
oman til vøtnini. Síðani
framvið ánni eftir vegagil-
ið. Komið verður yvir til
grótbrotið í Skørðini. Stað-
kend heimildarfólk eru við
á túrinum
Eftir loknan gongutúr
verður koyrt við bussi úr
Porkeri til ávikavist Kunn-
ingarstovurnar í Vági og á á
Tvøroyri. Latið bilin standa
við
kunningarstovurnar,
eftirsum bussur koyrir er
ikki neyðugt at hava egnan
bil til gongutúrarnar. So-
leiðis hevur gongufólkið
ikki høvuðbrýgg eftir lokn-
an túr, at fara eftir bilinum
við
byrjunarstaðið
fyri
gongutúrin.
Tilmelding og prísur
Kostnaður fyri gongutúrin
og busskoyring er kr. 100,-
fyri vaksin men fyri børn er
tað ókeypis.
Bindandi tilmelding til
túrin skal gerast á kunning-
arstovuni í Vági á tlf.
374342/ 284342 ella á
kunningarstovuni á Tvør-
oyri tlf. 372480/ 284480 í
seinasta lagi fríggjadagin
16.00.
Leygardagin kl. 17 sjó-
rænaratúrur við sluppini
Johannu
Serligt barnatiltak verður
leygardagin við Johannu.
Johanna fer av bryggjuni
í Vági kl. 17.00, hon loysir
frá landi, men fer bara stutt
útfrá og leggur stilt millum
flakavirkið og grótkastið.
Johanna verður aftur um 19
tíðina.
Børn frá 0 - 100 ár ílætin
sum sjórænarar hava at-
gongd. Hvat fer at henda er
ein loyna enn. Børnini
sjálvi eiga løtuna og fara
helst at spæla teimum
vaksnu eitt puss.
Gott at hava við!
Øll sum koma umborð
mugu onkursvegna verða
ílætin
sum
sjórænarar.
(turriklæði um høvdi ella
eygnaklaffa fyri ella
kanska hava eitt svørð við).
Verið í heitum og góðum
klæðum, góðum skóm ella
styvlum.
Tilmelding og prísur
Tað er avmarkað luttøka til
hetta tiltakið. Kostnaður
fyri hvønn kr. 70,- íroknað
prísin er ábit og tostadrykk-
ur umborð á Johannu.
Bindandi tilmelding til
túrin skal gerast á kunning-
arstovuni í Vági á tlf.
374342/284342
ella
á
kunningarstovuni á Tvør-
oyri tlf. 372480/284480 í
seinasta lagi fríggjadagin
16.00.
Gongu- og sjórænaratúrur við Johannu leygardagin
Frá vinstru Eyðstein, Árni,
Sirið, Rani og Nancy.
Teistaveitsla á Sandi
Teistin siglir um kvøldið
- og tað skal feirast
GRILL
Tíðindaskriv
Endiliga ber til at vera alt kvøldið á Sandoynni! Teistin
er farin at sigla seint - og tí bjóða vit í grillveitslu á
sandinum á Sandi fríggjakvøldið, sigur Sandoyar
Kunningarstova og Ungmannafelagið Virkið í tíðinda-
skrivi.
– Matinum taka vit okkum av - tað er bara at koma
suður til størstu sandstrond í Føroyum at hugna sær.
Og norðuraftur slepst klokkan 22.30.
Vit tendra grillirnar klokkan 18.00, men Teistin siglir
fyrsta túr av Gomlurætt longu klokkan 07.30, so tað
ber til at njóta oynna allan dagin.
Til dømis ber til at síggja hana frá vestursíðuni -
fríggjadagin fer seksæringurin Hvíthamar tríggjar túr-
ar vestur um Sandoynna. Klokkan 10, klokkan 14 og
17.30.
Báturin er góðkendur til 12 ferðafólk, og Jóan Petur
Clementsen, ið sjálvur hevur smíðað bátin, er skipari.
Pláss kunnu bíleggjast á Kunningarstovuni á Sandi
Um kvøldið sleppa børnini ein túr í ánni Niðri á Sand
við jollu, um tey eiga eina 10-krónu. Vit syrgja fyri
bjargingarvestum.
Gongufólk hvíla seg frá
túrinum tann 3. juli
Oljupallurin, sum vigar 11.000 tons verður settur á beininini
á Clairfeltinum vestan fyri Hetland. Ein nýggj epoka í
oljuvinnuni á Atlantsmótinum. Mynd David Gold í BP
blaðnum Horizon.