fríggjadagur 13. august 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 152 - 13. august 2004
Nr. 152 - 13. august 2004
7
Gandafloytan rúnar-
bant, østi og argaði.
Tað var ein tónlistar-
lig uppliving av teim-
um stóru tá Jethro
Tull við Ian Anderson
á odda mikukvøldið
setti ferð á eina fram-
førslu, ið stóð mát við
alt tað, ið væntað var
av superbólkinum
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Mindir: Maria Olsen
Ein av stóru bólkunum frá
sjeytiárunum hevur verið í
Føroyum. Ein bólkur, sum
enn stendur mát og er mill-
um stjørnurnar- ikki ein
teirra, ið kókar tunna súpan
við uppskrift úr minnis-
bókini,
har
uppskriftin
heldur
skuldi
farið
í
gloymikókibókina. Fleiri
av hesum bólkum hava
vitjað her millum ár og dag,
men mikukvøldið var talan
um Ian Anderson, Martin
Barre og restina av Tull í
toppformi.
Ung sum eldri
Ronnie, Sámal og Kolbein
hitaðu upp í upphitaðu høll-
ini, sum - hóast mjørkan í
høvuðsstaðnum - eisini
merkti tey 20 hitastigini,
sum føroyska summarið
hevur at bjóða í hesum
døgum. Og Sámal fylti 50
ár henda dag og hann við-
merkti fegin, at tað var
vakurt gjørt av Jethro Tull
at spæla til føðingardagin.
Jethro Tull legði beinan-
vegin fyri, so tað merktist,
at her var tónlistarlig dygd
og orka og at talan var um
eyðkendu
tónarnar
frá
gandafloytuni.
Ian
Anderson
minti
kanska mest um ein fívil,
ein gekk ella íspegil, har
hann dansaði og spældi í
turriklæð
á
høvdinum,
blusu og vesti og heldur
smølum, svørtum buksum.
Og so dansaði hann sum
ein fívil, stóð á einum beini
og veitraði annars ofta við
øðrum beininum í ballett
kendum rørslum, meðan
hann spældi við oyruni á
áhoyrarunum
við
tvør-
floytutónum í rock/blues
hami.
Og hóast kendastu løgini
hjá bólkinum millum okk-
um, ið ikki júst eru kenn-
arar ella hava fylgt sera væl
við, eru frá sjeytiárunum,
so hugtóku nýggjaru løgini
eisini. Tað merktist væl á
fjøldini, tá løg, sum eru
kend,
komu.
Nevnast
kunnu Cross-Eyed Mery og
Aqualung
og
sjálvandi
teirra vælkenda útgáva av
Bouree hjá Bach.
Blandað fjøld
Útselt var til konsertina
longu í marsmánað og tað
var ein blandað fjøld, ið var
í Norðurlandahúsinum.
Har vóru nøkur av teim-
um ungu, kanska 20 ár, ið
kenna tónleikin, kanska frá
foreldrunum. Har var stór
fjøld av tónleikahugaðum í
Føroyum, bæði tey, sum
hava staðið á palli í 30 ár og
gera tað enn, og yngri tón-
leikarar og tey, sum kanska
eru njótarar og kennarar.
Har vóru stjórar, politikarar
og fólk við meira gernadis-
ligum starvi. Har vóru tey í
jakkasetti og snøgt kliptum
hári og tey (mannfólk), sum
enn hava sama hársnið,
sum í sjeytiárunum (les:
tilkomnir harrar við hesta-
hala,blðm.) og sjálvandi
eru tað nakrir av harrunum,
sum ikki longur hava
møguleika at savna sær ein
hestahala.
Felags fyri tey mongu var
tó, at grá hár taldust hjá
fleiri og hjá øðrum var lætt
at telja hárini.
Ian Anderson vísti seg at
duga meira enn at ganda
við tónum úr floytuni.
Hann dugdi stutt og greitt
at undirhalda millum sang-
irnar og harvið at skapa
samband við fjøldina.
Millum annað helt hann
fjøldina síggja unga út - tey
kundu so ikki vera ein dag
yvir 40. Og so máttu tey
eisini ansa sær ikki at
klappa ov nógv, tí í búnum
aldri skal ein ansa sær og
ikki øsast ov nógv. Eisini
greiddi hann frá, hví hann á
nøkrum av løgunum spældi
á ein sera lítlan guitar - tað
var einfalt tí, at so sá Ian
sjálvur størri út! Hann
spælir annsr fleiri ljóðføri
og leikt eisini munnharpu
mikukvøldið.
Tónlist í serflokki
Jethro Tull bera orð fyri at
vera disiplineraðir menn.
Og tað tyktist, sum var tað
ikki tilvildin sum ráddi.
Løgini vóru long, gamaní,
og nógv var av solospæli og
improvisasjón, men byrjað
varð á slagnum 21 og tá
eykalagið
(Aqualong)
hevði ljómað, var klokkan
júst 23!
Ein av konsertunum, sum
óivað er kanditatur til topp
5 yvir góðar tónlistarligar
upplivingar í Føroyum, var
av.
Ian sjálvur segði seg onki
vænta, men tók hetta sum
eina avbjóðing. Føroyingar
hinvegin væntaðu nakað og
ognaðu sær tí atgongu-
merkini í marsmánað.
Og fjøldin fekk tónleik
fyri allar pengarnar. Júst
tað, sum eyðkennir Tull. Og
tó er onki sum eyðkennir
bólkin, uttan kanska floytu-
tónar. Men annars er tón-
leikurin bland av so mong-
um - rock/blues, jazz, folk
og stundum reggae.
Jú, hetta skuldi upplivast
og verður hendan konsertin
óivað tikin fram ferð eftir
ferð, tá samrøðan í kom-
andi tíðum snýr seg um
tónleik og konsertir. Hýrur-
in var góður á fólki eftir
konsertina. At Norður-
landahúsið
nú
hevur
skonkiloyvi og at veikt øl
fæst til keyps, bøtti bert um
hýrin, men alt fór sámuliga
fram, sum eyðkent eisini er
fyri tiltøk í húsinum.
Gandafloytan hevði leikt
síðstu tónarnar í teimum 19
ella 20 løgunum, sum vit
fingu í hesar tveir tímarnar.
Tveir tímar við tónleiki í
serflokki.
Jethro Tull í Norðurlandahúsinum:
Fívilin við floytuni
C
M
Y
K
7
6