fríggjadagur 13. august 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 152 - 13. august 2004
Nr. 152 - 13. august 2004
9
Stjórin á El-Service á
Skála, John Eli Olsen,
fegnast um, at flúgv-
ingin hjá Atlantsflogi
í Noregi kann fara at
útvega teimum
nýggjar møguleikar,
eitt nú innan olju-
vinnuna. - Eg vóni, at
hesin møguleikin
verður eitt jarnbrot
hjá føroysku
handverkaravinnuni
at fáa fótafesti í eitt
nú Noregi, sigur hann
HANDVERKARA-
VINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fyritøkan, El-Service á
Skála, hevur seinastu árini
havt sáttmála við skipa-
smiðjuna,
Kartensens
Værft í Skagen, um seks
nýbygningar, sum skipa-
smiðjan hevur bygt. El-
Service hevur staðið fyri tí
elektriska partinum, sum
eitt nú er høvuðstalvur,
undirtalvur, startskáp og
alarmskipanir. Einir 25
mans hava verið knýttir at
hesum arbeiði seinastu
árini, bæði í Danmark og í
Føroyum, her útbúnaðurin
er framleiddur.
El-Service roynir at sleppa sær
fram at í oljuvinnuni
Steðgur í
Herfyri var El-Service, sum
annars hevur samstarvað
við donsku skipasmiðjuna
síðan 1991, við til at levera
útbúnaðin til seinasta ný-
bygningin í hesi røðini.
John Eli Olsen, stjóri á
El-Service, sigur, at nú
verður ein steðgur í hesum
arbeiði fram til komandi ár,
tá ið ein nýbygningur skal
byggjast aftrat.
– Í løtuni byggir skipa-
smiðjan ein lítlan nýbygn-
ing, men tað loysir seg ikki
fíggjarliga hjá okkum at
verða við í hesum projekt-
inum, nú frádrátturin hjá
handverkarunum er so lítil.
Til tess er hetta arbeiði ikki
nóg umfatandi. Hinvegin
hevur tað loyst seg fíggjar-
liga at verið við til at bygt
hini seks skipini, sigur
hann.
Stjórin vísir á, at talan er
ikki um, at El-Service hev-
ur mist nakað í Danmark,
men hetta er ein sáttmáli, ið
fyritøkan hevur havt, sum
nú er gjøgnumførdur.
Færri fólk
Í løtuni eru eini 40 fólk í
starvi hjá fyritøkuni á
Skála, men tá ið mest var at
gera, var manningartalið
onkuntíð omanfyri 50.
– Vit hava havt fleiri
mans í arbeiði, sum burtur
av vórðu settir í starv til at
taka sær av sáttmálanum
við donsku skipasmiðjuna.
Nú sáttmálin er liðugur, og
virksemið á heimamarkn-
aðinum er minni, verða
nøkur fólk færri í starvi hjá
okkum.
John Eli sigur, at heima-
marknaðurin hongur neyvt
saman við gongdini í fiski-
vinnuni, fiskiskapi, fiska-
prísi og oljuprísi.
– Er gongdin trekari,
verða færri íløgur lagdar í
skipini, og tað merkist hjá
veitarunum.
Stjórin sigur, at soleiðis,
sum gongdin er, væntar
hann kortini ikki, at talið av
arbeiðsfólki fer niður um
30.
– Eg vænti, at vit verða
eini 35-40 fólk í starvi hjá
El-Service komandi tíðina
– tó alt eftir, hvussu stórt
virksemið nú einaferð verð-
ur.
Hann vísir á, at higartil er
bert ein sáttmáli gjørdur
um tann eina nýbygningin
aftrat, men fyritøkan ar-
beiðir við ymiskum møgu-
leikum.
– Vit hava havt so nógv at
gera, nú vit hava havt sátt-
mála við Kartensens Værft,
at vit hava ikki havt stundir
at gera so nógv burtur úr
øðrum møguleikum, eitt nú
oljuvinnuni.
John Eli sigur, at teir fara
at brúka heystið til at kanna
møguleikar innan olju-
vinnu í Noregi og Dan-
mark.
– Vit eru væl fyri sum
fyritøka við góðum fólki og
drúgvum royndum, og vit
lúka tey krøv, sum vinnan
setir, sigur hann.
El-Service er ISO 9000
góðkent, sum er ein av fyri-
treytunum fyri at kunna
arbeiða á altjóða marknað-
inum, og aðrar týðandi góð-
kenningar eru á gáttini.
Lækkaður frádráttur
John Eli er ógvuliga harm-
ur um, at politisku mynd-
ugleikarnir í Føroyum hava
lækkað frádráttin til hand-
verkarar uttanlands so nógv
seinastu árini.
– Lækkingin úr 600
krónum, niður í 300 og síð-
an niður í 100 krónur um
dagin er komin ógvuliga
illa við hjá okkum, sum
hava handverkarar uttan-
lands. Hetta hevur gjørt
okkara vinnu uttanlands
verri kappingarføra.
Hann sigur, at tá ið hand-
verkarar fingu ein hampi-
ligan frádrátt, kundu teir
rinda fyri ferðina og uppi-
haldið sjálvir.
– Men nú frádrátturin er
100 krónur um samdøgnið,
røkkur hetta ikki til nakað.
Teir skulu gjalda skatt av
hesi upphædd, og tað merk-
ir, at frádrátturin røkkur
ikki til ein døgurða á einum
sjómansheimi.
John Eli sigur, at tað var
núverandi landsstýrið við
Javnaðarflokkinum
og
Sambandsflokkinum, sum í
sínari tíð kom við frádrátt-
inum í kreppuárunum, tá ið
lítið og einki handverks-
arbeiði var í Føroyum.
– Nú sita teir aftur við
valdið, og vit vóna, at
henda samgongan fer at
taka málið uppaftur.
Stjórin sigur, at hann
hevur fleiri ferðir vent sær
til politisku myndugleik-
arnar og víst á, at landsstýr-
ið – við at lækka frádráttin
– missir nógv meira fyri
minni, men líkt er ikki til,
at hetta hevur rinið við teir.
Fyribilsloysnir
Hann sigur, at tað í fyrsta
lagi var Karsten Hansen
sum landsstýrismaður, ið
legði upp til at minka frá-
dráttin niður í lítið og lætt,
soleiðis at hesin lítlan og
ongan mun ger í dag.
– Tað tekur tíð – ja, helst
fleiri ár – at fáa fótafestið
uttanlands, og tí er neyðugt,
at slíkir frádráttir eru lang-
siktaðir og ikki bert fyri-
bilsloysnir, tá ið kreppa er í
vinnuni í Føroyum. Tað
nyttar so lítið, um vit bara
koma og fara, tí tá verða vit
ikki roknaðir fyri at vera
serliga seriøsir á marknað-
inum.
John Eli sigur, at úrslitið
av lækkingunum í frádrátt-
inum hevur ført til, at fleiri
handverkarar góvust, með-
an aðrir hava flutt adress-
una uttanlands.
– Tá ið flestu handverkar-
ar vóru uttanlands, ar-
beiddu hesir fyri meira enn
200 miljónir krónur, sum
vórðu skattaðar í Føroyum,
samstundis sum landskass-
in rindaði 15 miljónir í frá-
drátti.
Stjóri á El-Service hevur
roknað seg fram til, at
landskassin
tjenti
27
miljónir krónur uppá tær 15
miljónirnar, sum frádrátt-
urin var, tá ið hann var
mestur.
–
Landsstýrið,
sum
skerdi frádráttin, legði dent
á, at vinnan skal standa á
egnum beinum, men tað er
ikki ókent, at tú fyrst hevur
eina útreiðslu, áðrenn tú
kanst fáa eina inntøku.
ES-stuðul
John Eli vísir á, at tá ið vit
føroyingar hava funnið ein
marknað uttanlands, er eis-
ini neyðugt at seta upp,
hvørjar forðingarnar eru.
Hann vísir á, at kostnað-
arstøðið í Føroyum kann
vera ein forðing og ferða-
kostnaðurin ein annar. Har-
aftrat kemur, at okkara
kappingarneytar ofta hava
frádráttir og ymiskar aðrar
skipanir, sum geva teimum
fyrimunir fram um okkum.
ES-stuðul og ymiskar mill-
umlandaavtalur innan ES
kunnu eisini gera okkum
verri kappingarførar.
– Taka vit skattaviður-
skiftini innan frálandavinn-
una, hava útlendskar fyri-
tøkur ein fyrimun á før-
oyskum øki, sigur John Eli.
Hann vísir á, at skal El-
Service eitt nú fáa skip
hendanvegin, skal fyritøkan
helst verða skrásett sum
skipasmiðja fyri at verða
kappingarfør.
– Men tá ið verandi
skipasmiðjur í landinum
ikki megna at fáa uppgávur
til landið, noyðast vit uttan-
lands, har uppgávurnar eru,
sigur hann.
Jarnbrot
Stjórin á El-Service fegnast
um, at flúgvin hjá Atlants-
flogi í Noregi kann fara at
útvega teimum nýggjar
møguleikar, eitt nú innan
oljuvinnuna í Noregi.
– Eg vóni, at hesin møgu-
leikin fer at verða eitt jarn-
brot hjá føroysku handverk-
aravinnuni at fáa fótafesti í
eitt nú Noregi, sigur John
Eli Olsen at enda.
– Tað tekur tíð – ja, helst fleiri ár – at fáa fótafestið uttanlands, og tí er neyðugt, at frádráttir, sum
tað almenna veitir, eru langsiktaðir og ikki bert fyribilsloysnir, tá ið kreppa er í vinnuni í
Føroyum. Tað nyttar so lítið, um vit bara koma og fara, tí tá verða vit ikki roknaðir fyri at vera
serliga seriøsir á marknaðinum, sigur stjórin á El-Service, John Eli Olsen, sum harmast um, at
politisku myndugleikarnir hava minkað frádráttin hjá handverkarum uttanlands úr 600 krónum
og heilt niður í 100 krónur um samdøgnið
- Vit hava havt fleiri mans í arbeiði, sum burtur av vórðu settir í starv til at taka sær av
sáttmálanum við donsku skipasmiðjuna. Nú sáttmálin er liðugur, og virksemið á
heimamarknaðinum er minni, verða nøkur fólk færri í starvi hjá okkum, sigur John Eli Olsen
- Vit hava havt so nógv at gera, nú vit hava havt sáttmála við Kartensens Værft, at vit hava ikki havt stundir at gera so nógv burtur úr øðrum møguleikum, eitt nú oljuvinnuni. Men vit fara at
brúka heystið til at kanna møguleikar innan oljuvinnu í Noregi og Danmark, sigur stjórin á El-Service
El-Service hevur staðið fyri tí elektriska partinum í sáttmálanum við Karstensens Værft í
Skagen. Hesin parturin fevnir eitt nú um høvuðstalvur, undirtalvur, startskáp og alarmskipanir
– Landsstýrið, sum skerdi
frádráttin, legði dent á, at
vinnan skal standa á egnum
beinum, men tað er ikki
ókent, at tú fyrst hevur eina
útreiðslu, áðrenn tú kanst
fáa eina inntøku, heldur
John Eli Olsen sum harmast
um politisku avgerðina
C
M
Y
K
9
8