Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. august 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 152 - 13. august 2004 Nr. 152 - 13. august 2004 11 Gerhard Lognberg løgtingsmaður Bill Justinussen, løgtings- maður skrivar grein í Sosi- alunum tann 7. august um lítla Petur. Sjálvur vil eg pástanda, at greinin er ónd- sinnað, og einki minni enn tað. Fyri tað fyrsta leggur hann allan Javnaðarflokkin, eg íroknaður, undir at gera tað ringasta ímóti hesum so fitta smádrongi. Er tað nakað, sum harm- ar meg, so er tað tað, at hes- in smádrongur verður brúktur til at vinna sær sjálvum politiskan vinning. Eg kann siga tær Bill, eg eigi sjálvur abbabørn, og kann eg so væl seta meg í tað ringu støðu, sum omm- an at barninum er í. Um tað var eins egna abbabarn, sum var tikið, og sent av landinum, tað er ein stór sorg fyri barnið, og ommuna sum eg í skrivandi løtu og tungum hjarta, ikki kann seta orð á, og biði eg eftir at drongurin kann verða verandi heima í Før- oyum. Tú harmast um, at tú ikki er sloppin at seta spurning- ar á tingi, grundað á, at tingið er í summarfrí. Tú nevndi sjálvur í tinginum, at um tingmenn tveittu við lorti, so kundi man skjótt dálka seg sjálvur. Eg eri bangin fyri, at tað er tað sum tú ger sjálvur nú. Tú hevur sitið í hesum sessinum fyri nøkrum mán- aðum síðani, og eftir skrivi- num at døma veit tú onkran útveg á hesum so syndar- liga málið. Tí komi eg við einum uppskoti, at eg kann bera so í bandi, at tú fær ein fund við Hans Paula Strøm, og eg sjálvur eri við, og onkur juristur, so kundi vit fingið tað fram, sum tú veit um hetta mál. Og trúgvi eg, um tú hev- ur loysnina, so má lands- stýrismaðurin Hans Pauli, helst við gleði taka við hes- um ráðum, um hetta ikki bara er tín meining, at royna at seta onnur tingfólk í ringt ljós. Og er tað mín bøn, at vit kundu hjálpt hesum drongi úr tí syndarligu støðu, at noyðast at fara til Dan- markar aftur. Tí, sum man skilur hetta skrivið hjá tær, so er tað bara illvilji av tingmanning og landsstýrismanni flok- sins, at drongurin verður sendur til Danmarkar. Eg havi sitið í eini kommunu nú skjótt í nógv ár, og veit eg av royndum, at tað er hart at stremba ímóti tí sum hevur foreldra- myndugleikan. Tú nevnur í skrivinum, at løgfrøðisligu frumskógurin ongantíð má gerast ein forðing fyri rættvísi, vit og skili. Tú veitts betur enn tú letst. Til síðst fari eg so innarl- iga at biða teg, Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, um at seta øll segl og gera alt, sum stendur í tíni makt fyri at hjálpa hesum hjálp- arleysa barni, at tað ikki verður sent av landinum. Alfred Olsen løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Tá eg komi við eini rætting til greinina hjá Heina Gaard, í Dimmalætting 11.08.04, so er tað ikki fyri at avmarka blaðmannin í hansara skriving, tí vit hava skrivifrælsi í landinum, og henda rætt skulu vit hava, og hann vil eg eisini verja um. Men eg loyvi mær at gera eina rætting, fyri at orðini um, at eg »langaði út eftir Føroya Fiskavirking« í framsøgurøðu míni í sam- band við fiskidagarnar, ikki skulu standa óátalaði. Føroya Fiskavirking Eg havi ongantíð í røðum mínum funnist at Føroya Fiskavirking, og gjørdi tað heldur ikki hendan dagin í Løgtinginum, tí eg meti, at Føroya Fiskavirking eigur sín part í tí búskaparvøkstri og minkandi arbeiðsloysi sum vit hava haft síðani kreppuna. So eg kundi ikki funni uppá »at langa út eftir« Føroya Fiskavirking. Føroysk Fiskavirkir Tað sum eg nam við í røð- uni vóru úttalilsir frá einum trolaraskipara og forkvinn- uni í Føroya Arbeiðarafelag um, at føroysk fiskavirkir vóru tey sum fluttu óvirk- aðan fisk av landinum, og millum føroysk fiskavirkir vita øll, at tey »almennu« fiskavirkini eru ein stóru partur. Síðani hava ráfiskakeyp- arar upplýst, at útflutning- urin av óviðgjørdum fiski frá føroyskum fiskavirkjum einans er 1,3 % av tí saml- aða útflut-ninginum, og harvið avsanna úttalilsir um, at tað eru tey føroysku fiskavirkini sum útflyta óviðgjørdan fisk. Trupulleikin Trupullleikin er, at vit hava eitt skjótt vaksandi arbeiðs- loysi og serliga ringt er tað í ávísum pørtum av landi- num. Ein partur av hesum fólkum, eru tey sum hava havt sítt dagliga yrki innan fyri fiskivinnuna, og fyri hesi fólk hevði tað verið einstíðandi við at tey fingu arbeiðið, um ein partur av hesum góðu 30.000 tonsun- um av fiski blivu virkaði í Føroyum, heldur enn at verða útflutt til arbeiðs- pláss uttanlands. Í prinsippinum átti allur fiskur at verið tilvirkaður á føroyskum fiska-virkjum og útfluttur sum liðug vøra, og hetta eigur at vera gjørt í mest møguligan mun. Har- við vildu vit varðveit og ment arbeiðsplássini innan fiskivinnuna á landi og økt um útflutningsvirði av okk- ara fiskavørum. Hetta vildi verið til gagns fyri arbeiðsfólki og komi øllum samfelagnum til góða. Hvussu hetta kann gerast og hvat er neyðugt at gera, ivist eg ikki í at vinnan sjálvt, finnur bestu loysn- ina til. Landsstýrið hevur boðað frá, at nú skal ein orku- og umhvørvispolitikkur setast út í kortið. Hetta munnu flest allir føroyingar taka undir við, men tað vilja sjálv- andi vera ymsar meiningar um, hvussu hetta skal gerast og hvør skal orða og skipa henda. Í blaðnum í gjár nemur tingmaðurin Poul Michelsen við henda spurning og spyr, um tað er rætt, at SEV framhaldandi skal vera einasta forum í landinum, sum umsitur og hevur ábyrgdina av orkumálinum sum heild. Hann heldur, sum eisini rætt er, at orkumálið og komandi avbjóðingarnar á hesum álvarsliga øki, eru so mikið stórar, at tað má vera ein uppgáva fyri onnur enn bara SEV. Tingmaðurin vísir á, at nú oljugoymslurnar tømast og oljuprísurin fleirfaldast, hevur tað skund at troyta al- ternativar orkukeldur sum vind, aldu og streym. Og hetta er ikki bara nakað, sum onnur skulu taka sær av. Eisini vit føroyingar eiga at taka lut. Teir høgu oljuprís- irnir eru tó ikki bara av tí ringa. Teir eru við til at gera tað meira attraktivt at leita eftir og útvinna olju í einum dýrum og truplum øki sum okkara. Og tað merkir, at vit kunnu rokna við stórum áhuga fyri leiting á land- grunninum í framtíðini. Hetta eru spennandi tankar og niðurstøður. Tað er líka- sum, at vit í Føroyum hava so nógvar góðar tankar, hugskot og ætlanir, men oftani kemur einki burtur úr. Hvussu oftani hava vit ikki hoyrt politikarar tosa um at orða ein orku- og umhvørvispolitikk! Vit velja tí at skilja orðini hjá tingmanninum sum eina positiva roynd at ávirka landsins myndugleikar og fáa teir at taka hesi mál í størsta álvara. SEV hevur drúgvar royndir og vitan, og tí vildi tað ver- ið skeivt at ignorera henda felagsskap. Spurningurin er heldur, hvussu tú fær SEV saman við øðrum – á skip- aðan hátt – at taka størri ábyrgd av orku- og somuleiðis umhvørvispolitikkinum. Tað er ikki ein spurningur um antin ella, men um bæði og. Vit eru ov fáment í hesum landi, at hvør skal kunna draga í sína ætt. Her má sam- skipan til, men tá tað er sagt, so má skipanin heldur ikki vera so trek, at vit ikki koma víðari. Tað er tí gott við politikarum, sum vísa hesum málum ans og vilja broytingar. Men samtíðis sum vit mugu ansa eftir ikki at forkoma tí, sum er bygt upp, má tað heldur ikki forða fyri tí náttúrligu menning, sum oftani birtist uttanfyri ta etableraðu skipanina. Tosað verður um at skipa eina granskingarpark. Hetta eru góðir tankar, men er ikki eitt livandi granskingar- umhvørvi ein fortreyt fyri at taka hetta stig, og hava vit tað! Royndirnar vísa, at tað er sera torført at menna slíkt umhvørvi. Tað eru t.d. meira enn 10 ár síðani at farið varð undir at tosa um gengransking. Tað fór í ommu sína. Nú er tað so aftur frammi. Ov seint? Vit hava tosað um vindmyllur og um alduorku í mong Harrans ár, men tað er bara drigið út. Nú er tað aftur frammi. Ov seint? Ella bara ov hálvhjartað? Hóast tað kann vera ov seint, so kunnu vit eisini siga sum ting- maðurin, at tað er í tøkum tíma, at vit fáa eitt orðaskifti, ikki bert um orku- og umhvørvispolitikk, men so sanniliga eisini um granskingarpolitikkin. Hesi hoyra sum so saman. DAGSINS MEINING Sosialurin Orka, umhvørvi og gransking VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Útflutningur av óvirkaðum fiski Kom so við loysnini, Bill! Hans Birgir Hansen Tað sum er mest avgerandi er ein góð fyriskipan, til- rættaleggjan av tí dagliga húsarhaldi og gerandislívi og javnvág í millum heimi og útiarbeiði, skúla, læru- pláss og frítíðararbeiði. Tað vil skapa betri bú- skap og størri sosialan tryggleika, og við at fólk broytir sínar lívs-, drekki-, kost-, nýtslu-, innkeyps- vanar, ið er tilverugrundar- lagið, undir áðurnevnda, hjá øllum. Tað er avgerandi neyðugt við sínamillum gott sam- skifti og samstarv og skap- an av sosialari samveru, í felagsskapi, innan áður- nevnda og innan frítíðarfel- agsskapir og klubbar. Tað eigur at verða funnist harðliga at framíhjárættind- um og tí rikna familjupoli- tikki og stættarskipan og mun, úti í landsins komm- unum, hvat í ein fær gjørt vart við í dag. Eg vil hava skipað javn- vág ímillum ófaklærdu og faklærdu, óskipað og skip- að av arbeiðsgevarafeløg- um og arbeiðarafeløgum, úti í landsins kommunum og ongantíð ov skjótt. Tað sama skal gerast við at stytta og hækka viku- tímatali hjá øllum mánaðar- og tímaløntum, við at fáa skipað 35 tímar arbeiðs- viku, ið skal tryggja øllum tilverugrundarlagið í dag. Eg vil skapa javnvág og sosialan tryggleika, og geva øllum arbeiðsleysu, tøku, undir Als og Almanna- stovuskipanum ein møgu- leika at sleppa út á arbeiðs- marknaðir, kring alt landið og í Havn/Suðurstreymoy, ongantíð ov skjótt í dag. Tað er avgerandi neyð- ugt, at skapa javnvág, innan alt handils- og vinnulív og ídnaðin og flutnings- og tænastuvinnur, úti í land- sins kommunum, ið skal tryggja tilverugrundarlagi. Tað verður javnan funnist harðliga at øllum fakfelags- ruðuleikum og fakfeløgum, ið ein áður hevur funnist harðliga at. Hygg at øllum egoist- isku, matrialistisku, líka- sælu ið bera seg at sum rov- dýr úti í landsins kommun- um, hvat ið funnist skal vera harðliga at, úti í øllum kjakinum her í Havnini. Tað er avgerandi neyðugt at fáa tillagað útbúgvingar- kervið til eftirspurning, tørvin á fakliga útbúnum fólki til alt handils-, vinnu- lív, ídnaði, flutning og tæn- astuvinnur í dag. Tað er avgerandi at fáa skapt friðin og geva arbeið- andi fólki hvíld aftaná ein strævnan arbeiðsdag, úti í teimum grundleggjandi vinnunum ið eg havi sam- huga við í dag. Tað er avgerandi neyðugt at fáa skipað góð heilsu- og sosialviðurskiftir, náttúru og umhvørvisvernd og orkusparing og fáa avmarka dálkingartrupulleikar, ong- antíð ov skjótt. Og ein má hugsa globalt og handla lokalt í Havnini/- Suðurstreymoy tá talan er um heildarmynd og heild- arstøðuna og síggja alt samanhangandi úti í skip- aðum kjaki í dag. Tað eru nógv saman- hangandi viðurskiftir ið ein fær viðgjørt og tá ið øll ikki hava somu lívstreytir, grundarlag eftir førleika- evnum, ið er avskeplað og kappingaravlagað. Og javnvág er ikki ímill- um kappingarføri hjá tí al- menna og privata, land, kommunur, ríki, innan skrivstovu og serfrøðinga- veldir og úti í vinnufeløg- unum, úti í landsins komm- unum. Tað at skapa kjak sína millum er mennandi fyri øll ættarlið, og at læra av lívs- royndum hjá hvør øðrum, flestu gera sær ikki nógv greitt, so ein gerst búgvin til tað praktiska lívið. VIÐMERKINGAR Eirik Justinussen Herfyri blivu tríggir út- róðrabátar úr Leirvík tiknir av okkara stolta verjuskipi, tí teir høvdu sett línu eitt sunnukvøld umleið kl. 22, sjálvandi tí tað lá soleiðis fyri í streymi og passaði til kyrrindir og hvar veiðan bleiv tikin frá teimum, og teir blivu hóttir við eini bót uppá 20.000 kr. Hesir bátar eru einasti fiskifør, ið ikki fiska halgidagar, men alla ta tíð, útróður hevur verið í Føroyum, hava útróðrar- menn noyðst at farið til út- róðrar seinnapart sunnu- dag, um teir ikki eisini skulu missa mánadagin, so her er talan um veruliga forfylging av tí partinum av okkara borgarum, ið hava longstu traditión sum fiski- menn. Eg fari í hesum sambandi at spyrja avvarðandi mynd- ugleika, um teir hava rætt til at nokta hesum monnum at fara til útróðrar eitt sunnukvøld. Í meðan allur tann flotin av fiskiskipum, sum fiskar við troli, línu og gørnum hevur loyvi at fiska allar halgidagar alt árið? Eg fari eisini at spyrja okkara løgfrøðingar, um tað ber til fólkaræðisliga at bera soleiðis at ímóti einum parti av landsins borgarum? Í júst tí parti av fiski- monnum okkara ið, gera minst skaða á fiskistovnar okkara. Um somu tíð sum hesir fiskimenn vórðu tikn- ir og hóttir við stórari bót, lógu trolararnir á landleið- ini um ein fjórðing uttan fyri teir og fiskaðu sum teimum lysti. Hetta meti eg sum forfylging av tí veik- asta liðinum í fiskivinnu okkara. Tað tykist sum um fiski- frøðingar okkara hava sett nakrar útróðrarmenn í háls- in, tí teir skulu taka ov nógv av smáfiski, hvat ið er púra burturvið í mun til, hvat til dømis trolarnir av landleið- ini taka. Tað fiska t. d. einir 15 - 20 trolarar á landleið- ini, og teir fiska við nýmót- ans og effektivum reið- skapi, kanska eini 20 - 30 tons pr. viku. Hesir bátar fiska uml. 3000 - 4000 tons um summari av blandaðum fiski, smáfiski, millum- fiski, toski, stórari og smá- ari hýsu og so eisini flat- fiski, sum ætlanin altíð var, at teir skuldu fiska á land- leiðini. Ætlanin við fiskiveiðu á landleiðini var at fiska mest flatfisk við smærri bátum og flatfiska troli og so lítið sum møguligt av rundum fiski. Í staðin trýstu teir størri og effektivari trolarar inn á landleiðina, og tað kemur eisnin at merkjast í fiskiskapinum á havleiðun- um kring landið seinni. Hinvegin gera teir fáu smá- bátarnir sum rógva út ong- an sum helst skaða á fiska- stovnarnar, tí fyri tað fyrsta eru nøgdirnar teir fáa ógvu- liga smáar, síðani er slagið teir fiska bert eitt sindur av hýsu og við tí agni teir egna (nebbasild) er slagið líka gott og betur enn hjá trol- bátunum í fiska á landleið- ini og haraftrat er so lítil út- róður hjá smábátum, at tað er óneyðugt at nevna teir sum nakað veiðutrýst. Tí fati eg ikki, hví fiski- frøðingar royna at hevna seg inn á hesar fáu útróðr- armenn, ið eftir eru. Teir skuldu heldur tosað um partrolararnar, sum aldri skuldu komið á okkara hav- øki, sum er høvuðsorsøkin til niðurgongdina á upsa- stovninum. Olaf Olsen sigur, at hann hevur starvast í fiskivinn- uni í Føroyum í 30 ár og roynt at fylgt við sum fræg- ast, og hann hevur framleitt trol og annan fiskireiðskap í mong ár, og tað er alla æru vert, men hann hevur tungt við at ásanna, at menniskj- að hevur størstu ávirkan á náttúruna. Eg eri nú 80 ára gamal og havi livað saman við náttúr- uni síðan eg sum 4-5 ára gamal byrjaði at fara í bát, og eg havi altíð verið góður við náttúruna og ynskt at umgingist havøki okkara við hógv. Eg fekk eina bók send- andi frá einum vinmanni í Íslandi, sum visti, at eg var ógvuliga áhugaður í fiski- vinnuni, eina bók ið nevnd- ist »Svartur sjór af sild« eftir Birgir Sigurðsson. Hon lýsir alla sildasøgu Ís- lands í eitt 100 ára tíðar- skeið frá 1868 til 1968, tá norðhavssildin varð niður- fiskað. Hetta er ógvuliga áhugaverd bók, ið eisini lýsir sildaarbeiði á landi í Íslandi. Sjálvur havi eg upplivað ein part av hesum tíðarskeiði. Fyri at vísa, at allir fiskastovnar, sum verða ovveiddir, flýggja frá landinum fyri at lívbjarga sær, tað verði seg sild, upsi ella hvalur, hann klárar ikki at halda seg við land tá veiðutrýstið er ov stórt. Tá norðmenn í 1868 byrj- aðu at veiða sild við Ísland, var so nógv sild at teir bara royndu inni á firðunum og hon stóð so tøtt at teir leit- aðu um kvøldarnar við at søkka ein ullintan trá niður í sjógvin og vita hvussu nógv rosla kom uppá hann áðrenn teir kastaðu. Tað var so astrikkurin teirra at leita við tá. Men tá nøkur ár vóru gingin, var ov lítið bert at leita inni á firðun- um, so teir noyddust útum landoddarnar at royna. Ein gamal íslendingur av Dal- vík segði mær, at tá teir fóru út í Grímseyjarsund at kasta, var tað sum at fylla úr pottinum, men sum tíðin leið herdust royndirnar við størri og betri bátum og tal- ið av skipum, bæði ís- lendskum, norskum, svenskum og finskum skip- um. Tá tað nærkaðist seinna verðaldarbardaga var alt havið frá eystur- landinum og líka upp ímóti vesturlandinum undir kon- troll av skipum, og leitað varð eisini við flúgvara, og skjótt var til teir kláraðu at fiska ta sildina, sum skjeytst inn ímóti íslands- strondini upp. Men restina av sildasøguni er óneyðugt at lýsa, tað kenna flestir eldri føroyingar, hvussu Ævintýrið, ið teir ynda at kalla tað, endaði á Reyða Torginum í 1968, og hvussu leivdirnar av hesum megnar stovni bjargaðu sær onkursvegna norður í havið við Svalbard og Bjarn- oynna. Íslendingurin Jakob Jak- obsson doktari í fiskifrøði skrivar nakað um silda- veiðu í hesi bókini. Hann skrivar t. d., at hann ikki skilir, hví sildin við norður- landið hevði lættari við at koma upp í sjógvin í torv- um at vaða. Ímeðan tað sjálvdan síggjast stimar uppi á sjógnum millum londini, men tað haldi eg er lætt at skilja. Summarið á norðurlandinum er ofta gott og sólríkt og hitar yvirflat- una, so at reyðætið og silið koma upp á yvirflatuna, og sildin fylgir við átuni, og so er eisini nógv grunt vatn við norðurlandið so um- støðurnar fyri at væða eru betur enn úti millum lond- ini. Eg skrivi hetta bert fyri at vísa á, at minking í teimum ymisku fiskastovnunum stendst av mannaávum og minni av nátúrligum ávum. Ein Skemdargerð! Kæri sonur og bróðir okkara Poul Johan Svenning Olsen ættaður av Toftum andaðist í Fakse týsdagin 10. august, 64 ára gamal. Kórseting verður í Fakse Kirke leygardagin 14. august kl. 12.00. Jarðarferðin verður kunngjørt seinni. Axel, Gunnar og Josefina Almenningurin og ráðandi í Føroyum? Dagurin Hippolytos, deyður umleið 235. Helst ein grikki, sum gjørdist ein av teimum best kendu kristnu rithøvundunum í Róm í 3. øld. Hann var tikin av døgum við at verða slitin millum hestar, sum navn hansara sipar til. Rasmus Rasmussen (á Háskúlanum) føddur 1871. C M Y K 11 10