týsdagur 15. desember 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. desember 2015 · Nr. 145
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Tað er ikki fyrstu ferð hon er á
tingi, men tað er fyrstu ferð hon
situr í sínum egna sessi.
Hanna Jensen hevur verið við í
Framsókn frá byrjan og tá ið upp
talt var valkvøldið 1. september, var
hon vald á ting.
Og tá ið samgongan var skipað,
var hon eisini vald til formann í
mentanarnevndini hjá Løgtingin
um.
– Eg hevði tikið av fleiri nevnd
arsessum, men tá ið tað nú var
sessurin sum formaður í ment
anarnevndini, sum stóð mær í
boði, so passaði hetta mær sera væl,
sigur Hanna Jensen, Framsókn.
At vera forkvinna í mentanar
nevndini hjá Løgtinginum vil siga,
at ein fyrst og fremst skal arbeiða
við undirvísingarmálum, kirkju
málum og mentanarmálum.
– Hetta er alt, sum hevur mín
stóra áhuga, sigur forkvinnan, sum
hevur útbúgving í fronskum og før
oyskum máli og bókmentum.
Kirkjan
Kirkjan hevur hennara stóra áhuga.
– Tá ið vit í Føroyum hava valt
at hava eina kirkju, sum er »stats
kirkja«, so haldi eg tað er av stórum
týdningi, at vit geva kirkjuni ordilig
kor. Tað er ein skipan, sum tey ikki
hava alla staðir, men vit hava hesa
skipan og eg haldi hon sum heild
virkar væl, sigur Hanna Jensen.
Hanna Jensen hevur lisið og búð
í Fraklandi. Har er kirkjan katólsk
og hoyrir als ikki undir statin, men
virkar sjálvstøðugt.
– Hetta hevur sjálvandi sett
nógvar tankar í gongd, tí tað vísir,
at tað væl ber til at hava eina kirkju,
sum als ikki er knýtt at »statinum«
sigur hon.
Hann Jensen var sum nevnt vald
inn við seinasta løgtingsval, men
hon hevur sitið sum varakvinna í
valskeiðnum frammanundan.
Tá spurdi hon um, hvussu tað
er við einum »universitets«-presti
í Føroyum.
– Ein lestarprestur er nakað,
sum ung lesandi ofta hava brúk
fyri, og tá ið vit hava eina kirkju,
sum virkar saman við landinum, so
eiga vit í hvussu so er at umhugsa
hendan møguleikan, sigur hon.
Føroyska málið
Hanna Jensen hevur altíð havt
stóran áhuga fyri føroyskum máli,
men hon hoyrir ikki til teirra, sum
júst nú kjakast um stavraðið.
– Tað er sjálvandi eitt mál, sum
vit skulu taka støðu til, men eg
haldi tað eru onnur mál, sum eru
meira umráðandi í dag..
Hon vísir til at tað tekniska, sum
floymir inn yvir okkum gjøgnum
teldur, snildfonir, spøl og annað.
Nývalda framsóknarkvinnan hevur fingið ynskisess, sum formaður í mentanarnevndini
MELDURIN
Hanna Jensen:
Franskur konsul
Hanna Jensen, sum var vald á
ting fyri Framsókn 1. september,
býr í Gøtu.
Umframt at undirvísa og sita
á tingi, so er hon eisini franskur
konsul.
– Tað er sjálvandi eitt sindur
av arbeiði í hesum, men tað er
fyrst og fremst um summarið,
sigur Hanna Jensen.
Hon sigur, at tað er um summ
arið, at útlendingar koma til Før
oyar at ferðast. Og millum mongu
útlendingarnar eru eisini frak
lendingar.
– Sjálvandi hendir tað, at tey
missa skjøl burtur ella hava aðrar
trupulleikar, sum eg sum konsul,
so má royna at hjálpa teimum
við, sigur hon.
Hon sigur, at tað eisini er um
summarið, at føroyingar fara
uttanlands. Tá eru eisini áheit
anir á franska konsulin um at
hjálpa til við ymiskum.
– Sjálvandi er tað eisini okk
urt at gera um veturin – til døm
is vikuliga samskifti – men tær
størru uppgávurnar eru um
summrið, sigur hon.
Hanna Jensen er útbúgvin í
fronsku máli og bókmentum og
hevur lisið í Fraklandi.
Tingkvinnan hjá Framsókn býr í Gøtu
og er eisini franskur konsul
LISTIN
STØRRI PART
Í GERANDIS
SAMFELAGNUM