týsdagur 15. desember 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 16. desember 2015 · Nr. 145
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MELDURIN
– Hetta er nakað, sum vit av álv
ara eiga at taka okkum av. Hetta
hevur ómetaliga ávirkan á føroyskt
mál, so skulu vit tryggja okkum
menning í málinum, so mugu vit
taka hesar avbjóðingarnar í álvara,
sigur hon.
Hon vísir á, at alt, sum verður
víst í filmi og sjónvarpi, sjálvandi
eigur at hava føroyskan tekst.
– Men eg eri rættiliga pragmat
isk. Tað snýr seg um at fáa breiðar
semjur, so vit fáa málið – eisini tað
tekniska – kjølfest millum fólk,
sigur hon.
Mentan
Tá ið tað snýr seg um mentan,
so hevur Hanna Jensen fyrst og
fremst útbúgving innan bókmentir,
men áhugin fyri mentan og ment
anarpolitikki er munandi breiðari
enn so.
– Eg haldi, at tað er umráðandi,
at vit ikki eru passiv, men gera okk
um greiðar tankar um, hvat við vilja
við okkara mentan, sigur hon.
Hon heldur, at vit í Føroyum
geva okkum ov lítið far um tey fólk,
sum royna at liva av mentanar
arbeiði.
– Vit duga ov illa at virða, at
tað eru nøkur fólk, sum av álvara
liva av mentan. Vit mugu ongatíð
gloyma, at hesi fólkini ofta eisini eru
drívmegin í samfelagnum – bæði
lokalt og á landsplani, sigur hon.
Hon heldur ikki, at marknaðurin
fyri mentan er nóg stórur til at bera
professionellu mentanarfólkini.
Tí er tað avgerandi, at bæði
vinnulívið og almennu Føroyar
taka lut í hesum.
– Vinnulívið hjálpir væl til, men
eg kundi hugsað mær, at almennu
Føroyar og vinnulívið gingu betur
hond í hond. At vit dugdu betur at
fokusera, so vit náddu hægri mál
um, sigur Hann Jensen.
Hon heldur eisini, at tað er neyð
ugt, at vit seta okkum mál, sum
gera at list fær størri innivist í sam
felagnum.
Millum annað eigur tað at vera
soleiðis, at prýðislistin meira gerst
ein dagligur partur í samfelagnum.
Sjálvt um Hanna Jensen held
ur, at tey sum arbeiða við pro
fessionellari list, skulu hava betri
kor, so hevur hon als ikki gloymt
amatørlistina.
– Tey prossionellu skulu sjálv
andi hava góð kor, men vit mugu
ongantíð gloyma, at uttan breidd
ina, so fáa vit heldur onga elitu,
sigur hon.
Hon vísir tó eisini til, at elitan
er við til at kveikja áhugan millum
børn og ung, og tí hevur stóran
týdning. Tað er sjálvandi eisini pro
fessionella listin, sum er við at lyfta
amatørlistina.
– Sjálvandi er tað avgerandi, at
vit finna eina skilagóða javnvág
millum áhugalistina og professio
nellu listina. Samfelagið hevur
brúk fyri báðum, sigur Hanna Jen
sen.
Vald á ting
Hanna Jensen varð vald á ting 1.
september við 201 atkvøðu.
Áður hevur hon verið vara
kvinna og hevur fleiri ferðir havt
sæti á tingið fyri Poul Michelsen,
formannin í Framsókn.
– Eg haldi eg kann siga, at eg
lærdi nógv, tey tíðarskeiðini eg var
inni sum varafólk. Tá sá eg, hvat
skuldi til fyri at fáa ávirkan og
hvussu ein skuldi bera seg at, sigur
hon.
Hon sigur at í seinasta valskeiði
arbeiddi hon meira við smærri
málum, tí hon sat stutt í tinginum
í senn.
– Nú eri eg vald og tí má eg
leggja arbeiðsháttin eitt sindur um.
Nú noyðist eg at arbeiða eitt sindur
meira langsiktað og seta út í kortið,
hvat eg fegin vil hava framt, sigur
hon.
Hon sigur eisini, at tað er stórur
munur á at vera varafólk í and
støðu, og so at sita sum vald ting
kvinna og partur av einari sam
gongu.
– Men eg lærdi eisini nógv gjøg
num seinastu tingsetu og tað kann
eg brúka í dag, sigur Hanna Jensen.
Hanna Jensen
Framsókn
• 42 ár
• Gift, trý børn
• MA í føroyskum og
fronskum bókmentum
og máli
• Franskur konsul í Føroyum
• Forkvinna í mentanar
nevndini
Tað er umráðandi, at vit
ikki eru passiv, men gera okk
um greiðar tankar um, hvat
við vilja við okkara mentan