Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. desember 2015 · Nr. 145 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Tað var tann tíð, tá Havsbrún í Fuglafirði keypti fleiri enn 300.000 tons av rávøru í eitt ár. Men, sum tíðin leið, komu eisini ár, har ráfiskanøgdin datt niður um 50.000 tons, og virkið fekk ov lítla rávøru til sína fóðurframleiðslu. Í ár sær aftur rættiliga gott út hjá virkinum í Fugla­ firði. – Higartil í ár eru vit far­ in um tey 200.000 tons­ini av rávøru, og gongur væl dagarnar fram til jóla­høg­ tíðina, fáa vit væntandi nøk­ ur túsund tons aftrat, sigur Odd Eliasen, stjóri á Havs­ brún. Í gjár, tá Sosialurin hevði orð á stjóran, lá Christian í Grótinum og landaði. Skipið hevði fulla last av svartkjafti. Jupiter, sum kom á Fugla­ fjørð mánakvøldið við 2500 tonsum av svartkjafti, byrjar at landa í dag. – Vit klára í mesta lagi at landa 2000 tons av svart­ kjafti um samdøgnið, tí fisk­ urin skal arbeiðast undan so hvørt, sigur Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún. Øll uppsjóvarskipini hjá Varðanum í Gøtu eru á svartkjaftafeltinum eystan fyri uttan Jupiter, sum landar í Fuglafirði í dag UPPSJÓVARSKIPINI HAVT GÓÐAN FISKISKAP EYSTANFYRI TÍÐINDI Vilmund Jacobsen Jupiter, sum kom á Fugla­ fjørð mánakvøldið við 2500 tonsum av svartkjafti, er ikki sloppin at landa fyrr enn á middegi í dag, mikudagin. Hjá Varðanum í Gøtu siga tey, at bæði Tummas T og Finnur Fríði eru á svart­ kjafta­felt­inum og Tróndur í Gøtu, sum landaði í Fugla­ firði týsdagin, er eisini á veg aft­ur á fiskileið. Henda seinasta túrin hevði Tróndur í Gøtu mill­ um 2700 og 2800 tons av svartkjafti. Á svartkjaftafeltinum eyst­ar­laga í føroyskum sjógvi eru nógv skip í løtuni, og umframt føroysku skipini, eru her eisini russar og eitt nú íslendingar. – Tummas T hevur verið á feltinum eina lítla viku, og Finnur Fríði hevur fiskað í eini tvey ella trý samdøgur. Eisini eftir nýggjár Hjá Varðanum siga tey, at svart­kjaftafiskiskapurin í heyst hevur veðrið skiftandi, men nú veðrið seinastu dag­ arnar hevur verið betri, hev­ur fiskiskapurin eisini roynst. Sum skilst, fara upp­ sjóvar­skipini aftur á svart­ kjaftaleiðirnar eystan fyri í byrjanini av nýggja árinum. – Skipini royna eystur ímóti norska markinum, og í løt­uni er Finnur Fríði heilt eystar­laga, siga tey í Gøtu. Enn ein nýggjur alibátur Við alibátinum, sum Kj Hydraulik flotaði her­fyri, hevur fyritøkan á Kambs­ dali í løtuni tríggjar ali­ bátar í ordrabókini, og samskifti er við ali­fyri­ tøkur um møguliga aðrar bátar aftrat. Hesin seinasti báturin verður bygdur til Bakka­ frost á Glyvrum, og Bakka­frost skal í hesum um­fari hava ein alibát aft­rat, sum í løtuni stend­ ur í gerð. Viggo Johannesen, sølustjóri hjá KJ, sigur, at ein triði alibátur eisini er í ordrabókini, og hann verður væntandi latin eig­arunum, tá komið er nakað inn í nýggja árið. – Síðan hava vit ikki fleiri sáttmálar um ali­ báta­r beint í løt­uni, men samskifti er við ali­ fyritøkur sum um­hugsa at byggja sær nýggj­ar bát­ar. Hann vísir á, at ali­ báturin, sum herfyri varð flotaður og báturin, sum nú stendur í gerð, eru teir smærru bátarnir av sín­ um slag. – Vit hava eisini nokk­ so fitt av gera á Eiði, har nakrir mans alla tíð­ina arbeiða við at gera nýggj­ ar aliringar, sig­ur sølu­ stjórin, Viggo Jo­hanne­ sen. Christian í Grótinum hevur júst verið á Fuglafirði við fullari last av svartkjafti Mynd: Dávur Winther 200.000 tons higartil Havsbrún í Fuglafirði hevur fingið væl av ráfiski til sína fóðurframleiðslu í ár Jupiter, sum kom á Fuglafjørð mánakvøldið við 2500 tonsum av svartkjafti, byrjar at landa í dag