Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-15, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2015síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. desember 2015 · Nr. 145 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkendslu og hjálpsemi, tá okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Trinelena Joensen fyrrverandi heimasjúkrasystir í Klaksvík ættað úr Svínoy f. 17 nov 1926 d. 31 mei 2015 andaðist og varð jarðað. Eina stóra tøkk til sjúkrasystrar og heimahjálparar, sum vóru um hana í heiminum. Tøkk til starvsfólk á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Røktarheimið fyri góðan stuðul og góða hjálp. Takk til Marjun Lómaklett og Hanus á Gørðum fyri troystarrík orð í kapelli og Cristianskirkjuni. Takk til dekn, klokkara og organist. Takk til berarar og til sangarar. Takk fyri kransar, blómur og peningagávur til kirkjuna. Eina hjartans tøkk til tykkum, sum komu við køkum til ervið, og til tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Eina tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu mammu til hennara seinasta hvíldarstað. Gleðilig jól og gott nýggjár øll somul. Børnini Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum sýndu okkum samkenslu og hjálpsemi, tá elskaða kona, mamma, vermamma og systir okkara Karla Gaard f. 29.01.1937 d. 15.09.2015 andaðist og varð jarðað. Hennara sjúkralega bleiv ikki so long, men hon kendi seg so væl á B6 og hevði fleiri ferðir á orði, hvussu góð øll vóru við hana, meðan hon var har. Tað takka vit tykkum fyri. Eisini takka vit øllum, sum komu á vitjan, ringdu, skrivaðu og sendu sms. Tað gleddi hana almikið. Ein tøkk til Hera Joensen, prest, fyri góð og vøkur orð í stovuni, í kapellinum, í kirkjuni og á grøvini. Takk til berarar, sangarar og kirkjutænarar. Takk til tykkum sum bakaðu og hjálptu til við ervinum. Takk fyri kransar og blómur. Takk til tykkum, sum fylgdu henni til hennara síðsta hvíldarstað. Vegna tey avvarðandi Per, Katrin, Randi, Eirikur, Roberta og Jákup Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá góði maður mín, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Elibert Joensen f. 23.07.1930 d. 08.10.2015 andaðist og varð jarðaður. Tøkk til Jógvan Fríðriksson fyri løtuna í kapellinum. Tøkk til Símun P. Jacobsen, kirkjutænarar og sangarar. Tykkum, ið hjálptu til við ervið, takka vit hjartaliga. Tøkk til starvsfólkið á Røktar og Ellisheiminum fyri umsorgan tykkara. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávur til Oyndarfjarðar kirkju. Tøkk til tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Somuleiðis takka vit fyri gávur, vitjan og heilsanir á 85 ára føðingardegnum. Gleðilig jól og eitt av harranum vælsignað nýggjár. Marita Hentze, Erla, Martin, Janhild og Greta v/ fam. Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymsan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið okkara kæri bróðir, svágur, mammu-og pápabeiggi ommu-og abbabeiggi Hilmar Magnussen Tjørnuvík f. 28.10.1930 d. 11.09.2015 andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum, sum vóru um hann á Mørkini og á Landssjúkrahúsinum, tá hann lá til tað seinasta. Tøkk til prest og kirkjutænarar. Tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Tøkk til tykkum, sum tóku tykkum av ervinum í Bygdarhúsinum. Tøkk til berarar og sangarar. Familjunnar vegna Systir tín Hjørdis Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu tá góði pápi, abbi og bróðir okkara Andrias Poulsen 4. sept.1931 2. nov. 2015 andaðist og bleiv jarðaður. Takk til heimahjálpina, starvsfólkið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og á Niðristovu. Takk til Hanus á Gørðum, prest, fyri góð orð, til kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Takk fyri heilsanir, kransar og blómur. Takk til tykkum, sum bakaðu til ervið. Stóra tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Berit Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Kirstein Karl Stórhamar í Trongisvági f. 26. nov. 1926 d. 19. nov. 2015 andaðist og varð jarðaður. Takk til heimasjúkrasystrar og -hjálparar, ið hava verið um hann seinasta árið, og til tykkum øll, sum ringdu og vitjaðu. Takk til Viberg fyri góð orð í Kapellinum. Takk til Jónsvein prest fyri vøkur og troystarrík orð í kirkjuni. Takk til Jens og Marner fyri sangin. Takk til kirkjutænarar, sangarar, berarar og gravara. Takk til tykkum øll, sum á ein ella annan hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum, og takk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Takk fyri blómur og kransar og heilsanir. Takk fyri peningagávu til Sunnudagsblaðið. Vit ynskja ætt, vinum og kenningum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár. Familjunnar vegna Nora Maria Sigurd, Bergur og Tom