Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-15, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2015síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mikudagur 16. desember 2015 · Nr. 145 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hjartaliga takka vit øllum sum vístu samkenslu, tá elskaði maður mín og góði pápi, verpápi, abbi og bróðir okkara John í Soylu f. 11. nov.1960 d. 28. okt. 2015 andaðist og varð jarðaður. Takk tit øll, sum vóru um okkum í tíðini, meðan John var sjúkur. Takk tit, sum ringdu og tit, ið so trúliga vitjaðu hann. Takk til bygdarfólkið fyri ugga og troyst. Takk fyri allar heilsanir og forbønir. Takk til sjúkrarøktarfrøðingarnar á Onkologisku deild á Landssjúkrahúsinum fyri umsorgan, og til starvsfólkini á Hotel Tórshavn. Takk til Sverra Steinhólm, prest, fyri ugga á sjúkrahúsinum og løtuna í kapellinum, og til Ingu Poulsen Dam, prest, fyri vøkur og troystarrík orð í kirkjuni. Takk til Bjartu fyri yndisligan sang. Takk til berarar, sangarar, gravarar og kirkjutænarar. Takk fyri blómur og kransar og fyri peningagávur til Sandavágs kirkju. Takk øll tit, ið bakaðu. Takk fyri hjálp í Meinigheitshúsinum og til tykkum, ið hjálptu til á annan hátt. Takk til Sólsetur. Somuleiðis takka vit tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Gleðilig jól og gott nýggjár, øll somul. Aud Ragnar, Lív og Jacob, Anita við fam. og Fríðgerð við fam. Systkini Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá góða mamma okkara Esther Poulsen f. 25-08-1932 d. 28/10-2015 andaðist og varð jarðað Vit takka starvsfólkunum á B6 og á Tjarnargarði. Ein hjartans tøkk til Hera Joensen, prest, fyri tey góðu og troystarríku orðini. Takk fyri vakra sangin, Tarira og Jóannes Andreasen og takk eisini, Leif Hansen, fyri gott urguspæl. Takk fyri kransar, blómur og takk eisini tit, sum bakaðu til ervið. Stóra takk fyri, tit øll, sum fylgdu mammu út á kirkjugarðin, har hon nú hvílir við síðuna av manni sínum. Berghild, Halldis og Kinna Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá ið kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Martha Ludvig (f. Berg) f. 12/2-1927 – d. 28/9-2015 andaðist og varð jarðað. Ein serlig tøkk til starvsfólkið á Eldrasambýlinum fyri umsorgan, ta tíð, hon var har. Tøkk til starvsfólkið á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum veitti henni umsorgan og hjálp. Takk til Jens Mortan prest og til tykkum mongu, sum góvu eina hjálpandi hond við ervinum. Takk fyri blómur og kransar og til tykkum, sum góvu Hjartafelagnum eina peningagávu. Takk til tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Gleðilig jól og gott nýggjár. Jacob Dánjal og Óluva Súsanna og Dávur við familju Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu í stóru sorg okkara, tá okkara kæra Bina Justinussen Leirvík f. 03.09.55 d. 19.03.15 doyði og varð jarðað. Familjunnar vegna Andrea, Frida, Joan og Tórhallur Gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár. Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæri bróðir, svágur, mammu-,ommu-, og langommubeiggi okkara Jógvan Hermansen Hósvík f. 25.06.1940 d. 16.09.2015 andaðist og varð jarðaður. Tøkk til prestarnar Emil Olsen og Bergtór Bjarkhamar fyri troystarrík orð á Mørkini og í Bygdarhúsinum. Tøkk til kirkjutænarar, organist, sangarar, berarar og gravarar. Tøkk til tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Takk fyri blómur, kransar og peningagávu til Mørkina. Og at enda tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Gleðilig jól og eitt gott nýggjár, øll somu. Familjunnar vegna Gutti, Lilian og Martha eblaðið sos.fo