Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-15, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2015síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. desember 2015 · Nr. 145 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæra mamma, omma, langomma og olduromma Nancy S. Højgaard Vesturbú fødd 16. desember 1916 andaðist 25. mai 2015 varð jarðað. Takk fyri heilsanir, kransar og blómur. Takk fyri gávur til Heimarustovu á Lágargarði og takk til Derhard Jógvansson prest fyri vøkur orð. Tey avvarðandi Nú tíðin búgvin er Nú tíðin búgvin er til burturferð - tí nú er kólnað, sólin sær á slidnan svørð, Eg sá her fram við tekjuni á skjótum flog’ eitt tjaldurspar – tvey klipp, tey bóru boð um leik í vár um fagra summarstund um ljósar nætur, blíðan ástarfund nú tíðin aftur búgvin er til burturferð, og hugurin at søkja aðrar strendur sterkur er eitt tjaldur grætur, tíðin komin nú til burturferð. Og nú farvæl og takka fyri summar gott í kvøld eg fari biðja góða nátt, sær skundar tíðin – várið kemur brátt. (Nancy S. Højgaard Vesturbú) Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og stóra hjálp, tá ið elskaði pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Jens Jacob í Hjøllum Toftir f. 22.08.24 – d. 01.10.15 gjørdist sjúkur, andaðist og varð jarðaður. Hjartaliga takka vit tykkum á Vesturskini fyri sera góða umsorgan og røkt seinastu árini; tykkum á Landssjúkrahúsinum fyri viðgerð og umsorgan seinastu tíðina. Tøkk til Sverra Steinhólm, Jógvan Fríðriksson, Ova Brim og Louis Nielsen fyri góð og troystarrík orð. Eisini ein tøkk til kirkjutænarar og sangarar. Tøkk til tykkum mongu, sum hjálptu so væl til á einhvønn hátt við ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávur til Vesturskin og Fríðrikskirkjuna. Hjartans tøkk til øll tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Børnini við fam. Høli í Havn til leigu Hølið er í hugnaligu Jákupsstovu í J. Paturssonar gøtu 24. Tað kann brúkast sum skrivstova, til terapi ella annað vinnuligt virksemi. Eitt lítið goymsluhøli er við síðuna av og hoyrir til skrivstovuna. Atgongd er til felags fundarhøli, køk og wc. Hølini eru tøk 1. februar 2016. Meira fæst at vita við at skriva til heilsurokt@gmail.com ella ringja á telef.nr. 515670 Leirvíkar Bygdarsøga bind: 1-6 Fæst á hesum støðum: í Havn: H.N.Jacobsen´s bókahandil og RIT & RÁK í Klaksvík: Alfa bókhandil í Saltangará: Bókabúðin í Leirvík: Statoil støðin og Grunnurin “Leirvíkar søga” Grunnurin “Leirvíkar søga” tlf. 443003-214323 e-mail: jogvane@olivant.fo Jólagáva? Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá okkara elskaði pápi, verpápi og abbi Jan á Argjum f. 27.09.59 d. 22.03.15 andaðist og varð jarðaður. Ein stór tøkk til Øssur Berghamar og Bergur Debes Joensen, fyri vøkur og troystarrík orð. Tøkk til sjúklingahotellið Tórshavn. Tøkk til berarar, sangarar og manningina á Lív. Tøkk fyri blómur, kransar, gávur og stóra tøkk fyri alla ta hjálp vit fingu til jarðarferðina og ervið. Somuleiðis tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu babba til hansara seinasta hvíldarstað. Allan og Laila við familju Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæri maður, pápi, verpápi, abbi, langabbi og bróðir Óli Kristian Debess Oyrareingir andaðist og varð jarðaður. Tøkk til Mariu Jørðdal Niclasen, prest, fyri nærveru og góð orð. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, berarar og tykkum øll somul, sum á einhvønn hátt hjálptu til við sjúkralegu, jarðarferð og ervi. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Krabbameinsfelagið. Til seinast tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Elin, Maria, Margrit og Jóannes, v.fam.