Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-15, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. desember 2015 · Nr. 145 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Umboðsmaðurin, Páll og neytini Jákup Mikkelsen løgtingsmaður Tingformaðurin Páll á Reynatúgvu og Kringvarpið, ið skal eitast at vera óheft, eru ótroytti­ligir verjar av margháttliga umboðsmannavalinum. Eg havi ikki ætlað mær at skriva nakra greina­røð um hetta mál, men tá ting­formaðurin ótarnaður sleppur at reingja sannleikan í almenna KVF og samanbera okkum tingfólk, sum hava aðra meining enn for­ maðurin, við neyt, so kenni eg meg noyddan at tosa beint út um so­ nevnda grannskoðaramálið. Hetta mál hevur KVF annars ongantíð havt minsta áhuga í at lýst sakligt og objektivt. Hví so er, munnu mong hava ein illgruna um. Heldur ikki mánakvøldið var nógv skil i innslagnum. Tá fór manipulatiónin hjá Kringvarpinum og Páll á Reyna­ túgvu út um alt sømiligt mark. Tingformaðurin útnevnir um­ boðsmannin til vinnaran av so­ nevnda grannskoðaramálinum, tí rætturin hevur staðfest, at nakrar løggildingar givnar í 2007 vórðu givnar í heimildarloysi. Men málið er nógv størri og meira umfatandi enn teir hálvu sannleikar, ið Páll og útvarpið borðreiddi við mána­ kvøldið. Niðurstøðan hjá Páll á Reyna­ túgvu um hetta mál, minnir um ein fótbóltsdyst, har annar parturin er aftanfyri 5-0 og í tíðini sum dóm­ arin hevur lagt afturat kemur enn eitt mál, so dysturin endar 5-1. Páll á Reynatúgvi útrópar liðið, sum fekk tað seinasta málið, til vinnaran av dystinum. Í hugaheiminum hjá Páll endaði dysturin 1-0, tí Páll hev­ur tikið sær tað frælsi sum ser­frøð­ ingur, at annulera øll hini fimm málini. Fakta er, at grannskoðaramálið er eitt óhugnaligt mál fyri løgtingið og kringvarpið og eitt stórt taparamál fyri Løgtingsins um­boðsmann. Mong vilja tí leggja lok á málið, ella manipulera tað við hálvum sannleikum og heilum lygnum. Ikki minst KVF. Lat meg tí skera tað út í papp, so Páll og onn­ ur kunnu síggja veruleikan. Um­ boðsmaðurin ”staðfesti” m.a. í síni drúgvu kanning í 2010 fylgjandi seks lógarbrot: 1. Jacob Vestergaard, landsstýris­ maður, hevði brotið lóg um ábyrgd landsstýrismanna og fyri­sitingarlógina 2. Bjarni Djurholm, landsstýris­ mað­ur, hevði brotið lóg um ábyrgd lanndsstýrismanna og fyrisitingarlógina 3. Rúni Joensen, aðalstjóri, hevði brotið tænastumannalógina og fyrisitingarlógina 4. Arni Poulsen, aðalstjóri, hevði brotið tænastumannalógina og fyrisitingarlógina 5. 7 løggildingar givnar í 2007 vóru givnar í heimildarloysi (brot á grannskoðaralógina). 6. Ein løggilding givin í 2005 var viðgjørd á skeivum grundarlagi (brot á grannskoðaralógina). Løgtingið og landsstýrið valdi tí at seta heilar seks kanningar í verk. Frammanundan fær um­ boðs­maðurin fleiri milliónir á fíggjar­lógini til at kanna alt ið umboðsmanninum lysti, og nú skuldu so fleiri milliónir játtast til eykakanningar. Útvarpið nevndi mánakvøldið bert onkra av omanfyri nevndu kann­ingum, hóast talan var um heilar seks kanningar. Kringvarpið manipulerar helst fyri at pynta um Páll og umboðsmannin. Tey álvarsligastu ”lógarbrotini” eru kanningar nr. 1-4, tí tað viðvíkur týðandi persónum í fyrisitingini. Mál nr. 5 og 6 eru langtífrá eins týðandi fyri almenningin, tí tað snýr seg um heimildir at veita løg­ gildingar. Mál nr. 1, 2, 3, 4 og 6 tapti um­boðsmaðurin ruddiliga! Hesar kanningar kostaðu landskassanum fleiri milliónir. Manipulerandi inn­slagið mánakvøldið nevnir als ikki mál 3, 4 og 6, men ger ser­ stak­liga nógv burturúr nr. 5, ið var tað frægasta úrslitið fyri um­ boðs­mannin, tó at einki álit kom frá umboðsmanninum. Hetta mál liggur tó enn í rættarskipanini. Umboðsmaðurin brúkti serligu §10 stk. 1 í umboðsmannalógini og sendi sína frágreiðing til for­ mans­skapin í tinginum, løgmann osfr. Men í hesum føri ásetur um­ boðsmannalógin greitt, at um­boðs­ maðurin eigur at koma við tilmæli. Tað gjørdi umboðsmaðurin ikki! Lógin bleiv ikki fylgd og tí bleiv ruðu­leiki í tinginum. Hvat punkt 5 viðvíkur stað­ festi rætturin fyrr í ár, at nakrar løg­gildingar givnar í 2007 vóru givnar í heimildarloysi og fylgj­ an var annulatión av løg­gild­ ing­um. Men annulatión av løg­ gild­ing­um var ikki júst tað sum umboðsmaðurin ætlaði. Málið hjá umboðsmanninum var als ikki at raka grannskoðararnar, men heldur at raka almennu fyri­ sit­ingina og tess handfaring av mál­inum. Tað framgongur greitt av grannskoðaramálinum. Men tað er lagnurnar speisemi, at úr­ slit­ið bleiv beint øvugt av tí sum umboðsmaðurin ætlaði. Málið fekk als ongar avleiðingar fyri fyri­ sitingina. Tá ein skjútti hevur sent sína torpedo avstað, er viðkomandi ikki longur harri yvir hvar hon eks­ploderar. Tá umboðsmaðurin hevði sent sína frágreiðing avstað, mátti frágreiðingin liva sítt egna lív uttan at umboðsmaðurin kundi ávirkað tað. Umboðsmaðurin miðaði eftir at raka fyrisitingina, men torpedan fóru framvið og rakti ístaðin nakrar grannskoðarar, sum sambært umboðsmannin sjálvan, ikki vóru partar av málinum. Hetta ljóðar sum skemt, men hetta er tann nakni veruleiki og harra Páll á Reynatúgvu brúkar hesa torpedo sum prógv um, hvussu beinrakin umboðsmaðurin er. Eingin, ið kennir hetta mál, kann taka møsnið frá tingformanninum í álvara og tingformaðurin átti at verið tann seinasti, at samanbera nakað ting­ fólk við neyt. Kringvarpið metti umboðs­ manna­frá­greiðingina sum eina full­komna og 100% lýtaleysa løg­ frøði­liga niðurstøðu. Og í eitt heilt ár brúkti KVF frágreiðingina til at karaktermyrða Jacob Vestergaard, Bjarna Djurholm, Rúna Joensen, aðalstjóra og Arna Poulsen, aðal­ stjóra. Tað kostaði føroyska skatt­ gjaldaranum fleiri milliónir at reinsa hesar fýra persónar fyri ta svertan, ið m.a. almena licens­ fíggjaða kringvarpið stóð fyri. Og KVF blívur ótroyttiliga við at manipulera við hesum máli, sam­ stundis sum løgtingið stingur høvdið í sandin sum um hetta mál ongantíð hevur verið á tingborði. Heilar seks almennar kanningar vórðu gjørdar í samband við grann­ skoðaramálið. Ta seinastu kann­ ingina gav løgmaður boð um í 2012 og hon viðvíkti eini einstakari løggilding, ið varð givin í 2005 og sum umboðsmaðurin eisini fanst at. Henda seinasta kanningin tók tvey ár, og tað sigst at fremstu fólk innan fyrisitingarrætt í Danmark eisini luttóku í hesi kanning. Hon mann óivað hava kostað skatt­ gjald­aranum dýrt. Úrslitið av hesi síðstu kanning staðfesti, at Skrá­seting Føroya gjørdi alt rætt, tá um­søkjarin frá 2005 fekk sína løg­gilding. Hetta varð gjørt í samsvar við andan og bókstavin í grannskoðaralógini. Sostatt var niðurstøðan frá umboðsmanninum eisini í hesum seinasta máli púra burturvið og enn ein ósigur til umboðsmannin. At útrópa umboðsmannin til vinn­ara av grannskoðaramálinum er eitt óhugnaligt dømi um veru­ leika­reingjan. Grannskoðaramálið er ein dygg­ ur smeitur og ósigur fyri um­boðs­ mannin og embætið hevur í dag langtífrá ta virðing, sum tað hevði undir fyrsta umboðsmanninum. Eg kann lata Páll á Reynatúgvu vita, at eg standi als ikki einsamallur við hesum sjónarmiði. Hetta er eisini tann fatan, sum ørgrynna av føroyskum løgfrøðingum hevur og eisini fjøld av fólki innan almennu fyrisitingina. Tá virðingin fyri umboðsmanna­ embætinum er horvin er embætið púra nyttuleyst, tí virðing er einasta ”vápn” ið umboðsmaðurin kann brúka fyri at ávirka fyrisitingina. Virðingin fyri umboðsmann­ in­um fær tað ikki betur av, at Páll á Reynatúgvu ótarnaður sleppur at grugga og møsna um hetta mál yvirfyri onkrum mikrofonhaldara og enntá at samanbera tingfólk, sum veruliga hava sett seg inn í málið, við neyt. Gleð eitt barn á jólum Gev eina jólagávu, sum veruliga munar Í Føroyum eru børn, sum kenna avleiðingarnar av fátækt. Tey føla tað hvønn dag, og jólini eru serliga svár. Í felagsskapi kunnu vit geva hesum smáu eina góða gávu og ikki minst eini gleðilig jól saman við familjuni. Tú Tú kanst hjálpa við at flyta eina upphædd á eina av hesum kontum: 9181 - 998.389.0 9870 - 988.447.6 6460 - 995.133.6 9865 - 988.804.1 ella við gjaldkorti á www.takk.fo Jólini Jólini verða betri, tá ið vit hugsa um hvønn annan!