Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-15, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2015síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 16. desember 2015 · Nr. 145 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Haruveiðan bert ein fjórðin av tí hon var í fjør Eyðfinn Magnussen Higartil í ár eru 1.436 harur skrá­ settar at vera skot­nar, í móti 5.051 harum, somu tíð í fjør. Saml­aða túratalið er eisini munandi minni í ár, enn tað var í fjør. Higartil eru 162 túrum skrá­ settir í ár, móti 547 túrum somu tíð í fjør. Fyrstu vikuna, ið skotið varð í ár, fingu teir tilsamans 775 harur á 76 túrum. Í seinastu viku fingu teir 41 harur á 10 túrum og hesa vikuna eru skotnar 20 harur á 4 túrum. Tann vánaliga veiðan er at síggja um alt landið, eisini í teimum stóru harubygdunum. Í fjør vóru flestar harur skotnar í Vestmanna. Tá fingu teir tilsamans 1.120 harur á 74 túrum, men í ár er veiðan munandi slakari. Higartil í ár eru einans 145 harur skrásettar at vera skotnar á 16 túrum í Vestmanna. Í Sørvági fingur teir 553 haru í 2014, men í ár eru bert komnar 133 harur í Sørvági, sum teir hava fingið á 6 túrum. Á heimasíðuni “Haran.fo”, ber til at fylgja við, hvussu haruveiðan hevur gingist kring landið. Átta teir raskastu í teimum átta hagapørtunum, sum teir hava skotið flestu harurnar, hava teir higartil skotið 459 harur á 25 túrum. Flest harur hava teir fingið á Klappjaktini í Trongisvági, har 17 mans 4. november skutu 70 harur. Á øðrum plássi eru teir í Sundshaga í Sandavági. Teir hava fingið 68 harur á sjey túrum. Ikki øll tølini innkomin enn Hóast tað higartil bert eru skrá­ settar av vera skotnar 1.436 harur, er tað samlaða talið helst eitt sind­ ur hægri, tí enn eru ikki øll úrslitini frá øllum túrunum latin inn, tí summir bíða til harutíðin er liðug. Hetta hevur eisini verið vanligt undanfarnu árini. Tá vit seinasta ár vóru komin til tann 6. desember, vóru íalt skrásettar 3.869 harur, sum vórðu skotnar á 349 túrum kring landið, men tá endaliga úrslitið var gjørt upp, vísti tað seg, at tað samlaða talið var einar 1.000 haru meira enn tað, sum var skrásett fram til 6. desember. Tí verður tað samlaða haruveiðan fyri 2015 helst eitt sindur hægri enn tað, sum higartil er skrásett. Ikki líka hugaligt at boða frá At so lítið er at fáa í ár, ávirkar helst eisini hugin hjá monnum at lata tølini inn, tí ikki er so nógv at reypa um. Tað liggur til lyndið á veiðimanninum, at tað fellur honum lættari at tosa um teir góður túrarnar. Túrarnir, har tú onki fekk, eru hinvegin knapt so spennandi. Ein harumaður, sum eg tosaði við, vildi vera við, at tá hann hevði verið og skotið og kom gangandi heim gjøgnum bygdina, uttan nakra haru á bakinum, tá møtti hann altíð nógvum fólki, men tá hann kom gangandi gjøgnum bygdina við einum 8 til 10 harum á rygginum, tá møtti hann sjáldan nøkrum. Lítið til av haru At samlaða haruveiðan hevur ver­ ið so vánalig í ár, kemst av tí vána­ liga veðrinum, sum verið hevur í november og desember mánað, og so tað, at munandi minni er til av haru í ár. At so lítið er til í ár, kemst uttan iva av tí vánaliga veðrinum, sum var fyrst í árinum. Føroyska haran leggur tríggjar ferðir um árið: Fyrsta løgan er í februar - mars, onnur í mai - juni og triðja løgan er í august - september. Tveir til tríggir ungar eru í hvørjari løgu. Tá fyrsta løga var løgd í februar, var nógvur kavi, tað sama hendi, tá onnur løgan var løgd í mai mánað. Tí kann roknast við, av meginparturin av hesum ungunum ikki eru komnir fyri seg. Sostatt eru tað bara ungarnir frá tí triðju løguni í august og september mánað, sum hava yvirliva, og eru tað tí hesir ungarnir, sum nú verða skotnir, umframt tær gomlu harurnar, sum yvirlivdu frá í fjør. Nú einans 16 dagar eru eftir, har loyvt er at skjóta haru, er samlaða veiðan einans ein fjórðing av tí hon var í fjør. Hagapartur Bygd Samlað tal av harum Tal av túrum Klappjaktin Trongisvágur 70 1 Sundahagi Sandavágur 68 7 Fjallið (partur av Fjalshaga) Vestmanna 67 5 Norðurtriðingur, Sunnaripartur Sørvágur 66 2 Tormanshagi Bø 56 1 Úti í Haga á Bjørgum Vestmanna 53 5 Oknadalur Sandavágur 41 2 Suðurtriðingur - Ytripartur Sørvágur 38 2 Íalt 459 25 Myndin vísir talið av harum ( — ), sum eru skotnar hvønn dagin í veiðutíðini, frá 2. november til 10. desember 2015, og hvussu nógvir túrar eru gjørdir teir einstøku dagarnar (- - - - - ). Úrslitið fyri 2015 (reyðu linjurnar) er samanborið við 2014 (bláu linjurnar) Í talvuni sæst hvussu nógvar harur teir hava skotið í teimum átta hagunum, har teir higartil hava fingið tær flestu harurnar í 2015