Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-15, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2015síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

1 EIN ØRGRYNNA AV MØGULEIKUM SMS-BLAÐIÐ 16. DESEMBER 2015 LÝSINGABLAÐ MIÐLAHÚSIÐ Vælumtóktu gávukortini hjá SMS liggja ivaleyst undir allarflestu jólatrøum í Føroyum jólaaftan. Síðani SMS fyri sjey árum síðani byrjaði at selja gávukort, hevur undirtøkan fyri gávukortunum verið alsamt vaksandi Fleiri og fleiri kort verða seld, og tey verða seld bæði til privatpersónar og til fyritøkur, ið brúka gávukortini sum jólagáva til starvsfólkið. Nógvir møguleikar – Soleiðis sum samfelagið er í dag, so eiga tey ungu í dag næstan alt, og tí er tað rættiliga trupult at keypa teimum gávur. Tá er tað ógvuliga ómakaleyst at keypa eitt gávukort, tí tað letur upp fyri eini rúgvu av møguleikum hjá tí, sum fær kortið, siga tey í SMS. Gávu­kortið kann nevnliga brúkast í øllum handlum í SMS, og tí ber til eitt nú at keypa vanliga húsarhaldsvørur í til dømis Miklagarði, eina ferð hjá Fonn Flog, klæðir í onkrum av klædnahandlunum ella okkurt annað, ið fæst til keyps í SMS. – Eisini ber til at keypa ymiskar upplivingar, tí tú kanst keypa onkra av Dreymagávunum, sum eru nógv ymisk tilboð av upplivingum, siga tey í SMS. Gávukortini hjá SMS kunnu keypast á Marknaðardeildini í SMS.