týsdagur 15. desember 2015síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
LÝSINGABLAÐ FRÁ MIÐLAHÚSINUM 16. DESEMBER 2015
2
SMS - MIÐLAHÚSIÐ TEKST OG LÝSINGAR: TERJI NIELSEN SNIÐ OG UPPSETING: PÆTUR EYÐUNSSON JENSEN / SOSIALURIN
WWW.SMS.FO
Eitt nú hevur serliga jólatilboðið, har man kann
keypa eitt persónligt skeið við navnframa fysiska
venjaranum, Jákup Súna Berg, við stórum
avsláttri, fingið stak góða móttøku.
Skeiðið kostar vanliga 2.200 krónur, men við
at keypa tað sum eitt Dreymagávu-jólatilboð,
kann man fáa tað fyri 1.500 krónur, altso ein
avsláttur á heili 700 krónur.
Eitt annað av nýggjum tilboðunum, sum
kunnu fáast sum ein Dreymagáva, er ein so
nevndur Luksus-morgunmatur. Eisini hesin
møguleikin hevur verið serstakliga væl móttikin,
siga tey hjá SMS, sum selir Dreymagávurnar.
Dreymagávurnar kunnu keypast á Marknaðar
deildini í SMS, sum hevur somu upplatingartíðir
sum handlarnir í SMS. Tað vil siga, at fram móti
jólum er opið hvønn dag til klokkan 20, tó er opið
heilt til klokkan 22 tollaksmessukvøld.
NÝGGJU DREYMAGÁVURNAR VÆL MÓTTIKNAR
TRYGT TIL
HANDILS Í SMS
Tað hevur gingið strúkandi við søluni av Dreymagávum, sum SMS selir, seinastu
tíðina. Ikki minst hava nýggju Dreymagávurnar selt serstakliga væl
Seinastu dagarnar hevur verið sera hált kring alt
landið, men í SMS kann man fara tryggur til handils
Umframt hava møguleikan at koyra inn í par
keringskjallaran og ganga turrskøddur og trygt
inn í SMS at keypa, so ger SMS eisini nógv
fyri, at tað skal vera trygt at ferðast á øllum
parkeringsøkinum kring SMS.
Vaktir eru til arbeiðis 24 tímar um døgnið
í SMS, og ein av uppgávunum hjá hesum er
eitt nú at salta bæði veg og gonguøki kring
sølumiðstøðina. Tískil er tað trygt hjá fólki at fara
til handils í SMS í hesum døgum.