hósdagur 17. desember 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 146
6
BARBARA HOLM
T
að er mikudagur, og tríggir
mans, ein fyrrverandi
kringvarpsstjóri, ein fyrr
verandi sjónvarpsstjóri og
ein fyrrverandi formaður í útvarps-
og sjónvarpsnevndini vitja í Miðla
húsinum, nú teir eru bidnir at siga
sína hugsan um Public Service, um
miðlar og trúvirði og um týdningin
av Kringvarpinum í okkara samfelag
í dag. Tíðirnar eru broyttar, eingin ivi
um tað, síðani hesir tríggir sótu við
borðendan í útvarpinum og sjónvarp
inum.
»Einki var óført fyrr, tá ið eldsálir
nar stóðu handan tíðindaflutningin í
kringvarpinum«, siga teir allir á hvør
sín hátt.
Og spurdir um júst hvussu teir
minnast hesa byrjunartíð hjá før
oyska tjóðarútvarpinum og sjónvarp
inum, leita teir fegnir aftur á gamla
slóð.
– Tað vóru eingi krøv sett miðl
unum fyrr og altíð varð framleitt yvir
evni, tí drívkraftin bæði í útvarpinum
og sjónvarpinum var øgilig, greiður
Jógvan Jespersen frá.
Tann tiltikni pionerandin, sum
teir allir minnast við gleði aftur á,
stýrdi biksini fyrr, men góðskan var
kanska ikki altíð tann allarbesta.
– Eg minnist, at eg gjørdi eitt
innslag til sjónvarpið einaferð, har
eg skuldi lýsa eitt hvørt um arbeiði
á flakavirki. Eg gjørdi eitt 6 minuttir
langt innslag við myndum av akkurát,
hvussu fiskurin ferðast frá A til B á
flakavirkinum. Tað hevði avgjørt ikki
hent í dag, sigur Árni Gregersen.
– Júst so. Tað var nýtt og spenn
andi, og bara tað at síggja myndir úr
Føroyum í sjónvarpinum var nakað
heilt serligt. Man var tó kanska ikki
altíð greiður yvir hvat gott sjónvarp
var, leggur Hans aftrat.
– Tað er ótrúligt at síggja tøkniligu
møguleikarnir í dag. Fyrr var ein far
telefon á stødd við eitt hálvt kuffert,
og upptøkuútgerðin vigaði kanska
80 kilo. Í dag er alt bara lítil tól, sum
passa í ein jakkalumma, sigur Jógvan
Jespersen.
Í dag er nevniliga øðrvísi – ikki
bara á tí tøkniliga frontinum, men
eisini tá ið umræður vitanina um
fakið, krøvini til tilfarið, sum verður
framleitt, og eirindaleysa kappingina
millum tøkniligu frambrotini og
stóru miðlarnar.
Teir tríggir flyta seg frá minnunum
um eina farna tíð, og tríva í tey meira
aktuellu viðurskiftini, sum dagsins
Kringvarp ferðast í.
Insinuera uttan prógv
Seinastu árini hava verið nakrar
heldur øðrvísi sendingar í sjónvarp
inum enn tað, vit eru von at síggja.
Eitt nú sendingarnar um tollmálið,
sendingarnar um fiskivinnuna og
sendingarnar um CIP málið.
Og fyrst av øllum er tað at siga, at
hetta er kærkomið.
– Tað er týðiligt, at Kringvarpið
royndir at fara meira í dýpdina við
ávísum málum, og tað er at fegnast
um, sigur Hans Jørgensen.
Við slíkum sendingum fylgir tó
tann fortreyt, at nýtir tú nógva orku
upp á eitt mál, so eru mong onnur,
sum ikki fáa nóg nógva viðgerð.
– Tað er eyðsæð, at tað altíð er av
markað, hvat ein public service stovn
ur í Føroyum kann gera. Og tá tú gert
eina sending um til dømis tollmálið,
so eru fleiri onnur viðurskifti, sum
tú forsømir. Og spurningurin er tí,
hvussu væl eydnað tað er, at summi
mál fylla so nógv, sigur Jógvan
Jespersen.
Hann vísir á, at í gomlum døgum
varð roynt at koma so nógv runt sum
gjørligt.
– Vit høvdu nakrar fastar rað
festingar, sum til dømis orðaskifti,
aktuelt, barnasendingar og mentan,
men vit royndu eisini at hava ein lista
yvir, hvat vit skuldu kanna, um enn
alt ikki varð gjørt sama ár, sigur hann.
Kringvarpið ov
lítið sjálvkritiskt
Taka vit so eitt dømi, sum elvdi til
rættarmál og mikið alment kjak – toll
málið – ja, so er eru menninir samdir
um, at Kringvarpið er ov lítið sjálv
kritiskt.
– Eg minnist í ein av sendingunum
um fiskivinnuna, at tað varð sagt,
at sonurin hjá Jacob Vestergaard
sigldi við Finni Fríða – uttan nakað
grundarlag fyri at vísa á, at hetta
hevði nakað sum helst við korruptión
ella við landsstýrismannin at gera,
sigur Jógvan Jespersen.
– Mangan tykist sum, at tað, sum
vit onnur slatra um við eitt borð,
verður borðreitt við sum tíðindi uttan
nakað belegg. Í veruleikanum er tað
slatur, leggur Árni Gregersen aftrat.
– Og í somu sending segði ein
búskaparfrøðingur, at fiskivinnan
er innballað í korruptión, og aftur
insinuerar Kringvarpið okkurt, sum
tey ikki prógvaðu, sigur Jógvan
Jespersen.
– Eitt annað dømi úr somu sending
vóru upptøkurnar. Summir av per
sónunum vóru filmaðir í myrkri, og
alt skuldi byggja uppundir, at teir
gjørdu okkurt skeivt, sigur Árni, og
Jógvan leggur aftrat.
– Og Vestergaard var filmaður
soleiðis at hyggjarin skuldi fáa eina
negativa fatan av honum, og tað gav
eina fatan av, at hann var korruptur
ella at illgruni var um hansara
reiðiligheit. Listafólk vóru glað fyri,
at nú var filmslist aftur í sending
unum, men Kringvarpið skapti eina
ósympatiska mynd av manninum
bert við myndunum, og tað er ikki
rætt, sigur hann.
– Hatta er ein trupulleiki í Kring
varpinum og í øðrum public service
stovnum við. At sendingarnar til tíðir
eru á eggini til at vera ov tendensiøsar.
SAMRØÐA
TRÚVIRÐIÐ
ER OV VEIKT
Fyrrverandi oddamenn í Kringvarpinum
Eg haldi, at teir
skuldu havt loyst
tær avbjóðingar,
sum sjónvarpið
hevði, tí man
hevði ongantíð
tikið støðu til,
hvat endamálið
við sjónvarpinum
var«
Jógvan Jespersen
Kringvarpið hevur einki annað at selja enn sítt trúvirði. Og tá
ið avleiðingar ikki verða tiknar eftir ein dóm í Føroya Rætti, so
er man ov lítið tilvitaður um týdningin av sínum trúvirði. Tað
halda Jógvan Jespersen, Hans Jørgensen og Árni Gregersen,
sum allir tríggir hava staðið í oddinum í Kringvarpinum
SAVNSMYND