Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2015síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 146 7 Filmslist hoyrir ikki heima í slíkum sendingum, sigur Hans Jørgensen. Teir tríggir ivast tó í, um hesi viðurskifti hava skatt trúvirðið hjá Kringvarpinum. Ein nýggjur máti­ stokkur nú er at finna í Facebook, og har vera metingar og ummæli av øllum slag send út eftir allar send­ ingar, men spurningurin er, hvat tað umboðar í veruleikanum. – Tað veldst eisini um, hvørjum umhvørvi tú ferðast í, men eg vildi mett tað, at trúvirði hjá Kring­varp­ inum hevur tað verri í dag enn tað hevur havt, sigur Árni Gregersen, og hinir taka undir við niðurstøðuni og venda aftur til tollmálið. – Tá tingið ikki samtykti upp­ skotið um misálit, og løgmaður ikki fann orsøk til at koyra Jørgen Niclasen úr starvi, so undrar tað meg, at Kring­varpið helt fram við at dyrka málið. Tað tóktist mest sum, at einasta enda­málið fyri at halda fram var at vita, um tað bar til at fáa Jørgen Niclasen frá. Hevði eg bestemmað tá, hevði eg steðga aftan á tað, sigur Jógvan Jespersen. Áttu at tikið avleið­ ingarnar av dóminum At ein miðil verður kærdur og drigin í rættin er fyri so vítt ikki eitt veik­ leikatekin. Kanska heldur tvørtur­ ímóti. – Grundleggjandi haldi eg, at tað er ein vánaligur miðil, sum ongan­ tíð endar í rættinum, sigur Árni Gregersen. Og Hans Jørgensen tekur undir við honum. – Tað ger als einki, um eitt hvørt endar í rættinum. Tað sær man mangan henda uttanlands og merkir bara, at miðilin hevur nortið við okk­ urt eldfimt evni, sigur hann. – Føroyingar hava ikki siðvenju fyri at leita sær hjálp rættarliga vegin, men tað er als einki galið við tí. Í mál­ inum um tollsendingarnar kann ein tó ivast í, um tað var rætt at føra seg so­leiðis fram, sum Kringvarpið gjørdi, og enda í rættinum orsaka av tí, sigur Árni Gregersen. Men um ein miðil endar í rætt­ inum, so eigur redaktiónin at vera púra tilvitað um orsøkina. – Um ein miðil endar í rættinum, so skal hann vera tilvitaður um, at tað kann henda, og so velja at koyra eitt mál kortini. Í hesum førinum tykist tað mest sum, at Kringvarpið endaði í rættinum orsaka av býttum fót­feil­ um, sigur Árni Gregersen. – Tú kanst eisini siga tað, at mangan spyrja journalistar valdspersónar, um teir taka avleiðingarnar av sínum mistøkum. Og tað haldi eg, at tey fólkini í Kringvarpinum, sum vóru uppí­blandað rættarmálið, áttu at hava gjørt, sigur Jógvan Jespersen. Hóast øll vóru fríkend í Lands­ rættinum, so hevur trúvirðið hjá Kring­varpinum fingið eitt skot fyri bógvin, tí viðkomandi journalistar ikki tóku avleiðingarnar av dóminum í Føroya Rætti. – Tey áttu at verið frítikin sítt starv, meðan málið koyrdi. Eingin ivi um tað. Tí hvussu skulu tey fólkini, sum vóru dømd í Føroya Rætti spyrja onnur, um tey taka avleiðingarnar, sigur Jógvan Jespersen og leggur aftrat, at høvdu tey lagt frá sær inntil Lands­rætturin hevði talað, so hevði teirra trúvirðið verið ógvuliga stórt. Ein avleiðing av rættarmálinum er, at tað tykist vera nærum gerandis­ kostur, at politikarar úr ávísum flokk­ um eru niðrandi mótivegis Kring­ varp­inum og tess trúvirði. – Tað hevur ikki altíð verið sum tað er í dag, at politikarar púra alment kritisera Kringvarpið, sigur Árni Gregersen og hesum eru hinir báðir samdir í. Og tá Kringvarpið í fleiri umførum insinuerar ymiskar samanhangir, sum tey tó ikki prógvað – ja, so er einki at siga til, at tað alment verður í lagi at finnast at trúvirðinum hjá Kring­varpinum. Er ov eintáttað Í 2004 vórðu útvarpið og sjónvarpið løgd saman í tað, vit í dag kenna sum Kringvarp Føroya. Áður vóru tað tveir ymiskir stovnar, tvær ym­isk­ar redaktiónir og sostatt tveir miðlar, sum kappaðust móti hvørjum øðrum. Síðani samanleggingina hevur kjak um hesa avgerð mangan verið havt á loftið, tí enn eru mong bæði fyri og ímóti samanleggingini. Men hendan dagin við fundarborðið í Miðla­hús­ inum eru ikki fleiri meiningar. Framhald á næstu síðu Jógvan Jespersen, Árni Gregersen og Hans Jørgensen hava staðið í oddinum í Kringvarpinum. »Eg haldi tó, at Kringvarpið hevur lært fólk at lurta og hyggja kritiskt eftir tí tilfari, sum verður framleitt. Vit trúgva ikki øllum, vit hoyra, tað skal grund­gevast fyri tí. Og sum heild meini eg, at fólk lurta og hyggja nógv eftir tí føroyska tilfarinum í báðum miðlunum« Hans Jørgensen MYND: ÁLVUR HARALDSEN