Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 146 8 SAMRØÐA »Mín hugsan er, at tá ið tað bert er ein stovnur og ein tíðindadeild, sum tekur støðu til innihaldið bæði í útvarpinum og sjónvarpinum, ja so verða kampagnurnar so sera umfatandi« Árni Gregersen MYND: ÁLVUR HARALDSEN At leggja útvarpið og sjónvarpið saman var eitt stórt mistak, halda teir tríggir Árni, Hans og Jógvan. – Mín hugsan er, at tá ið tað bert er ein stovnur og ein tíðindadeild, sum tekur støðu til innihaldið bæði í útvarpinum og sjónvarpinum, ja so verða kampagnurnar so sera um­fat­ andi, sigur Árni Gregersen, og hini taka undir við hesum. – Tað er eingin ivi um, at tíðinda­ deildirnar skuldu verið koyrdar sundur aftur og tað aktuella tilfarið í út­varpinum og sjónvarpinum skuldi verið meira fjølbroytt, heldur Hans. – Eg haldi, at teir skuldu havt loyst tær avbjóðingar, sum sjónvarpið hevði, tí man hevði ongantíð tikið støðu til, hvat endamálið við sjón­varp­ inum var. Men ístaðin fyri at loysa trupulleikarnar í sjónvarpinum, so vóru stovnarnir heldur lagdir saman. Og tað hevur so ikki gagnað hvørki út­varpinum ella sjónvarpinum, held­ ur Jógvan Jespersen. – Eg haldi tó, at Kringvarpið hevur lært fólk at lurta og hyggja kritiskt eftir tí tilfari, sum verður framleitt. Vit trúgva ikki øllum, vit hoyra, tað skal grundgevast fyri tí. Og sum heild meini eg, at fólk lurta og hyggja nógv eftir tí føroyska tilfarinum í báðum miðl­unum, sigur Hans Jørgensen. – Eg minnist Finnbogi Ísakson, sáli, segði onkuntíð, at journalistar blivu meira og meira fokuseraðir uppá, hvat teir sjálvir hildu. At teirra hugsan lá til grund fyri teimum tíð­ ind­um, sum vórðu borðreidd fyri fólk­inum. Og tað meini eg næstan vit kunnu siga nú – at Kringvarpið til dømis er fyri uppboðssølu, sigur Jógvan Jepsersen. Og júst soleiðis hevur tað altíð verið – at Kringvarpið eins og aðrir miðlar er merkt av teimum persón­ unum, sum mynda stovnin úteftir. – Hvussu tíðindaflutningurin er, veldst altíð nógv um, hvørjir journa­ list­arnir eru og hvussu nógv teir brenna fyri fakinum, sigur Hans Jørgensen. – Tað vil altíð vera so, at miðlar eru bundnir at teimum persónunum, sum starvast har. Í Føroyum ávirkar hvør einstakur journalistur tó pro­ sent­víst meira enn í øðrum public ser­vice stovnum uttanlands, við fleiri fólk­um, sigur Jógvan Jespersen. – Eg haldi tó ikki, at tað hevði bilað, um tað vóru fleiri ymisk fólk á tíðinda­deildini í Kringvarpinum, legg­ur Hans aftrat. – Aðrastaðni er tað so, at tú setir skema upp fyri, hvussu innihaldið skal vera í miðlinum, og so fyllir tú fólk inn alt eftir tørvi. Í Føroyum mást tú hyggja eftir, hvørji fólk tú hevur og síðani mynda tilfarið eftir tí. Tað vil so vera, sigur Jógvan Jespersen. Tey tíðindi, sum vit fáa borðreitt frá Kringvarpinum í dag, vera øll vigað, mett og útvald á einu og somu redaktión, av einum og sama redaktións­leiðara. Áðrenn saman­ leggingina vóru tað hóast alt tvær redaktiónir og tveir redaktións­leið­ arar, sum valdu, vinklaðu og mettu um ymisku hendingarnar. – Tað var ein sunn og góð kapping millum útvarpið og sjónvarpið, men í dag er tað mangan sera líka, sum kem­ur frá báðum miðlunum, sigur Hans Jørgensen. – Tá tú fært ein miðil, sum sam­ stundis er so nógv sterkari enn hinir miðlarnir, og tað bert er ein meting av, hvat skal viðgerast og ikki, ja so er tað ikki nóg gott, sigur Jógvan Jespersen. Og tá Kringvarpið síðani fer í gongd við eitt evni, ja so verður alt annað sópað av borðinum, tí øll orka legst í tað. Teir tríggir eru á einum máli um, at tað er ein stórur missur, at Kring­varpið ikki hevur tvær óheftar redaktiónir, heldur enn eina. Men um tað ber til at venda aftur, vita teir ikki. Teir eru tó sannførdir um, at ein sundurskiljing av útvarpinum og sjónvarpinum hevði vakt lív aftur í gamla kappingarandan. Eingin ivi er um hendan dagin í Miðlahúsinum, at teir tríggir halda Kring­varpið hevur ómetaliga stóran sam­felagsligan týdning, og tí er sera um­ráðandi, at stovnurin leggur seg í selarnar fyri at hava so sterkt trú­ virði sum møguligt, og samstundis tryggja, at allir borgarar hava álit á Kring­varpinum og tess óheftni. BARBARA@SOSIALURIN.FO Árni Gregersen byrjaði í útvarpinum í 1976 og arbeiddi tá í tvey ár á stovninum. Síðani var hann aftur í útvarpinum í 1983 - 1984, og síðani fór hann í sjónvarpið í 1995, har hann bæði var starvsfólk, programleiðari og sjónvarpssjóri. Jógvan Jespersen byrjaði í útvarpinum í 1977 í eitt tíðarskeið, og í 1988 gjørdist hann programleiðari. Í 1990 varð hann útvarpsstjóri, og gjørdist stjóri fyri samanlagda stovnin Kringvarp Føroya í 2004 til hann gavst í 2008. Hans Jørgensen varð valdur í nevndina fyri sjónvarpið í 1983, og hann var skiftandi nevndarlimur og formaður í bæði sjónvarps og útvarpsnevndini fram til nevndin varð avtikið í 2004. Nógvir sjónvarpsstjórar Síðani Aksel Tórgarð fyrstu ferð beyð lurtarunum góðan dag á Bryggjubakka 6. februar í 1957, hava bert verið fýra útvarpsstjórar. Men meðan útvarpsstjórarnir hava verið meiri støðugir, hevur verið øðrvísi í sjónvarpinum. Jógvan Asbjørn Skaale var sjónvarpsstjóri til 1993, tá Árni Gregersen tók við. Í 1995 gjørdist Tróndur Djurhuus sjónvarpsstjóri. Hann sat til september 2000, tá táverandi útvarpsstjórin, Jógvan Jespersen, eisini varð biðin um at taka við leiðsluni í sjónvarpinum fyribils. Mikkjal Helmsdal gjørdist sjónvarpsstjóri í august 2001, men hann legði frá sær trý ár seinni, tá politiska leiðslan hevði gjørt av at leggja Útvarpið og Sjónvarpið saman í ein stovn – Kringvarp Føroya. Tá varð samstundis avgjørt, at útvarpsstjórin skuldi verða stjóri í samanlagda stovninum frá 1. januar 2005. Jógvan Jespersen legði frá sær sum kringvarpsstjóri 1. apríl 2008 og tá tók eisini fyrsti kvinnuligi stjórin, Annika Mittún Jacobsen, við á stovninum. Verandi kringvarpsstjórin, Dia Midjord, byrjaði í starvinum 1. august 2012. Útvarpið stovnað í 1957 Útvarp Føroya byrjaði sínar sendingar 6. februar 1957. Løgtingið hevði í 1956 samtykt at stovna eitt alment útvarp í Føroyum. Axel Tórgarð, prestur, varð settur sum útvarpsstjóri. Starvsfólk hjá honum skuldu verða Hjørdis Thomsen úr Nólsoy sum programmfólk og Jóan Petur Meitilberg úr Havn sum tøknikari. Tá sendingarnar byrjaðu, vóru bara Axel og Hjørdis komin í starv, tí Jóan Petur var blivin sjúkur, og hann doyði stutt eftir. Í hansara stað fekk útvarpið sær skjótt nøkur hjálparfólk. Ein teirra var studenturin og bankamaðurin Niels Juel Arge, sum heilt tíðliga í tíðini hjá útvarpinum gjørdi vart við seg sum upplesari, og ein annar var Elias Johansen, Lias í Rættará, sum fyrr hevði verið blaðstjóri. Niels Juel Arge varð settur í fast starv longu í mai 1957, og eina tíð hevði útvarpið avtalu við Lias um, at hann skuldi lata tíðindi fyri ávíst krónutal fyrrapart og seinnapart. Seinni varð eisini hann settur í fast starv sum tíðindamaður. Senditíðin var stutt. Sent varð ein hálvan tíma á miðdegi og millum hálvan og heilan tíma um kvøldið. Høvuðsinnihaldið vóru tíðindi, veðurtíðindi og nakrar talu- og tónleikasendingar. Lurtaraprosentið var ógvuliga høgt. Lurtað var eftir hvørjum orði, sum sagt varð í útvarpinum, og fólk skiftu nógv orð um tað, sum bleiv sagt, og ikki minni um, hvussu tað varð sagt. Fólk kliktu eisini hendan nýggja føroyska miðil, men blaðið 14. September umskrivaði eitt herróp hjá fuglavininum Sverra Patursson og segði: “Latið smáfuglar, heiðafuglar – og útvarpið – hava frið!”. Útvarpið og sjónvarpið verða Kringvarpið Tá Sjónvarp Føroya varð sett á stovn í 1983, var umráðandi hjá politikarunum, at útvarpið og sjónvarpið vóru hvør sín stovnur. Sum fráleið broyttist hugsanin, og 1. januar 2005 vórðu Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya løgd saman í ein stovn, nevndur Kringvarp Føroya. kelda: kvf.fo FAKTA