fríggjadagur 13. august 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 152 - 13. august 2004
15
Hjálparfólk
til barnagarðin í Nes kommunu
Til barnagarðin søkja vit eftir:
einum hjálparfólki 40 tímar um vikuna at byrja
1. oktober 2004.
Á stovuni eru 23 børn.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda-
gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Byrjanarstig 1.
Vit vænta at umsøkjarin:
• Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og
tryggan dag saman við børnunum
• Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd
• Dugir at seta seg inn í støðuna hjá tí einstaka
barninum
• Er við til at menna tað pedagogiska arbeiðið
Meiri fæst at vita
um størvini við at venda sær til Ingrid Hansen
leiðara tlf. 448760.
Umsóknir saman við møguligum viðmælum skulu
vera Nes Kommunu í hendi í seinasta lagi 28.
august 2004 kl. 12.00.
Nes kommuna
Felagsskúlin á
Oyrarbakka
Í tíðaravmarkað fulltíðarstarv skúlaárið 2004/05
verður søkt eftir lærara,sum kann undirvísa í stødd-
frøði, alisfrøði, evnafrøði og kunningartøkni í fram-
haldsdeildini.
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og fíggjarmálaráðið.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast frá skúlastjóranum á
tlf. 422084, 423098 ella 229885.
Umsóknir saman við ljósriti av prógvi og møgu-
ligum viðmælum skulu vera Felagsskúlanum í
hendi í seinasta lagi mánadagin 16. august 2004.
Skúlastýrið fyri
Felagsskúlan á Oyrarbakka
v/ Hans Erland í Brekkunum
400 Oyrarbakki
lýsir eftir sjúkra-
røktarfrøðingi í
deildarleiðarastarv
Frá 1. oktober 2004 er deildarleiðarastarvið á
Handarustovu leyst at søkja.
Handarastova er eindin hjá okkum sum hýsir teimum
sum hava demenssjúkur, tískil skal umsøkjarin hava
serkunnleika til/og áhuga fyri hesari sergrein og
kenna til meginreglarnar í demensumsorgan.
Førleikakrøv annars eru:útbúgving sum sjúkrarøktar-
frøðingur við leiðsluroyndum og góðum samstarvs-
evnum.
Starvið er fulltíðarstarv og lønt sambært sáttmála
ímillum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir sjúkra-
røktarfrøðingar.
Meira fæst at vita um starvið við at ringja á tlf.316788.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi v.m. skal sendast
til
Leiðaran á Lágargarði
Stoffalág 84
Box 1188
110 Tórshavn
Umsóknarfreist 30.8.04.
Røktar- og umlættingarheimið
www.sosialurin.fo
-tað
loysir seg
15
14
Nr. 152 - 13. august 2004
Góða summarveðrið,
við hita sum í útlond-
unum, hevur veruliga
fingið føroyingar um
alt landið at sleppa
stranga tamarhald-
inum í nakrar dagar. Í
Klaksvík hildu handl-
arnir siesta, í Sandá-
gerði fór ein plátu-
vendari til arbeiðis
við miksipulti og
hátalarum í nátt-
klubbastødd og
Leynasandur minti
allarmest um Costa
Del Sol, við hálvnakn-
um fólki um tað heila.
Eyðun Joensen, sálar-
frøðingur, sigur, at
sólarljósið er ein
ókeypis sálarviðgerð,
sum vit absolut eiga
at njóta
SUMMARVEÐRIÐ
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Eyðun Joensen, sálarfrøð-
ingur, ivast ikki eina løtu, tá
hann verður spurdur um
sólin hevur sálarliga ávirk-
an. – Bæði fakliga og per-
sónliga trúgvi eg uppá, sól-
arljósið hevur góða sálar-
liga ávirkan. Nýggjar kann-
ingar hava eisini prógvað,
at sólarljósið hevur júst
somu biokemisku ávirkan á
heilan, sum hesin nýggi
heilivágurin ímóti tung-
lyndi. So ein dagur í sólini
ávirkar teg á sama hátt, sum
um tú skuldi tikið eydnu-
bollar, greiðir Eyðun Joen-
sen frá.
Ljósviðgerðir
Ì nøkur ár hevur verið
møguleiki at fáa ljósvið-
gerð úti á Landssjúkrahús-
inum, og tað við góðum
úrslitum. Eyðun sigur, at
tað eru nógv, ið hava tikið
av tilboðnum um ljósvið-
gerðina. – Sólin hevur so
ótrúliga nógvar ymiskar
ljósbylgjur. Ljósviðgerðin
inniheldur bert tær strálurn-
ar, sum virka uppá sinnið.
T.v.s., at tú verður ikki
brúnur av viðgerðini, tí tær
strálurnar eru sáldaðar frá,
sigur Eyðun.
Hann sigur, at tað ikki er
nóg mikið at leggja seg
undir eina háfjallsól, tí har
fært tú bert tær strálurnar
sum brúnka, ikki tær, sum
virka ímóti tunglyndi. – Nú
er hendan viðgerðarlampan
blivin so bílig. Eg haldi, at
hon kostar undir 3000 kr
nú, so tað eru fleiri, sum
hava keypt sær eina at hava
heima við hús. Tey hava
gingið til viðgerðar á
sjúkrahúsinum áður, og at
tey fara og keypa sær eina
lampu sjálvi, man vera tí at
hon virkar, heldur Eyðun.
Hann sigur, at tað eisini eru
arbeiðspláss, ið hava keypt
sær tílíkar lampur at hava
standandi á skrivaraborð-
inum, fyri at halda tung-
lyndi burtur frá arbeiðs-
fólkinum.
Battaríið má løðast
Eyðun greiðir frá sínum
ástøði, sum sigur, at menn-
iskjasinnið er sum ein
akkumolatorur. – Eg trúgvi,
at fyri alla orku sum fer út,
mugu vit løða uppaftur. Og
tað er júst tað, vit gera um
summarið, tá sólin skínur.
Tá súgva vit til okkara, so-
leiðis, at vit kunnu løða
uppaftur. Um veturin fáa
vit lítið og einki av sólar-
ljósið, men vit kunnu sakt-
ans klára okkum leingi við
tí, sum vit fáa um summ-
arið, sigur hann.
Hann leggur tó dent á, at
um vit síggja summarsólina
sum eina sálarviðgerð, er
tað týdningarmikið at hava
viðlíkahaldsviðgerðir um
heystið og veturin. – Tað er
sera týdningarmikið, at fara
útum og njóta løturnar við
sól um heystið og veturin
eisini. Eg merki tað væl á
mínum egna kroppi, at tá
sólin kemur fram um heyst-
ið og veturin, tá dregur tað í
meg. Eg má út. Tað er sum
um organisman veit, hvat
henni tystir eftir.
Hóast sólin ikki er so heit
um veturin sum um summ-
arið, so er tað ofta nógv
klárari og kraftigari ljós.
Um veturin, tá kavi er ella
um vit fara út á fjørðin
ímeðan sólin sær, so fáa vit
júst somu viðgerð sum um
summarið. Tá eru ikki so
nógvar av teimum strálun-
um, ið brúnka okkum, men
ljósið er fult av strálum, ið
virka positivt uppá sinnið,
sigur Eyðun. – Tað vildi
verið óalmindiliga synd,
ikki at tikið ímóti hesi
ókeypis
sálarviðgerðini,
heldur hann.
Negativar fylgjur
– Eg merki heilt avgjørt
væl, at sólin ávirkar fólk
tann positiva vegin. Men eg
merki eisini tað øvugta, um
sólin ikki sæst. Her í suður-
streymi hevur verið nógvur
mjørki í summar. Tað hava
ikki verið nógvir sólskins-
dagar fyrr enn nú. Og eg
merki tað væl, at mjørkin
eisini ávirkar fólk. Hann
ávirkar bara tann negativa
vegin. Ikki so, at vit hava
fleiri
innleggingar
við
sálarsjúkum og tunglyntum
fólki, men man merkir tað í
dagligdegnum,
sigur
Eyðun. Hann heldur, at alt
verður
so
óalmindiliga
tungt, tá ið sólin ikki sæst
fleiri dagar á rað. – Fólk
suffa og puffa og grenja, og
tey nýta nógva tíð og orku
at práta um ringa veðrið.
Tað tykist sum um, at alt
verður trupult og tungt. Tað
er sama skili um veturin og
várið, tá battaríini eru um at
vera uppi, sigur Eyðun.
– Onkur heldur, at allir
føroyingar áttu at fingið ein
ókeypis
ferðaseðil
frá
landsins leiðslu, so vit
kundu farið suðureftir eina
viku tíðliga um várið. Og
hugskotið er slett ikki so
býtt. Ein vika við sól, tá í
januar,
februar
mánað,
gagnast ofta nógv betur enn
ein sól-feria um summarið.
Eftir at jólini eru farin, er
nevniliga ógvuliga lítið
eftir av tí orku, sum fólk
løddu sær upp um summar-
ið. Tí er ein sólferia um
várið eitt sera gott hugskot
og hon hjálpir væl ímóti
tunglyndi. Flestu føroying-
ar hóra nevniliga akkurát
ígjøgnum veturin, um teir
ikki fara út og njóta hvørja
góða løtu sum er, um heyst-
ið og veturin. Men tað vísir
seg, at tá ið tað byrjar at
gerast ljóst aftur, er slopp-
ið.
Eyðun nevnir tó eisini, at
hetta deiliga summarveðr-
ið, við bakandi sól, ikki
bert hevur somu góðu
ávirkan uppá øll. – Eg havi
verið til arbeiðis á sjúkra-
húsinum hesar dagarnar,
meðan sólin hevur bakað.
Eg havi sitið inni á eini
skrivstovu og tað hevur
verið forferdiligt. Tá eg
havi fingið frí, havi eg
skundað mær alt sum eg
havi kunnað til hús, og so
skjótt eg sleppi út í sólina,
er lagið gott aftur, sigur
hann. Og hatta man vera
nakað, tey flestu munnu
kenna aftur.
Hug til ástarleik
Eyðun sigur, at onkrar
kanningar vísa, at sól og
summar ikki einans hjálpa
uppá góða lagið. Tað hjálp-
ir nevniliga eisini uppá
gessin. – Fólk hava heilt
einfalt nógv betur hug á
hvørjum øðrum um summ-
arið, tá sólin er nógv, stað-
festir hann.
Hann veit ikki at siga, um
tað er tí, at tunglyndi
hvørvur og sinnið gerst
glatt og lætt, at fólk fara at
síggja hvønn annan við
slíkum eygum. – Kanska
tey hava meiri orku um
summarið at hugsa í hasum
banunum, sigur Eyðun. Ein
orsøk kann tó vera, at um
summarið, tá veðrið er gott,
ganga fólk flest ógvuliga
lítið ílatin. Og á strondun-
um eru fólk at kalla nakin.
– Tað kann jú væl hugsast,
at tað hevur eina stóra
ávirkan, at fólk ganga hálv-
nakin og mala. Sjónarsans-
urin, sum er ein stórur part-
ur av processini, fær jú væl
meiri at arbeiða við, og tað
kann seta ferð á hormonirn-
ar og ástarhugin. Um vetur-
in, eru fólk tyngri í sinnin-
um og tá ganga øll eisini
væl knappað inn í stórar
ulpur. Tá er kanska ikki so
nógv at fáa hug á, heldur
Eyðun Joensen at enda.
Og so fáa vit at síggja um
henda góða vikan við sól
og summarið, fer at geva
úrslit fyrst í mei 2005.
Takið við ókeypis viðgerðini
C
M
Y
K
14