hósdagur 17. desember 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 146
12
TEMA Øðrvísi jól
JÓL Á BARNA
Búð á Barnaheiminum í trý ár
– Eg fari heim í nakrar dagar, men eg veit ikki hvussu leingi
eg orki tað. Um eg ikki orki meir, so ringi eg bara eftir starvs
fólkunum á Barnaheiminum og so koma tey eftir mær, sigur
18 ára gamla kvinnan, sum hevur valt at vera dulnevnd í
hesari greinini. Hon býr á Barnaheiminum á triðja árinum
EG FARI HEIM
Á JÓLUM
BARBARA HOLM
T
að er hósmorgun í húsum
hjá Barnaheiminum í
Havn. Inni er fjálgt og
hugnaligt, og at síggja til
er heimið júst sum eini vanlig sethús
og eitt vanligt heim við fleiri børnum.
Men hetta er ikki eitt vanligt heim.
Hetta er eitt Barnaheim fyri børn,
sum ikki kunnu búgva heima hjá
familjuni av ymiskum orsøkum.
Við borðið sita Nancy Rasmussen,
sjúkrarøktarfrøðingur og 18 ára gamla
kvinnan, sum búleikast á stovninum.
Vit kalla hana framyvir Lisa.
»Nú er omma her« sigur Lisa, tá ið
Jóna Højgaard, námsfrøðingur kem
ur inn fyri at luttaka í prátinum.
»Omma?« spyrji eg, og hugsi um
hendan ungan kvinnan er í familju
við námsfrøðingin.
– Stranga og fitta omman, sigur
Lisa flennandi, og greiður frá, at
ymisku starvsfólkini á Barnaheim
inum fáa ymisk heiti frá børnunum,
sum búgva hjá teimum.
– Vit eru sum foreldrini hjá teim
um. Ikki verulig foreldur, men pro
fessionel foreldur, um eg so má siga,
greiður Nancy frá, og tær grína eftir
»stakkals« børnunum, sum hava átta
mammur um seg ein góðan dag.
Tað er eingin ivi um, at tryggleikin
her á heiminum er í hásæti. Lisa
kennir seg væl og kennir seg trygga.
Og tað er her á heiminum, at hon
hevur lært at hava tamarhald á sín
um kenslum, sum onkuntíð hava
verið nakað strævnar, at hava við at
gera.
Tað byrjaði tá Lisa var 15 ár.
Mundi tveitt ein stól
í høvdið á babba
Lisa og pápi hennara høvdu torført
við at samstarva og mangan gingu
bylgjurnar høgt heima hjá teimum.
Ein dagin, tá ið Lisa var 15 ár, gjørdist
ovboðið. Lisa og pápin fóru at táttast,
og Lisa misti tamarhald á kenslunum.
Hon rýmdi heimanífrá.
– Eg varð heintað av barnaverdini,
sum koyrdu meg til ommu. Men eg
vildi ikki heim aftur til foreldrini, so
dagin eftir kom barnaverdin eftir
mær aftur, og eg fór at búgva á barna
heiminum, greiður Lisa frá.
Í byrjanini var tað fínar greiðir at
búgva á barnaheiminum.
– Eg elskaði tað í byrjanini. Eg
treivst væl og var sera glað fyri at
vera her, sigur Lisa.
Men nakrar mánaðir eftir, at hon
flutti inn á barnaheimið, gjørdist lívið
nakað tung. Har var ein drongur, sum
Lisa ikki dugdi at samstarva við, og
tey bæði fóru til hendurs.
– Eg minnist tað sum, at øðin
fylti meg. Løgreglan kom uppí, og eg
fekk hjálp frá psykiatriska deplinum
eisini, sigur Lisa.
Tá var umrøtt, at Lisa skuldi fara
til Danmarkar á ein serligan stovn
har.
– Eg fór í kolkjallaran, tá ið tey
søgdu tað. Eg vildi ikki úr Føroyum,
og eg haldi, eg byrjaði at fáa tað betur
tá, greiður Lisa frá.
Hon hevði eitt tíðarskeið, har lívið
varð ov trupult at bera.
– Eg vildi ikki liva, og eg var so kedd
av, at eg einki føldi. Eg var kensluleys,
sigur Lisa, og Jóna minnist aftur á.
– Tað var tað Lisa segði hvønn dag.
Hvussu kedd hon var um, at ongar
kenslur hava. Vit ansaðu eftir henni
24 tímar um samdøgrið, tí hon vildi
taka lívið av sær, sigur Jóna.
Lisa fekk staðfest tunglyndi og
fekk heilivág fyri tað.
– Tað var fantastiskt. Eg fekk
kenslur aftur og kláraði at blíva glað,
sigur Lisa, og staðfestir, at tablettin
fyri tunglyndi er ein tablett, sum hon
so ongantíð vil vera fyri uttan.
Ongantíð uppliva
neiligar viðmerkingar
Tað eru nógvir fordómar knýttir at
Barnaheiminum og Barnaverndini
– eingin ivi um tað. Og tað er ein av
orsøkunum til, at vit sleppa innum
heimið hendan myrka dagin í
desember. Tey vilja sleppa burturfrá
fordómunum.
– Tá ið foreldur hoyra, at Barna
verndin er blandað uppí, so kendu tey
tað sum eitt øgiligt niðurlag. Sum tey
vóru ræðulig foreldur. Men tað kann
vera ein stór hjálp tí so fáa foreldrini
nøkur amboð til at fáa samstarvið
heima við hús at rigga betur, og til
dømis at skilja barnið betur, greiður
Jóna frá.
Lisa hevur tó ongantíð merkt, at
børn kring hana hava verið fordóms
full.
Tá ið Lisa fór á barnaheimið, gekk
hon í 9. flokki. Hon luttók ikki í undir
vísingini tað árið, men fór kortini til
próvtøkurnar.
– Og tá spurdu tey meg um hvar
eg hevði verið og hvussu tað var á
barnaheiminum. Men eg greiddi frá
og tey skiltu tað væl, sigur Lisa.
Fyri hana hevur Barnaheimið og
starvsfólkini har verið ein ómetaliga
stór hjálp.
– Eg havi lært at stýra mínum
kenslum, og at ikki fara í tað reyða
feltið, hóast eg blívi ill, sigur Lisa.
Í dag eru hon og pápin ógvuliga
væl. Tey duga betri at tosa saman, og
Lisa hevur lært at ikki lata øðina fara
avstað við sær.
– Onkuntíð hendir tað tó enn, men
eg dugi betur og betur at liva við tí,
sigur Lisa.
Lisa elskar jólini og hevur havt
eina hugnaliga og góða tíð. Fyri hana
er desember ikki ein keðiligur mán
aður. Og hon gleðir seg at fara heim
til foreldrini nakrar dagar at halda jól.
GG! Lisa er eitt dulnevni
Kvinnan ynskir at vera dulnevnd,
men Sosialurin kennir hennara
samleika.
Eg elskaði tað
í byrjanini. Eg
treivst væl og var
sera glað fyri at
vera her«
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
MODELLMYND
Barnaheimið