Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 146 13 Summi børn halda jól á Barnaheiminum HEIMINUM BARBARA HOLM I nni á serligu deildini hjá Barna­ heiminum, sum tey kalla mót­ tøkudeildin, er pyntað til jóla. Jólatræ, jólabýur og nógvar jóla­perur eru at síggja í hugnaligu svørtu húsunum. Í móttøkudeildini koma børn, sum skulu fáa eitt sindur av hjálp við teirra serstøku trupulleikum, áðrenn tey fara víðari at búgva í ein av lonunum hjá Barnaheiminum. Men her búgva eisini børn, sum eru ávegis út úr skipanini hjá Barnaheiminum og barnaverndini. – Her búgva nøkur vaksin børn, sum vit halda eru før fyri at læra, at klára seg sjálvi, greiður Jóna Højgaard, námsfrøðingur frá. Á móttøkudeildini búleikast børn­ ini ímillum 3-6 mánaðir, og onkuntíð longri. Síðani verður støða tikin til, hvat víðari skal henda hjá hvørjum einstakum barni. – Vit royna her at seta tilboð saman til børnini, so tey kunnu klára seg víðari, tá ið umræður framtíðar menning, sigur Nancy Rasmussen, sjúkra­røktarfrøðingur. – Til dømis kunnu vit læra børn­ini at taka bussin sjálvi, so at tey fram­ yvir eru so mikið sjálvbjargin, greiður Jóna frá. Tey læra børnini at uppføra seg í sosiala rúminum og í tí dagliga. – Tað mest umráðandi er at skapa tryggleika rundanum børnini, eru tær báðar á einum máli um. Og júst tryggleikin er í hásæti, tá ið umræður alt frá tilrættislegging til ger­andisprát. Jólini vera eisini løgd til rættis við tryggleika fyri eyga. – Vit leggja ætlanirnar fyri hvør skal arbeiða á jólum í sera góðari tíð, so at børnini kunnu vita, hvør av okkum verður har, og hvønn tey kunnu gleða seg saman við til jólini, sigur Jóna. Tað er umráðandi fyri børnini, at tey sleppa at gleða seg, at seta orð á hvat er fyri framman og hvussu tey ynskja jólini skulu hátíðarhaldast. – Og so royna vit at geva teimum tær jólagávur, sum tey ynskja sær, siga tær báðar. Ynskja sær ikki Iphone6 Meðan vit mangan hoyra um, at børn nú á døgum ynskja sær tøkniliga út­gerð fyri fleiri túsund krónur í jóla­gávu, so er tað ikki ovast á ynski­list­anum hjá børnunum á barna­heim­inum. – Tey ynskja sær lego ella aðrar van­ligar gávur, sum vit lættliga kunnu geva teimum, sigur Jóna. Vanliga er ein føst upphædd sett av til jólagávur til børn á barna­heim­ inum, men í ár er nakað øðrvísi. Hesa­ ferð hava tey fingið eyka pening inn til jólagávur. – Tað er so fantastiskt, at Filadelfia og City Church hava latið til gávur til børnini, og Frímerkjadeildin hevur latið okkum pening til at fara á skí­ feriu. So vit fara øll at standa á skí í mars, greiður Jóna frá. Fólk eru blivin meira tilvitað um tað at geva til børn, og um virksemi á barna­heiminum. Fordómarnir kring barna­heimið eru har, men nú vit tosa so nógv um kor hjá børnum, hevur tað eisini ávirkað barnaheimið. – Fordómar hava verið, men nú vit tosa um børn í fátækradømi, um børn við sálarsjúkum foreldrum og so framvegis, so mugu vit eis­ini tosa um tey børn, sum eru á barna­heim­ inum. So tey sleppa undan at møta fordómum og skomm við at búgva her. Tað er fantastiska flott og gott fyri børn og familjur, at tey viður­ kenna, at tey hava tørv á hjálp og síð­ani gera nakað við tað. Tað er ikki eitt niður­lag, siga Nancy og Jóna. Og støðan er blivin betur, og blívur vónandi enn betur, nú Barnaheimið ætlar at lata meira upp fyri virk­sem­ inum hjá ymisku deildunum. Ein heldur jól á Barnaheiminum Vanliga fara tey flestu børnini heim til foreldrini at halda jól, hóast tey mangan koma aftur á Barnaheimið at sova náttina til jóladag. Men í ár hev­ ur eitt barn ynskt at halda jól sam­an á Barnaheiminum. – Tað kemur fyri, at tey ynskja tað, men tað er ikki vanligt, sigur Nancy. Hvar børnini halda jól er upp til teirra, men starvsfólkini eru tilvitað um, at hetta er ein kensluborin tíð. – Onkuntíð uppliva børnini, at tey skulu til jólahald og annað, har tey kanska síggja onkran familjulim aftur, sum tey hava saknað í longri tíð, og so gerast tey sjálvandi kensluborin, sigur Nancy. So kenslurnar eru eisini í hásæti í móttøkudeildini um jóltíðir. Tey tosa nógv um jól, um familju og seta eyka tíð av til at tosa við hvørt barni um teirra uppliving av hesi tíðini. Og ein meginregla nú jólini nærk­ ast er, at á Barnaheiminum – um enn tað er í móttøkudeildin ella í hinum lonunum – skal tað vera so heimligt sum yvirhøvur gjørligt. BARBARA@SOSIALURIN.FO – Jólini eru ein kensluborin tíð, so vit seta nógva tíð av til at tosa við børnini um, hvussu tey uppliva tíðina. Og vit royna at gera heimið so heimligt sum yvirhøvur tilber, siga Jóna Højgaard og Nancy Rasmussen, sum báðar starvast á serligu móttøkudeildini hjá Barnaheiminum »Tað er so fantastiskt, at Filadelfia og City Church hava latið til gávur til børnini, og Frímerkjadeildin hevur latið okkum pening til at fara á skíferiu« MYND: ÁLVUR HARALDSEN Jóna Højgaard og Nancy Rasmussen starvast á serligu móttøkudeildini hjá Barnaheiminum