hósdagur 17. desember 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 146
14
TEMA Øðrvísi jól
ANNIKA KUNOY IM
E
lsa Davidsen býr í Sørvági
saman við manninum
Ingolf S. Olsen. Elsa eigur
trý vaksin børn og tvey
ommubørn og Ingolf tvær vaksnar
gentur, sum búgva í Danmark.
Hon greiðir frá, at nú børnini eru
vaksin, og tað bert verða hon, Ingolf
og hennara børn á jólum byrjaði hon
at hugsa um eini møgulig annarleiðis
jól í ár – eini jól, sum kundu gleða
onkran annan. Tí valdi hon 12.
desember at seta hetta statusið á
Facebook vanga sín.
– Ímeðan flest okkara hava
pyntað og hugnað um heim okkara
í jólamánaðinum, og flest okkara
hava umhugsað, hvørjar gávur skulu
keypast, hvar og nær dunna, gás og
annað skal etast og hvar dansast skal
um træið, so eru nogv onnur sum als
ikki orka tankan um jólini. Jólini, sum
fyri flest merkir hugnalig samvera við
øllum, ið til hoyrir, eru fyri summi ein
sonn marra. Ein marra sum bara má
fáa ein enda sum skjótast.
Ein marra, tí tey hvørki hava orku
ella hug til jólastákið og sokallaða
jólahugnan allan desembermánaða.
Hava kanska onki gott at minnast á.
Hava ongan at hugna sær saman við
ella hugna um. Hava kanska ikki ráð
til alt, ið fyri onnur er ein sjálvfylgja.
Jólini eru, sum so nógv annað
vorðin ein pengamaskina uttan líka,
so sjálvandi eru fleiri, ið ikki klára at
fylgja við.
Hon endar við eini áheitan um at
seta seg í samband við seg, um onk
ur er sum kennir onkran sum sigur
aleinaður á jólum, tí hon fegin vil
bjóða viðkomandi til jóladøgurða
saman við sær og familju síni.
Elsa greiðir frá at hon ikki aktivt
hevur leitað eftir fólki, sum hon kann
bjóða heim at halda jól, men hon
hevur fingið boð um fólk sum sita
púra einsamøll, eftir at hon skrivaði
boðini á Facebook.
– Jólini verða hildin sum tey van
liga verða hildin í okkara heimi, men
kanska verða vit nøkur fleiri til borðs,
enn vit høvdu væntað, áðrenn eg
skrivaði hatta á Facebook, sigur hon.
Spurd um hvat kveikti ynski um
at lata dyrnar upp fyri fólki, sum eru
einsamøll á jólum greiðir Elsa frá, at
hon í dag hevur betri stundir at hugsa
um onnur enn familju sína, nú hon
er vorðin eldri. Ynski kemst ikki av
tí at hon sjálv hevur roynt at verði
einsamøll, men av tí at sjónarmiðið er
broytt. Hon er sjálv von við at halda
jól saman við nógvum øðrum fólki
og minnist aftur á hugnaligu jólini
gjøgnum árini.
– Eg havi ikki sjálv upplivað at
verið einsamøll. Alt tað eg minnist,
hava vit verið nógv fólk savnað um
jólini. Sum barn minnist eg tað sum
nakað ómetaliga hugnaligt, at øll fam
iljan skiftist um at leggja hús til allar
jóladagarnar. Tá vit fingu børn vóru
jólini hildin hjá foreldrum mínum, og
hetta var ein hugnalig og rokalig tíð.
Seinnu árini hava vit tó fyri tað mesta
hildið jól heima, saman við børnum
og ommubørnum, sigur Elsa.
– Jólamánaðurin hevur altíð verið
settur í samband við hugna, gott
hjartalag og samveru, og í hesum
»selfie-døgum« sært tú inn í hvørja
stovu hjá fólki dag og dagliga. Alt sær
so hugnaligt og ljósareytt út, men tað
er helst ikki altíð allur sannleikin.
Sjálvandi vita vit ikki, hvat rørist
aftanfyri hvørja mynd.
– Nú er tað einaferð so, at nógv eru
einsamøll – púra eisamøll. Nógv sita
uttan maka ella børn, og eru kanska
komin í tann aldurin, at tey held
ur onga familju hava eftir. Tú sært
tey tá tú ert úti, til handils ella fert
tær ein biltúr. Tað er altíð onkur, ið
er púra einsamallur tí tey veruliga
ongan góðan eiga. Summi sita eisini
á ellisheiminum, og eru komin í
tann aldurin at øll eru farin undan,
og ongin er eftir, sum viðkomandi
kennir, greiðir Elsa frá.
Hon heldur at vit við aldrinum
verða støðugt minni stressaði á jólum.
Tá vit eru vorðin eitt sindur eldri
skulu vit ikki longur til jólaveitslur
í skúlunum ella barnagørðunum og
alt tað, sum hoyrir barnafamiljum til
í jólamánaðinum.
– Vit taka jólini sum tey koma, og
eg haldi at tað er ein av orsøkunum
til, at eg hugsi so nógv um tey, ið eru
púra einsamøll. Nú havi eg møguliga
betri stundir at hugsa, at tað eru altso
onnur enn eg og míni. Tað eru fólk,
sum als ikki halda jól, snøgt sagt tí
tey hava ongan at halda tey saman
við, sigur hon.
Hon leggur afturat at nú børnini
eru vaksin og tey eru færri í húsi
verður tómligari enn undanfarin ár,
og tí velur hon at bjóða onkrum, sum
veruliga hevur tørv á samveru, heim
til sín at halda jól.
– Eg áni ikki hvussu løtan verður,
men jólini koma óansæð og verða
hildin sum vant. Vónandi fáa vit
eini góð og hugnalig jól sum vanligt,
og uppaftur hugnaligari hevði tað
verið, um vit kundu hugnað um og
glett onkran annan. Dunnurnar fara í
ovnin óansæð, og tað er ongin trupul
leiki at borðreiða til nøkur fleiri, sigur
Elsa til endans.
ANNIKAK@SOSIALURIN.FO
Vit taka jólini
sum tey koma,
og eg haldi at tað
er ein av orsøk
unum til, at eg
hugsi so nógv um
tey, ið eru púra
einsamøll«
Elsa Davidsen
BJÓÐAR EINSA
MØLLUM HEIM
AT HALDA JÓL
– Jólamánaðurin hevur altíð verið settur í samband við hugna, gott hjartalag og samveru.
Í hesum »selfie-døgum« sært tú inn í stovuna hjá fólki dag og dagliga. Alt sær so hugnaligt
og ljósareytt út, men tað er helst ikki altíð allur sannleikin. Sjálvandi vita vit ikki, hvat rørist
aftanfyri hvørja mynd, sigur 55 ára gamla Elsa Davidsen úr Sørvági, sum í ár hevur valt at
lata dyrnar upp fyri teimum, sum møguliga ikki annars høvdu havt eini »ljósareyð« jól
TILVILDARLIG MYND
Elsa Davidsen